Hin gamli kennarin

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Pauli Hansen
    Viðmerking: Yrktur í 1932.

    1. Í ungdómsmegi einaferð,
    nú slitin hann og brotin er
    og gongur heldur bogin.
    Tey áður bjørtu eygu – kám –
    brátt síggja tey bert skýmd og tám –
    so litaleys og sogin.

    2. Hann lærdi ætt, hon ærdi hann,
    á ongum sinni særdi hann,
    men nú er vangin gráur.
    Er skúlastarvið undangjørt,
    tá skínur sól sum áður bjørt,
    hann kennir seg sum áður.

    3. Tá gongur hann á stillum veg
    og prátar fyri sjálvan seg
    um Gud og Halgan Anda,
    tá brosar hann til grøs og strá
    og blomstrini, sum reyð og blá
    tætt fram við gøtu standa.

    4. Tá steðgar hann hjá tjørnini,
    har sær hann spæla børnini
    við smáskip og við bátar.
    Hann stendur kvirrur eina stund –
    og gleða hann í hjartagrund
    tær barnarøddir kátar.

    5. Í ungdómsmegi einaferð.
    Hann eigur sína egnu verð…
    Nú bliknar vesturroðin.
    Hann vendir móti honum sær
    og stendur eina løtu har
    í kvøldarglæmu bogin.

    6. Í ungdómsmegi einaferð.
    At enda gøtan gingin er,
    hvørt sporið kenst at tyngja,
    tí leingist hann í instu lund
    mót teirri sælu friðarstund,
    tá gravarklokkur ringja.

    7. Tá skal hann njóta fullan frið
    og blunda trygt við teirra lið,
    ið frammanundan gingu
    og innan fyri kirkjugarð
    í lívd av kirkju – kirkju nær,
    sær síðsta heimstað fingu.

    8. Í stovu síni situr hann,
    og nógvar bøkur flytur hann
    úr hillini á borðið,
    so lesur hann um stórt og smátt,
    um lívsins ljós og deyðans nátt,
    alt lýst av halgum orði.

    9. Hann leggur saman bøkurnar
    og lítur upp í røkurnar,
    har líragrasið stendur.
    So livandi ein blómufjøld,
    so friðarligt eitt summarkvøld
    hans hug at himni vendir.

    10. So letur upp hann hurðina
    og gongur fram í urðina,
    tað gjørdi hann so mangan.
    So stilt og kvirt, ei minsta lot
    og heldur einki alduskot
    sæst hvíta kring um tangan.

    11. Eitt friðarkvøld, eitthalgikvøld,
    hann gongur gjøgnum blómufjøld,
    har áður aðrir gingu.
    Øll hini sova, sovi tey,
    hann gongur upp um hól og heyg
    við summardýrd í bringu.

    Mótur vári

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Pauli Hansen

    1. Fannir tiðna í fjøllum
    og glerið bráðnar í á,
    sólin skínur á vøllum
    og stavar á vík og vág.

    2. Eg dugi so lítið inni,
    tá úti er ljóst og lýtt,
    av ringum huga eg spinni
    og slíti favnin títt.

    3. Hitt góða veðrið lokkar
    læandi inn um rút:
    “Bein burtur ull og rokkar.
    Kom út, kom út, kom út!”

    4. Tað biður meg tógvið blaka;
    og eg sigi ikki nei;
    eg brýni mín gamla haka
    og gangi mær út á teig.

    5. Her man eg sælu kenna,
    her rennur blóðið lætt,
    her kann eg limir spenna
    og fái ryggin rætt,

    6. teir stirvnu liðir mýkja
    og skoða um meg vítt. –
    Tvær jarðarkonur sníkja
    seg gjøgnum grøv so títt.

    7. Og óðinshanar práta
    á tarabreiddu trøð,
    tað rýkur úr tí váta,
    tí gróðrarflógva bø.

    8. Og hygg hvør væntar hetta:
    í mýrum og við garð
    grønar nálir spretta,
    so veit eg vár er nær.

    Hon Sólvá stendur í túni

    Orð: Ókendur
    Lag: Pauli Hansen
    Týtt: Rikard Long
    Viðmerking: Upprunalig týsk fólkavísa

    1. Hon Sólvá stendur í túni
    og lítur út so víða;
    man aldri koma biðil mín
    um fjall og skarð at biðja mín?
    Væna, væna Sólvá!

    2. Í grasagarði stígur
    av hesti harra Tórir.
    Frítt gongur hann í hallir inn,
    so prúður undir skarlaksskinn!
    Smædna, smædna Sólvá!

    3. Ørt súsar summarnáttin
    og hagablómur anga.
    Væl falla orð við gamlan brunn –
    hann kysti hennar reyða munn. –
    Sæla, sæla Sólvá.

    4. Í garði fýkur leyvið
    og heystsins vindar ýla.
    Úr túni kemur Sólvá inn,
    í huga tung og bleik um kinn.
    Syrgna, syrgna Sólvá.

    5. Hvølt dunar veitslurómur
    í fjarum, stórum staði.
    Seint dansast har á halgu nátt;
    á odda kvøður Tórir hátt. –
    Neyðar, neyðar Sólvá.

    Berjasunnudagur

    Orð: Christian Matras
    Lag: Pauli Hansen

    1. Har er ein dalur handan fjøll,
    sum einki hús er í
    – og likkan eitur klokkan tann,
    sum gongur undir ský.

    2. Og skurar sita á vatninum,
    og seyður fer framvið
    – men uppi móti grótinum
    fær haran ikki frið.

    3. Tí har er fólk við berjalyng
    nú tólvta sunnudag,
    og alt er børn, tó sumt er stórt,
    og hevur sama lag.

    4. Tey brellast eftir fongi enn,
    tó nú er vørrin blá
    – so stoytir sumt at vatninum,
    og summi halda á.

    5. Tá aftnar dagur fara tveir
    um kamb og gjøgnum gjógv,
    teir klintrast eftir hjálpirót
    – og síggja beint í sjógv.

    6. Teir ganga gjøgnum røkurnar
    og bera heim við sær
    ei almikið av berjanøgd,
    men annars alt, ið var.

    Hon

    Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
    Lag: Pauli Hansen

    Við fingrum silkimjúkum
    tú streyk mær gjøgnum hárið,
    so varliga sum várið
    um skæran, ungan svørð,
    sum fleyr av fjallaknúkum,
    har dreymasóljan grør
    sum fleyr av fjallaknúkum,
    har dreymasóljan grør.

    Mild orð tú segði við meg,
    so eym, so tung av yndi,
    sum suð av vestanvindi
    um tindhá furutrø,
    sum aldutesk um dimmið
    á skeljasand og støð.

    Og tíni eygu brunnu
    sum undurbarar stjørnur,
    sum altarljós, tá ódn er,
    so trúgv, so still, so skær,
    sum døggperlur á runni,
    tá morgunsólin sær.

    Tá hvurvu sorgir mínar
    sum døgg á sólskinsdegi,
    mín sál varð ung av gleði,
    av tokka og av trá.
    Alt voldu hendur tínar,
    títt orð, títt eygnabrá.

    Morgunsangur

    Orð: Jóanes Nielsen
    Lag: Pauli Hansen

    sólin fjøllini stormar
    sum túsund starar eitt træ
    hamrarnir gløða
    tey gulu nev
    morgunin heilsa við sangi

    jørðin nývaknað spennir
    sín kropp gjøgnum tokur av døgg
    hómastein varði
    ein mannagøta
    lampur av fortíð og tøgn

    gøturnar liggja so ljósar
    sum dreymur um vallaraferð
    andar eitt lot í krúnubløðum
    vagga runnar av búnum berum
    rund sum kvinnubróst

    keiin byrjar at liva
    opnar sín favn sínar pakkhúsdyr
    eitt ljóð av trukkum
    av grenjandi spølum
    tónar um blikaðan vág

    á heimur í blendandi ljósi
    sig mær
    hví stúra tíni børn

    Kennir tú blómurnar

    Orð: Sólrún Michelsen
    Lag: Pauli Hansen

    1. Kennir tú blómurnar
    sum vaksa her í Føroyum
    sólju og summardá
    blákollu og baldursbrá
    díkimuru danadá
    og vøkru akkuleyu.

    2. Kennir tú grøsini
    sum vaksa her í Føroyum
    fjørugras og fransagras
    húsagras og hjartagras
    mánagras og mannagras
    og mong mong onnur fleiri.

    3. Kennir tú berini
    sum vaksa her í Føroyum
    bláber og krákuber
    brobber og rossaber
    einiber og dunnuber
    og summi kanst tú eta.

    4. Mangt ljóðar undarligt
    sum veksur her í Føroyum
    rossatunga mýggjagras
    hostajavni nalvagras
    apublóma loppugras
    ja nógv er í at velja.

    Várnátt

    Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
    Lag: Pauli Hansen

    1. Nú durva bjørk og pílur,
    og tú við mína lið,
    men uttan fyri gluggan
    fer várnáttin framvið.

    2. Hon fer um dimmar lundir,
    ímillum svøvntung trø,
    ber døgg á ungar blómur
    og nýsprottin bløð.

    3. Ber dreymar í tín huga
    um eydnuborna stund,
    so varrar tínir brosa
    ígjøgnum lættan blund.

    4. Men uttan fyri gluggan
    fer várnáttin framvið,
    og bjørk og pílur droyma
    – sum tú við mína lið.