Takk Jesus, at tú elskar meg

    Orð: Petur Oluf Skorá
    Lag: Hvør er tað gott at kenna Gud

    1. Takk Jesus, at tú elskar meg,
    tú doyði í mítt stað.
    Tú gekst tann pínufulla veg
    til Golgata hin dag.

    2. Mín synd og skuld øll lá á tær –
    tú dómin tók á teg,
    ja, vreiði Guds teg rámti har,
    tí rakar hon ei meg.

    3. Áh, Jesus, sál mín prísar tær,
    tú stríddi har og vann.
    Har ævigt lív tú veitti mær,
    í tær eg frelsu fann.

    4. Takk, kæri Faðir, at tú gav
    tín Son sum loysigjald.
    Við krossin fall mín byrði av,
    tú oyddi Satans vald.

    5. Takk fyri himmalljósið bjart,
    takk fyri sálarfrið,
    takk, at eg eri barn títt kært.
    Tú leiðir meg hvørt stig.

    6. Takk fyri hvønn ein syndara,
    av náði siga kann:
    „Við søta staðið Golgata
    eg sálarhvílu fann!“

    7. Takk, Jesus, at tú frelsti meg,
    tá eg enn ungur var.
    Eg ferðist nú á lívsins veg
    og gleðist bert í tær.

    8. Takk, Jesus, nú eg elski teg,
    eg ynski tæna tær.
    Tá heim í dýrd tú tekur meg,
    tær prísa ævigt har.

    Áh, Golgata krossur, tú kærur mær ert

    Orð og lag: Petur Oluf Skorá

    1. Áh, Golgata krossur, tú kærur mær ert,
    eg ynski teg elska, at tæna tær bert.
    Hjá tær fann eg gleði, mær verðin ei gav,
    har synd mín hon søkt varð í djúpasta hav.

    2. Áh, vanvirdi krossur, við tær fekk eg alt;
    tú stóð tína roynd, tá ið stríðið tað galt.
    Á tær var tað Jesus, hann bar mína neyð,
    hann tók mína synd, og hann doyði mín deyð.

    3. Áh, hataði krossur, hvør løta tað var,
    tá ið Jesus, Guds Sonur, varð negldur at tær.
    Hvør sál, nívd av synd, sum til tín leita man,
    hon í Jesusar blóði sær frelsu víst fann.

    4. Áh, krossur, ei vart tú eitt tekin um makt,
    tá Frelsarin doyði til háð og foragt.
    Mong sál tó man sanna, hvør kraft í tær er,
    tá ið Jesusar blóð hana syndfría ger.

    5. Áh, krossur, tú mongum ein meinbogi var,
    teg menniskju vraka, tey flenna at tær,
    men enn man tín sigur tó lýsa so bjart,
    enn Jesusar navn mongum vera so kært.

    6. Áh, bannaði krossur, tín beiskleiki er
    mær mangan meir søtur, enn alt her í verð.
    Tín skomm og tín pína, tín kvøl og títt spott
    mær gleði her veitir á degi sum nátt.

    7. Áh, krossur, eg minnist, tá fyrst eg teg sá,
    hvør signað var sjónin, ið mær birtist tá;
    har Frelsari heimsins á Satani vann,
    og mær, falna syndara, náðin upprann.

    8. Eg elski teg, krossur, eg elski teg bert,
    tú fyri mær meir enn alt annað víst ert.
    Hjá tær fann eg lívið og sálanna frið,
    tá eg boygdi mítt hjarta, bað Jesus um grið.

    9. Áh, krossur, tú stríðsmerki mítt vera skal,
    tá sigur er vísur, og ferðin so sæl.
    Ei nýtist mær óttast – við krossmerki hátt
    má fíggindin falla í stríðnum so brátt.

    10. Takk, signaði krossur, fyri alt, tú mær gav,
    við fót tín mín syndanna byrði fall av.
    Eg altíð á foldum við lið tær vil stá,
    til heima í Himli eg krúnu skal fá.

    11. Tá fult skal eg sanna, hvør søtt ið tað var
    at kenna tann Harra, ið krossin her bar.
    Var krossurin tungur, og voldi hann stríð,
    hans signing eg heysta skal Himlinum í.