Tín rødd er eins og kvøldarlotið

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Tín rødd er eins og kvøldarlotið,
    ið millum høgu tindar fer,
    títt bros er eins og summarsólin,
    ið sæla signing heimi ber.
    Tá kvøldfrið hugi mín nú kennir,
    um tú vilt heilan unna meg;
    og tá tú brosti, spruttu allar
    tær blómur, sál mín yndaði.

    2. Tín ást er eins og kelduvaðið,
    sum fjallafossin nøra man,
    sum áin, tá hon veg sær brýtur
    til havsins favn og mynnir hann.
    Tí tað, tú vilt, man vera eina
    at geva alla tína sál
    til mín, so megi mín kann nørast,
    vit bæði finna fram á mál.

    Vónloysi – Áræði

    Orð: Janus Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Spældi strongur skamma stund
    syrgin skýmdarljóð,
    sál mín vaknar sum úr blund’,
    brúsar bundið blóð.
    Sterkari skal strongur strúkast,
    bitrari skal brandur brúkast.

    2. Dáðleyst ástartesk um kvøld
    bleikti bráða sál;
    følin kennast fljóð og køld,
    leiðst mær moyggja mál;
    stund er ei við sprund at spæla,
    tá ið Heimdals hanar gala.

    3. Vitleyst veitslutos á nátt,
    díksins dunnumál,
    beyð mær blídligt inn um gátt,
    smakka flógva skál –
    mætari man mjøður muna,
    tá ið vápn í Valhøll duna.

    4. Eg vil blankan brýna brand,
    – ravnar, randið bjarg! –
    birta herróp vítt um land,
    veiða villan varg,
    skulu svørð skjótt sangir syngja,
    stirdar sálir styrkja, yngja.

    Brót so stillan, bylgjan blá

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg
    Viðmerking: Yrktur í 1908.

    1. Brót so stillan, bylgjan blá,
    syng mær allar tínar sangir,
    syng, so allir mínir streingir
    stilla seg og lýða á.
    Hjarta mítt er sjúkt av iva,
    og eg troyttist av at liva.
    Syng mær mína hugsótt frá!

    2. Kvøð nú, tjaldur, steini á,
    kvæði títt kann hugin frøa,
    eins og tú kann fáur kvøða.
    Stilla teg, mín sjúka trá,
    lýð á alt, og troyst tú finnur,
    pína enn tey ljósu minni,
    eydnu tína skiltu fá.

    3. Snípa, lát í tíni vrá.
    Sig mær, hví tær vónir bresta,
    sig mær, hví at alt tað besta
    legst so brátt á deyðastrá?
    Sig mær, hví at gleðin svinnur,
    hví tey skýggj, ein føgur finnur,
    dáttligt gerast tung og grá?

    4. Streyma stillan, reina á,
    kunnu tínar bylgjur tala?
    Sig mær, um tær kunnu svala,
    sig mær, veitst tú eingi ráð?
    Tú, sum frítt mót havi streymar,
    gev mær aftur ljósar dreymar.
    Lat meg droyma tær íhjá!

    5. Brosa blíðan, baldursbrá!
    Stillið tykkum, mínir streingir!
    Koma tímar, tungir, langir,
    ljóðið, ljóðið aftur tá!
    Syngið um hitt hulda landið,
    har, sum ei finst sálarvandi,
    har, sum eingi eru smá.

    Hagin og kirkjan

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi,
    meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi;
    kennir tú meg rætt, so veitst tú væl at eg
    má leita mær burtur hagar, himinin er høgur,
    hagar, lotið og fuglurin eitt várkvæði kvøður;
    tí er hagin nógv betri enn kirkjan fyri meg.

    2. Tú veitst væl, at Harrin, sum valdar øllum londum,
    býr ei í templum bygdum av menniskjahondum,
    hann nýtir ei, at menniskjan biður honum bøn.
    Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda,
    tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa.
    Tí fari eg til fjals, tá ið mørkin gerst grøn.

    3. Væl eri eg ei vorðin, eins og menn eru flestir;
    væl veit eg, at eg ei eri góður eins og prestur,
    men trína vit bæði inn um himmalsins grind,
    so sigi eg við Gud uttan stúrandi iva,
    at vit bæði, vit hava elskað og livað,
    so veit eg væl, at Harrin kvittar okkara synd.

    Havið

    Orð: Tróndur Olsen
    Lag: Peter Alberg

    1. So bylgjandi blítt,
    so freistandi frítt,
    so dragandi, droymandi, endaleyst vítt,
    við lokkandi, leikandi, dandandi vág,
    við brakandi brotum so hóttandi há,
    tú dró meg sum barn, tá eg undrandi lá
    og leit á tann skiftandi streymin, eg sá.
    Tú dregur meg nú ei minni.
    So ofta eg stúrin stóð
    við tungum, langtandi sinni
    og stardi út yvir sjó.

    2. Við hond undir kinn
    og sælu í sinn’
    á bakkanum grøna, har víkin skar inn,
    har lá eg sum barn, tá ið kyrt var við strond,
    og mánin hann reis yvir fjallið í nánd.
    Tá bylgja kom dragandi aðra við hond,
    sum høvdu tær millum sín ósjónlig bond.
    Tá kundi ei orð eg mæla,
    eg lá bert og lýddi á.
    Eg hoyrdi tær teskandi tala
    og siga mær søgum frá.

    3. Tá ræðandi ljóð
    um skerini stóð,
    og dundrandi brotið um klettarnar sló,
    tá oyggin hon skalv rætt sum rótrotin eik,
    mær tókti, sum alt her á jørðini sveik, –
    tá mátti eg út til at skoða tann leik,
    tó ræðsla var á mær, og kinnin var bleik.
    Ja, havið at sær dró meg
    við ræðslu og við gleim’,
    um rokið kaldligt sló meg
    eg fór tó ikki heim.

    4. Tú føroyingur tá,
    sum leiddist við vrá
    og út fór hitt glitrandi gullið at fá,
    tað var tær væl ofta, sum hoyrdi tú ljóð,
    ið lokkandi aftur til Føroya teg dró.
    Hvarfrá kom tann røddin? Frá fríborna fljóð?
    Frá angandi blómum? Frá skínandi snó?
    Nei, tað, sum títt og tíða
    teg dró til okkum her,
    tað var hitt havið fría,
    sum kyssir Føroya sker.

    Eg elski tíni eygu

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag 1: Peter Alberg
    Lag 2: Kom við mær kæra

    1. Eg elski tíni eygu, tey droymandi bláu,
    eg elski tínar varrar, teirra fríska reyða lit;
    tær góvu mær so mangan ta fagrastu gávu,
    ið styrkir og vekur bæði vónir og vit.

    2. Eg elski tínar føtur, so álvalætt teir dansa,
    eg elski tínar armar, teirra fevnandi mátt;
    hjá tær vil ei nívandi sorgir eg ansa,
    øll skýggini týnast, og loft verður blátt.

    3. Eg elski teg av øllum, hjá tær vil eg vera;
    tín látur er vakur sum ringjandi spæl.
    Vár knørrur skal streymar teir hóttandi skera,
    og lenda á fagrastu strondum hann skal.

    4. Mest elski eg tó dreymin tín, hin ásteyma, sterka,
    eg elski hansar leiðir, hansar sveimandi ferð.
    Og um øll lukkan tykist av lívsvegnum berkað,
    eg veit tó, hon býr har, sum dreymur tín er.

    Til Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg
    Viðmerking: Yrktur til 25-ára hátíð Føroya Fólkaháskúla 2. november 1924.

    1. Vit eru so ørm og bivandi veik
    undir himinsins logandi stjørnum
    og vit sóu ungdómsins kæti og leik
    kámast burtur í vetrarins ódnum.
    Upp tungalda fløddi um flúrar og sker,
    og svár gjørdist leiðin at ganga –
    tó eru vit komin og standa nú her
    við brosi og gránandi vanga.

    2. Men møðisamt aldri er byggjandi verk,
    tað fellur sum leikur frá hondum,
    og her stendur borgin, og borgin er sterk,
    og lítur til havsins frá strondum.
    Enn brestur sum áður um tindar og skørð,
    og brimið man bergini berja –
    tó summar í komu, tað sprettur og grør.
    Lat stormin so hvína og herja.

    3. Um vit eru veik og so bivandi smá,
    í broddi vit tó skulu standa
    við foyraðum enni, við bros’ undir brá,
    í barminum sigursins anda.
    Tí vit vóru við, tá ið knørrurin fleyg,
    sum falkur um brótandi sjógvar.
    Sjá, upp rísur sól yvir tindar ogh eyg
    og morgun í havsbrúnni glógvar.

    4. Tí standa vit stinn, vit vita jú tað,
    at um vit enn herjast av ódnum,
    so livir tó kvæðið, sum móðir vár kvað
    undir himinsins ævigu stjørnum.
    Í fjarleika hvítir, og brýtur um rong,
    men vit halda leið, so sum gongur.
    Yvir brótandi íðu og ýlandi strong
    skal ljóða í treysti vár songur.

    Nú er lotið lýtt

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Nú er lotið lýtt,
    langtar sinnið mítt
    trásjúkt móti tínum barmi.
    Ei eg gloyma kann
    hvørja stund, ið rann,
    tá eg svav á tínum armi.

    2. Nú er lotið lýtt, –
    sum tú brosar blítt,
    veittrar meg úr tungum harmi.
    Man eg finna frið,
    hvíld við tína lið,
    friðarhvíld á tínum armi?

    3. Nú er lotið lýtt, –
    fór um heim eg vítt,
    sat á gyltum kongakarmi,
    allir virdu meg, –
    einans droymdi eg
    um hvíld á tínum ljósa armi.

    Summarnáttin

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Summarnáttin – summarnáttin,
    veikt hon dregur andadráttin,
    sælt hon droymir; álvar dansa
    yvir døgg, sum svalir blómum.
    Ljósar tokur tindar kransa;
    burt eg dusist
    av teim føgru náttarljómum.

    2. Hoyr hitt hulda keldulagið,
    hoyr hitt mikla fossakvæðið,
    aldurunið, tesk av lotum,
    har tey yvir firðir fara;
    mutl um klettar, sús í skotum,
    innímillum
    súg av sævarsøltum tara.

    3. Aldargamli fjallaseggur
    høvur sítt á kodda leggur;
    ásteymt fevnir streymabáran
    hansar føtur, eymt teir kyssir,
    og hon kennir barmin sáran:
    Tungt at ynda,
    tá ein einki fær og missir!

    4. Summarnáttin – summarnáttin,
    lundarblóma tín er sprottin,
    kring um leyvið sveima vindar,
    fagurt ástarljóð teir kvøða.
    Sælur tann, av hjarta yndar,
    um at sálin
    má av djúpum sárum bløða.

    Eg elski teg, land

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Peter Alberg

    1. Eg elski teg, land, eg elski teg, land!
    tá ið grønur er dalur og ong,
    og bylgjurnar kyssa og fevna tín sand.
    Eg elski teg, land, eg elski teg, land!
    tá ið fuglurin byrjar sín song.

    2. Eg elski teg, land, tá ið dunandi hart
    gjøgnum skørðini stormurin fer,
    og loftið er vorðið so bikandi svart.
    Tá kenni eg teg, sum ein vølva tú vart,
    ið framskygda sálina ger.

    3. Eg elski teg, land, eg elski teg, land!
    tá ið illlýsi spælir um tind,
    og sól litar skýggj eins og logandi brand,
    tá kenst tað, sum stevndi ein sigrandi and’
    so treyst mót himmalsins grind.

    4. Tú dregur meg at tær, tín megi er stór,
    og minnið um teg er mær kært.
    Eg veit eina stund, eg tær trygdareið svór,
    og um eg enn víða um verðina fór,
    tú støðugt í huga mær vart.

    5. So mikið er prentað og mikið er sagt
    um teg og um vesaldóm tín,
    so sárt hava mangan teg synirnir rakt, –
    tó enn hevur ikki títt merki tú lagt,
    títt snjóskæra drotningarlín.

    6. Er sonur tín ikki, sum vónandi var,
    er ættin øll ráðleys og veik,
    kann vera, hin stundin tó ikki er fjar,
    tá tú kanst tær byggja av nýggjum ein garð
    og byrja av nýggjum ein leik.

    7. Og byrjar tú leikin, so fylkir tú lið
    av monnum, ið virða teg hátt,
    sum ei vilja geva teim dvørgunum grið,
    ið bergtaka fólkið og ynda tann sið,
    at lúra og lirka so smátt.

    8. Sum kongsmóðir ert tú, ið rikin úr høll
    til fjarløgdu oyggjarnar fór.
    Hon átti sær son, hann fór fram yvir fjøll,
    hann valdi sær garpar; tá stúrsaðu øll,
    tí hansara megi var stór.