Himin í favni mínum

    Orð: Erik Hillestad
    Lag: Carola Häggkvist
    Týtt: Rachel Eysturtún
    Upprunaheiti: Himlen i min famn

    Hvør tendraði ta stjørnu, sum lýsir upp títt andlit?
    Hvør rak myrkrið burt frá hirðunum ta fyrstu nátt?
    Hvør hevur sett hoykrúnu kring tína lítlu pannu?
    Hvør leiddi tríggjar vísmenn fram at fjósi okkara?

    Ert tú ein av túsundtal?
    Ert tú hann, ið koma skal?
    Tú mítt lítla barn, ein eingil gav tær navn.
    Ert tú heimsins dýrgripur, eg skal verja framyvir?
    Er tað sjálvur Himin, sum er latin mær í favn?

    Hvat framdi henda ótta, so hjarta fór at duka?
    Hví heldur tú so fast í hárinum hjá mammu nú?
    Kring okkum dansa skuggar, og eingilin er farin.
    Hann segði so nógv vakurt, meira enn eg skilja kann.

    Gævi tínir dagar til gleði verða øðrum.
    Gævi kærleika og umsorgan tær fylgja má.
    Ongantíð eg gloymi, tey orð eg fekk at hoyra,
    hvat ið enn man henda, veita tey mær styrk og mátt.