Tá teir skora

    Heri NolsøePetur SlyneStamen Stantchev
    Orð: Heri Nolsøe og Petur Slyne
    Lag: Petur Slyne og Stamen Stantchev

    HB dreymur mín er, tá teir dribla við ferð,
    tað er liðið hjá mær her í verð.
    Og tá teir skjóta mál hoyrist nógv geyl,
    og tað hoyrist nógv skrál. Aftur hava teir gjørt eitt megnar hál,
    tá teir skora eitt ella tvey ella sjey, ja, so rópa vit øll somul hey,
    tí tað er sikkurt og vist, at mangt liðið bleiv rist.
    Í Gundadali teir spældu sín dyst, og fólkið var har,
    og tey hugnaðu sær, tí HB er mítt, og HB er títt,
    tað skuldi jú ikki verið nakað nýtt.

    Nú teir renna á vøll, er stúgstappandi høll,
    her rópini ljóða so hvøll.
    Og tá teir renna um kapp, hoyrast hørð viðhaldsklapp,
    tí inn um verjuna HB nú slapp. Tað var lætt
    at skora eitt ella tvey ella sjey, teir líða jú onga neyð,
    tí tað er sikkurt og vist, at mangt liðið bleiv rist,
    tá móti HB tað spældi sín dyst.
    HB-liðið, tað liðið, ið vit kenna, har vit flenna,
    tá teir skora eitt ella tvey ella sjey,
    ja, so rópa vit øll í felag, øll í felag rópa hey.

    Hava mótstøðu bast, sligið sigurin fast,
    nú til havnar teir fara við hast.
    HB-svørðið er hvast, tá teir høgga, tað sæst,
    sigursvónin hjá mótparti brast,
    tá teir skora eitt ella tvey ella átta,
    ja, so rópa vit øll somul hey, tí tað er so sikkurt og vist.
    at mangt liðið bleiv rist, tá móti HB teir spældu sín dyst.
    Í Gundadali ella úti á bygd, HB vinnur hvønn dyst sera trygt.
    Og á altjóða vølli HB roynir at skora,
    kann nakar teimum forða, forða.

    Rundferðin

    Uni Arge
    Petur Slyne, Stamen Stanchev og Uni Arge

    Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð,
    teir vunnu bæði HB og onnur lið so fræg,
    so fóru teir til Hetlands við Tjaldrinum ein dag,
    humørið var tað besta, ið nakar hevði sæð.

    Farið fram garpar, vinnið hvønn dyst,
    so at vit síggja, at TB er fyrst,
    frá málmanni og út á uttasta vong,
    ja, leiðarin er við, ja, leiðarin er við,
    ja, øll kenna liðið frá Tvøroyrar bý.

    Og Niels hevur felagið stovnað,
    hann formaður var fyrstu ferð,
    og nú er tað felagið stovnað,
    so nú alt tað sama ger.
    B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar,
    B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar.

    Fram er altíð fremsta lið,
    Fram er altíð fremsta lið.
    Á leikvøllum vit rópa okkum hásar við,
    Fram er altíð fremsta lið.

    Sunnast í Føroyum í ein útsynning
    búleikast sumbingar um fjørðin kring,
    her býr eitt mergjað fólkaslag,
    í ítrótti sýna okur tað.

    Liðið tað eitur KÍ; KÍ tað eru vit,
    vit hava hvítan og bláan lit,
    ja, KÍ, tað eru vit.

    Eiðis Bóltfelag var einaferð komið nær,
    ja, so nær at tað mundi doyð út,
    men so fingu teir eitt mál og hartil ein pokal
    drívið á, drívið á, drívið á.

    Her kemur GÍ stavað við G,
    GÍ er nakað heilt fyri seg,
    segði tú G av fyrstan tíð,
    so mást tú eisini siga Í.

    Á, vit halda øll við NSÍ,
    á, vit halda øll við NSÍ,
    vit stuðla teir alt tað, vit megna,
    úrslit tá vit munnu fá.

    Men kenna tit eitt fótbóltslið,
    sum altíð er á ferð,
    og mangur ein tá frøist við
    tað vakra spæl, ið er.

    :/ Suður norð, eyst og vest, allar flest,
    vita sjálvandi, at HB skorar mest,
    hartil treyst, HB allastaðni best. :/