Á, eg veit, tað finnist eitt undurfult Land

    Orð: Erik Martinsson
    Lag: Petur Hermansen
    Týtt: Kajfinn Hammer

    1. Á, eg veit, tað finnist eitt undurfult Land
    handan stjørnuhavsins brá,
    handan sorg og sjúku á tíðarinnar strond,
    har ei lívsins stormar ná’.

    Niðurlag: Handan stjørnur klárar, handan heimsins brús
    skal eg ein dag flyta til míns Faðirs hús.
    Aldri meir mær leingist til jarðarlívið her,
    ævigt heima sálin er.

    2. Har skal eg í ævir á gullgøtum gá
    syngja Lambsins nýggja song.
    Har skal eg Tær møta, ja, Frelsari mín,
    gleðast ævina so long.

    3. Har vit skulu skína, sum stjørnur í ský,
    handan stjørnuhavsins brá;
    Harrin sjálvur sól er, -hvør undurfull sjón,
    Himmal verður okkum tá.

    Niðurlag: Handan stjørnur klárar, handan heimsins brús
    skal eg ein dag flyta til míns Faðirs hús.
    Eins og stjørnur skína tey frelstu øll tá,
    handan stjørnuhavsins brá.

    Áh, fagra land, har Harrans vinir tráa

    Lag: Ira David Sankey / Petur Hermansen
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Áh, fagra land, har Harrans vinir tráa,
    sum ganga her í trongd og sorgum nú!
    Áh, land, ið tey útvaldu skulu náa,
    sum standa klædd í Kristi rættferðskrúð!

    2. Áh, fagra land, har sorg og neyð ei sára,
    har trongda hjarta frítt og lætt skal slá!
    Áh, fagra land, har freistingar ei dára,
    áh, land, sum deyði, synd og stríð ei ná!

    3. Áh, fagra land, har lívsins Kongur gevur
    ein krans til hann, sum trúfast stríddi her!
    Áh, fagra land, har ljósið valdið hevur,
    áh, land, áh, land, várt endamál tú er!

    4. Áh, fagra land, har hann vit skulu skoða,
    sum doyði eitt sinn her á krossins træ!
    Áh, land, har vit í kærleiks fulla loga
    tilbiðja hann hin endaleysa dag!