Stórhvalagildið

    Orð: Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen
    Lag: Thorbjørn Egner

    1. Eitt leygarkvøld á Grynnuni har var eitt óført gildi,
    ein stórhvalur varð túsund ár, og túsund honum fylgdu.
    Hann kom undan Grønlandi, snýsandi og blásandi –
    Leingi livi hvalurin – minst túsund ár aftrat!

    2. Og Grynnan hon var stásað upp, tí øll væl hvalin kendu,
    ja, gøtuljós av mureldi á hvørjum steyra brendu.
    “So hugnaligt á Grynnuni, her vekjast barnaminnini” –
    segði gamli hvalurin og rendi seg á botn.

    3. Og “laffikøkan” hon var prýdd við túsund taratonglum.
    Um hálsin høvdu grindahvalir band við sóknaronglum.
    Brondingur og hemari, krossfiskur og rognkelsi
    høvdu “snollað” Stórahval og skravað gjarið av.

    4. Ein tindaskøta sló á krúss og reistist upp við borðið:
    “Tá eingin annar sigur stórt, so biði eg um orðið.”
    “Vælsignað, skøta, steðga, tú; vit mugu upp at blása nú,”
    søgdu allir hvalirnir og tóku sjógv á bak.

    5. Ein brugda og ein roysningur tey leikaðu í talvi,
    við stertinum í borðið sló ein yvirvaksin kalvi. –
    Borðið sundur brotnaði, talvfólkið alt flotnaði,
    – hurluvas á Grynnuni, og kalvin flongdur varð.

    6. Tá aftur komu hvalirnir og sóu ljóta lagið,
    teir smoygdu upp um bøkslini og løgdu so i vaðið;
    góvu øllum dyggan brest, brugdan hon fekk alramest,
    fóru so at borinum og hildu gleim og fest.

    7. Og ternumurtasangkórið, ið stjórnað var av kópi,
    tað setti dám á veitsluna við milliónarópi.
    Teir sungu “SÁRU” fýra ferð, tað hoyrdist millum skørr og sker.
    Solo sang ein stórseiður og spældi á klaver.

    8. Ein sjokúgv stóð har skamt ífrá og tugdi taramellir,
    men sjóløvan í køkinum hon gjørdi frikadellir.
    Koyrdi nógvar skeljar í, ulkur tvær til kryddarí,
    rørdi túsund kombikk út í flidnasuppuna.

    9. Ein buksuvátur reyðfiskur við hvalspýggj undir armi;
    tá flentu allir hvalirnir – tað rumblaði í tarmi.
    Har var mong ein sjón at sjá, krabbagággan gekk á tá.
    Á høvdið rendi sildin seg og leyp um toskin bukk.

    10. “Hoyrið her, tit havsins djór, vit eru nú í gildi,”
    so segði nýsan sáttliga, hon talaði við snildi.
    “Lat hesa veitslu eydnast væl, fyri gamla Stórahval.
    Leingi livi hann og væl í túsund ár aftrat.”

    11. Gamli hvalur takkaði alt fyri hesa røðu.
    Hann turkar tár úr eygunum og svølgir eina øðu:
    “Borðhaldið her enda má, tit lýðið míni góðu ráð:
    farið øll nú hvør til sí´t´t og minnist hesi orð:

    12. Á havsins botni dag og nátt, her er so lítil friður,
    at hvør má ansa sjálvum sær, tað er ein fornur siður.
    Mær av sonnum sagt er frá, at hvør av øðrum liva má.”
    Segði gamli hvalurin – og gjørdi so ein vørr.

    Sára mín

    Orð: Oskar Hermannsson og Poul Arne Joensen
    Lag 1 (fyrsta ørindi og niðurlagið): Peggy Lee/Dave Barbour
    Lag 2 (seinna ørindi; niðurlagið verður ikki sungið): Vísulag

    1. Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað.
    Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag.
    Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt
    og so dugir hon so sera væl at kóka Peri greyt,

    :,: O, Sára! O, Sára!
    O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

    2. Sára seymar blóðmørsindur – eltir garnatálg.
    Hon er von og tekkilig, og so er hon so fjálg.
    Hon bindur troyggjur, vøttir mær og lappar hvørja spjørr,
    og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr.

    :,: O, Sára! O, Sára!
    O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

    3. Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld.
    O, Sára! Sára! Sára, mín, o, sum tú tá var køld.
    Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong,
    og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong.

    :,: O, Sára! O, Sára!
    O, Sára mín; hon er av Selatrað. .:,:

    4. Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín,
    tá skalt tú vera brúðarklødd, so vøkur og so fín.
    Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn,
    tann fyrsti lítli “sprellibassin”, hann skal eita Finn!

    :,: O, Sára! O, Sára!
    O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:

    Sildavalsurin

    Orð: Oskar Hermansson og Poul Arne Joensen
    Lag: Gideon Wahlberg

    1. Skútur brátt stevna av firði út tað norðhavssild at fanga
    Skiparin rópar um stýrhús-rút: ”Hey, latið springið ganga!”
    Koyrir so á motorin, snotilig skútan er vorðin.
    Setir so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein sólarring.
    Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar.
    ”Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú se-ta vit!”

    2. Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi.
    Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knýpið.
    Avhøvda flestu og gelda, aðrir teir salta og skelda.
    Kokkurin gamli tó glaður er: ”Komið nú allir og skaffi her,
    Borðiskin havi eg djúpan, kom og fá tykkum sildasúpan,
    Hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!”

    3. Sigla so inn aftur leygarkvøld, teir glaðir munnu sjunga.
    Harmonikan áður so deyð sum sild, man út í dansin runga.
    Ruskij og Polskij har snurra, norðmenn og sviar sum murra.
    Har er bert ruðul og eingin kós, stúgvandi fult eins og sild í dós!
    Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar
    Sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.