Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann

    Orð: Mary Bowly Peters (fyrra ørindi) og Petur William Háberg (seinna ørindi)
    Lag: Philipp Nicolai
    Týtt: Victor Danielsen (fyrra ørindi)

    1. Tú, Gud, sum skapti fyrsta mann
    og leiddi brúður fram til hann
    og beyð teim eitt at vera,
    í náði hygg á hetta stað,
    á hesi bæði, sum í dag
    pakt hvørt við annað gera,
    so tey
    í neyð
    sum í gleði
    á tí vegi,
    tú tey leiðir,
    liva tær til prís og heiður!

    2. Tey ja-orð góvu hjartansglað,
    vælsigna teirra hjúnalag,
    Gud, miskunnsami Faðir!
    Nú varði tey tín verndarhond,
    nú halgi tú tey kærleiksbond,
    so dagar gerast glaðir!
    Í trúgv
    sítt búgv
    lat tey byggja,
    hjá tær tryggja
    dag frá degi!
    Signa tey í sorg og gleði!

    Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum

    Orð: Sigurd Berghamar (fyrra ørindi) og Petur William Háberg (seinna ørindi)
    Lag: Ókent týskt tónaskald úr 17. øld

    1. Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum,
    saman við hjúnunum vígdu – at fegnast við teimum,
    sum her í dag
    góvu hvørt øðrum sítt „ja“,
    játtað av kenslum so reinum.

    2. Vit teimum ynskja av hjarta á hátíðardegi
    lukku og eydnu og signing á framtíðarvegi,
    eigi í lund
    tey Harrans frið hvørja stund.
    Hann veitir sannastu gleði.

    Nú nær er Harrans dagur – so sára nær hann er

    Orð: Ókendur
    Lag 1: Ókendur
    Lag 2: Oscar Ahnfelt
    Týtt úr norskum: Petur William Háberg
    Upprunaheiti: Snart Herrens dag er nære

    1. Nú nær er Harrans dagur – so sára nær hann er,
    tann stóra hendingin er nú í hondum,
    tí Harrans orð er skilligt, at brátt er síðsta ferð,
    at Andans megi kenst í heimsins londum.
    Tí vekingin við frelsu nú nemur land um land,
    at Andans eldur setur nú hjørtuni í brand,
    sum Jesus skjótt í skýnum skulu møta.

    2. Áh, ræðuligi dagur, tá brúðrin burtur er,
    tey heilagu ei nakrastaðni finnast,
    tí Harrans orð ei lýgur, og tað, sum orðið ber,
    í álvara vit altíð munu minnast:
    Av tveimum annað hvørvur frá kvørn og bø og song,
    hitt veldisróp tey savnar frá havi, bygd og ong.
    Áh – hvat eitt eftirmøti tá á foldum.

    3. So mangan tey til sjónleik og látur vóru her,
    men hygg: Í dýrdini vit nú tey hóma.
    Í blóðsins kraft tey stríddu, og sigur vunnin er,
    nú syngja tey í lívsins sæla ljóma.
    Í trúfesti og lýdni tey Jesus’ góvu alt,
    tí hann í kærleika tey til brúður hevði valt
    og givið teimum lut í sínum ríki.

    4. Hoyr – sonur rópar hjartkiptur: Hvar er mamma mín?
    Og hvar er pápi? Hvar er beiggi, systir?
    Hoyr – mamma grætur sára um horvna skattin sín,
    í neyð og gráti mangur verður ristur.
    Hoyr mansins róp í trongd – sum tað djúpt í hjartað sker –
    um horvnu børn og konu. Og svarið eittans er:
    Til dýrdina tey øll nú eru tikin.

    5. Tá heldur brúðrin brúdleyp í dýrd, so frí og sæl,
    at fyri tí ei orð vit kunnu finna.
    Í túsund ár Guds ríki á fold tá verða skal,
    og Antikristsins ríki burt skal svinna.
    Og eftir friðarríkisins undufullu kor
    skal dómsins tími koma og dómsins síðsta orð.
    Áh, sælur tann, í lívsins bók tá stendur.

    6. Áh, steðga nú, ið Jesus er her og kallar teg,
    tú loysast kann frá syndarinnar megi.
    Hans hjarta brast í deyða at opna tær ein veg,
    og hann vil varða teg á hesum vegi.
    Men letur tú bert hánt um, at Harrin kallar nú,
    so kann tað føra við sær, at eftir stendur tú,
    tá Jesus opinberar seg í skýnum.

    Vælkomin veri her í dag

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: Philipp Nicolai

    1. Vælkomin veri her í dag!
    Vit skulu nú á hesum stað
    ein merkisdag nú halda.
    Av hjartans grund várt ynski er,
    at friður Guds skal ráða her
    og vári veitslu valda.
    Tá skal
    lívsæl
    stundin verða,
    gleði bera
    teimum kæru
    hjúnum, sum vit vísa æru!

    2. Í felag hesi mongu ár
    tey livdu gjøgnum smíl og tár,
    sum lívið øllum bjóðar;
    tann trúgvin, sum tey uppi bar,
    hon álit teim og mongum var
    – tí tøkk frá okkum ljóðar.
    Varði
    parið
    Harrans megi
    á tí vegi,
    enn tað eigur,
    navni Guds til dýrd og heiður!

    Tó skapanarverkið Gudi bar

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: Christoph Ernst Friedrich Weyse

    1. Tó skapanarverkið Gudi bar
    sín lovsong á nýggjum degi,
    hvør blóma, hvørt djór, hvørt keldufar –
    til Skaparans stóru gleði,
    hann segði: At maðurin eina var,
    ei gott var á lívsins vegi.

    2. So skaptist við miklu guddómsvøld
    til mannin hin vakra kvinna,
    og so hevur verið øld um øld,
    at hjørtuni saman finna.
    Og tveimum vit fagna her í kvøld,
    sum skilligt hvørt annað ynna!

    3. Gud varðveiti hetta brúðarpar,
    við friði og trygd tey krýni,
    hann verji tey við hvørt fótafar
    um brekku, um dal, um sýnu,
    og yvir ta leið, enn eingin sær,
    hans náðisól altíð skíni!

    Við Frelsaran kom eg ein dag á fund

    Orð og lag: Lelia N. Morris
    Týtt: Petur William Háberg
    Upprunaheiti: ’tis marvelous and wonderful

    1. Við Frelsaran kom eg ein dag á fund,
    hann frið til hjarta mítt bar.
    Eg segði: Áh, Harri, frá hesi stund
    :,: eg lív mítt skal ogna tær! :,:

    Niðurlag: Undurfult, undurfult,
    dýrabart og undurfult,
    hvat Harrin er míni sál,
    nei, helvtin ei enn er søgd!
    Áh, tað er undurfult,
    tað er dýrabart og undurfult,
    hvat Frelsarin er fyri mína sál.
    Nei, helvtin ei enn er søgd!

    2. Frá náði til náði hann leiðir meg
    í kærleika dag um dag.
    Alt bjartari dýrdina hómi eg
    :,: á ferð til hin sæla stað. :,:

    3. Og tá tað so undurfult vera kann
    her honum at dvølja hjá,
    hvat so, tá vit einaferð síggja hann
    :,: og talu hans lýða á? :,:

    Tá var tað jól

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: Petur Háberg Jacobsen

    Ein roykur av grann og av køkum
    Av gás sum er farin inná
    Hann dregur so klárt fram í huga
    Barndómsins friðsælu tíð

    Tá lagt var í ovnin í stovu
    Og kavafonn foldina fjól
    Og kerta var tendrað í glugga
    Tá var tað, tá var tað jól

    Tá børnini settust við borði
    Og faðir við borðsendan sat
    Og altíð hann áðrenn vit ótu
    Skaparan tøkk fáa lat

    Og hon sum var sálin í øllum
    Sum arbeiddi stríddist og sleyt
    Hon skapti í heiminum sólskin
    Tagdi um mangt mangan neyt

    Takk takk gamla heim fyri minnið
    So rík og so dýr fyri meg
    Burt fúna slátur og borgir
    Metast tey saman við teg

    Og vildi eg lønt tykkum aftur
    Var ivaleyst tykkara bøn
    Ber tú hendan kærleik til onnur
    Tað okkum er ivaleys løn

    Tá var tað – tá var tað jól

    Í nátt í svøvni birtist mær ein dreymasjón so góð

    Orð: Frederick E. Weatherly
    Lag: Stephen Adams
    Týtt: Petur William Háberg

    Í nátt í svøvni birtist mær ein dreymasjón so góð:
    Eg sá meg í Jerusalem, við Templið har eg stóð!
    Eg hoyrdi børn, ið sungu, mær tyktist, sum tað var,
    :,:at einglarøddir sungu av Himli aftursvar::,:
    Jerusalem, Jerusalem! Lið latið upp við song’.
    Hosianna í tí hægsta, hosianna til vár Kong.

    Tá broyttist aftur dreymur mín: Í túni hvarv hvørt ljóð,
    tá tagnaði Hosianna, tey smáu sungu fró;
    í gátuføri sólin hvarv, varð dimmið kalt og rátt,
    :,:tá skuggin einum krossi av steig á fjarum heyggi hátt.:,:
    Jerusalem, Jerusalem! Syngið frá Himnastrond:
    Hosianna í tí hægsta! Nú Kongur tín er í nánd!

    Og aftur skiftist myndin um, sum nýggj var jørðin tá;
    eg sá Hin Halga Staðin, við Lívsins Vatn hann lá!
    Guðs ljós um gøtu ljómaði, víðopin stóðu lið,
    og øll, ið vildu sleppa inn, tey komu inn í frið!

    Ei máni, stjørnur tørvast har, ei sól, tí hetta var
    :,:Jerusalem hitt nýggja, sum aldri enda fær.:,:
    Jerusalem, Jerusalem! Syngið tí í ævir hátt:
    :,:Hosianna í tí hægsta, hosianna í ævir hátt!:,:

    Tú, sum ert á veg til faðirhúsið

    Orð: Josef Samuel Rogner
    Lag 1: Josef Samuel Rogner
    Lag 2: Johannes Alfred Hultman
    Týtt: Petur William Háberg
    Upprunaheiti: Pilgrim som på väg till fadershuset

    1. Tú, sum ert á veg til faðirhúsið,
    leysur skjótt frá øllum trongdum gerst,
    hoyrir tú frá einglakórum brúsið
    – skjótt ein sangari tú sjálvur ert.

    Niðurlag: Áh, skalt tú verða við,
    tá songurin sum brimið hart skal duna
    gjøgnum himmalsins høll einaferð?
    Sig, skalt tú verða við
    í hvíta skaranum við dýrdarsætið,
    sum Lambinum sligna syngur prís.

    2. Lurta, sál mín, aftanklokkan ljóðar
    fagrari, enn nakar hevur hoyrt!
    Er tað síðstu ferð, hon sálir móðar
    kallar heim til Dýrdarlandið várt?

    3. Einglaljóð og Lambsins ljómi fylgja
    mær til dýrdarportrið staðnum í,
    trygt eg hvíli, slætnað er hvør bylgja –
    longslar stillaðir og strítt alt stríð.

    4. Jesu blóð upp latið hevur liðið,
    prís til Gud, tað opið síðan stóð,
    tann er frelstur, sum inn hevur stigið
    – skalt tú uttanfyri standa tó?

    Ein er vár meistari, Jesus, vár Harri

    Orð: Eliza E. Hewitt
    Lag: William James Kirkpatrick
    Týtt: Petur William Háberg
    Upprunaheiti: One is our master

    1. Ein er vár meistari, Jesus, vár Harri,
    tryggur er tann, ið er bundin til hann.
    Gævi, hin kærleiki, Andi hans kyndi,
    altíð í hjartanum logandi brann.

    Niðurlag: Trúskap og ídni,
    heilhugað lýdni,
    óskerdan kærleika mót honum vís,
    inntil vit síggja
    hin dýrdarstað nýggja,
    lova og takka og syngja hans prís.

    2. Tæna við gleði vit vilja, áh, Jesus,
    vilja tín gera í sannleika her.
    Styrki tín virkar í veikleika várum;
    náði tín tørvurin okkara er.

    3. Harri og meistari, høgur og góður,
    sannur í eymleika altíð tú er.
    Tú ert vár æra og heilagt títt merki,
    signing og heiður títt navn fái her.

    4. Jesus, vár harri, tær fegin vit tæna,
    vænta tín koma er skjótt fyri hond,
    umskapt vit verða, og dýrmæt vit gerast,
    frígjørd og sæl á tí himmalsku strond.