Til Boga og allar nýføðingar

    Orð: Jóanes Nielsen
    Lag: Pauli og Jacobina Hansen

    Skapt av eymleika
    í heitari nátt
    tók fræið skapilsi
    og í heimsins minsta tryggasta húsi
    svav tað
    rurað hvørt kvøld
    av hjartatónleiki.

    Fjalt aftan dúnuta húð
    lá tað vart móti heimsins harðligu hondum
    seig føði sum urtapottur
    meðan hendur og høvur varliga
    nærkaðust móður brósti.

    Tigandi liggur nú
    hesin heiti menniskjaungi
    kreptur saman
    hesin góði luktur
    henda fløvandi sólstrála.

    Uttan fyri vindeygað
    hoyrast fet.
    Tað er barnagarðsgentan
    ið fer túr við sínum børnum.
    Og alt tey síggja.
    Bátarnir ið rigga til
    konurnar í býnum
    likkurnar ið sveima
    og so málið á gentuni
    ið kvikliga dregur børnini til viks
    tá ein bilur við slógvi kemur buldrandi framvið.

    Eyguni á børnunum eru sum tekoppar
    rulla millum húsini
    eru sum spákonur
    starandi inn í gátur.

    Uttan fyri vindeygað
    hoyrast tung fet.
    Tað eru fetini frá teimum á skipasmiðjuni
    teir sum burtur úr jarni
    ganda veldug skip.
    Tað eru teir frá snikkaravirkinum
    ið smíða vindeygu
    og sengur úr frískum træi
    so tú um næturnar kann droyma
    ballaður inn í trygga dýnu.
    Av flakavirkinum koma tey
    mødd av stríði og rópum
    men undan hondum teirra
    liggja stakkar av frískum flaki
    so tú fær ein bita
    tá tú ert svangur.

    Uttan fyri vindeygað
    rennur áin
    og lurta tú væl
    hoyrist søgan úr teimum stóru fjøllum.
    Har býr fjaðurskrýdda sangkórið
    sum hvønn morgun
    purrar bóndan út.
    Har gongur seyðurin pakkaður í ull
    hesar komandi flógvu troyggjur
    berini berjalyngurin
    steinarnir sum føtur tíni
    onkuntíð skulu nema.
    Og har er vindurin
    sum ýlandi fevnir hamrarnar
    keldan tann góðvarni grátarin
    ið tostan sløkkir
    hjá óteljandi spírum.

    Títt lív søta barn
    er ikki ein spurningur
    men eitt svar ein játtan
    dreymurin ið gerst veruleiki
    lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.

    Rottujól

    Orð: Sverri Egholm
    Lag: Pauli Hansen

    Inni undir gáttini í hjallinum hjá Óla,
    har er heitt hjá rottuni, sum stákast enn til jóla.
    Tú sært ongan rottumann, tí kettan hevur etið hann,
    men fýra rumputungar fittar rotturungar.

    Rottugubbin vitjar inn við tingenest í skjáttu,
    gevur øllum sleikipinn og slíkt, sum dámar rottu.
    Síðan spælir hann fiól, og hini syngja við um jól,
    dansa runt í ringi um jólatræ úr lyngi.

    Men tá kemur Óla Hans í hjallin eftir kjøti,
    hoyrir rottugnis og dans, ivast eina løtu.
    So fer hann at dansa við, ynskir øllum jólafrið.
    Slíka jólanátt, tað gloymir eingin rotta.

    Firvaldur

    Orð: Alexandur Kristiansen
    Lag: Pauli Hansen

    1. Firvaldur, firvaldur, sig hvør teg ól?
    Lotið hitt lýggja og summarsins sól,
    blómunnar angi og fuglanna ljóð –
    siga mær eyguni vinsæl og góð.

    2. Firvaldur, firvaldur, sig, hvar tú býrt.
    Búgvi hjá summarsins vænastu urt.
    Hvør lítil blóma meg leskar við døgg –
    siga mær eyguni vinsæl og gløgg.

    3. Firvaldur, firvaldur, sig, hvar tú fert.
    Veit ikki sjálvur, eg hvørvi bert.
    Lív mítt er einans eitt spyrjandi hví –
    siga mær eyguni vinsæl og blíð.

    Á Boðanesi

    Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
    Lag: Pauli Hansen

    Kvøldljós yvir hellustrond,
    løgnar, vátar verur,
    líkjast gráum mannaheila,
    sum er lagdur berur.

    Hesa vátu várskýming
    var hjartað tungt av súti,
    eg gekk og gekk og vardi ei,
    eg endaði her úti.

    Hetta er mín barnastrond,
    um hesar hellur vátu
    rann í heiðum barnaárum
    eg sum folin káti.

    Men tá var strondin ljós og turr,
    hellur allar flógvar,
    søtt kitlandi tær toygdu seg
    upp til iljaskógvar.

    Í klárum hyljum svumu vit,
    likkurnar tær lótu,
    sólin sá á dreingjakroppar
    á hvítum fjørugróti.

    Tá var lívið lukkuróp,
    ljós um allar leiðir,
    vistu ei, at vesældóm
    í sál hvør maður eigur.

    Vistu ei um evnini
    tey, sum ikki rukku,
    vistu ei um veikleikan,
    sum vit burtur drukku.

    Vistu ei, at klárir hyljar
    fyllast upp við móru,
    grógva til við grønum slýggi
    – at hellurnar, sum vóru –

    At hellurnar, sum vóru tá,
    eru vátar verur,
    eru gráur mannaheili,
    sum er lagdur berur.

    Heimbygd mín

    Orð: Niels P. Nolsøe
    Lag 1: Hans Jacob W. Hjelm
    Lag 2: Pauli Hansen

    1. Millum fagrastu blettar, eg kenni,
    finnist Vágsbygdin – heimstaður mín,
    fyri mær onki er ímóti henni,
    og mítt hjarta hon dregur til sín.
    Her er fjálgt og frítt at anda,
    fram við fjørðinum vakra liggur hon,
    mót’ vestri av Eiðinum randað,
    og náttúran sum gimsteinur von.

    2. Dýrdarløtur á hásummardegi,
    fast í sál mína hava seg rist,
    sólin veitti tær fløva og megi,
    fjøll og líðir ein perla av list.
    Fuglur sang í lofti kátur,
    merkt av lívsmóti kendist hansar’ flog,
    og av ungfólki smittandi látur,
    sum av gleði og trivnaði bar boð.

    3. Sjálvt á vetursins beiskastu tíðum,
    ert tú stórsligin – heimstaður mín,
    tá ið brimið av froysandi íðum,
    heilt av Vágseiði náddi heim til tín.
    Boðabrot í fjørði stóðu,
    tá ið ódnin hon harðast leikti á –
    Grønutangar í skúmfaksi vóðu –
    slíka stórbæra sjón eg aldrin sá.

    4. Søgu ríka mín heimbygd hon eigur,
    megnarkvinnur og -menn føddust her,
    vunnu bygdini æru og heiður,
    gingu undan í verki manga ferð.
    Virkisfýsni fólki merkir,
    standið saman tí kvinnur eins og menn,
    havið framtíðarhugsjónir sterkar,
    einaferð bygdin tá seg mennir enn.

    5. Her á fedranna stað vil eg verða,
    her mín sál finnur hvílu og frið,
    eg sum barn lærdi tokka at bera
    hesi bygd eins og fólki hennar’ við.
    Og tá vesturskinið skínur
    purpurlitt á mín lívsdag síðstu ferð,
    vil eg hvíla, har fedrarnir mínir
    fingu hvíld eftir stríð og strevið her.