Nú árið tað líður

    Orð: Robert Joensen
    Lag: Vilhelm Gregersen

    Nú árið tað líður,
    skjótt sigur “farvæl”,
    so ganga enn tíðir,
    so vera tað skal.
    Hoyr suðið á tindi
    av hastandi vindi,
    teir fúka avstað.
    Tað er eins eg hoyrdi,
    náttúran nú gravsongin kvað.

    Eg stund her skal dvølja,
    hon fýkur so løtt,
    sum avryktað sólja,
    hon følnar so skjótt.
    Hygg, vangarnir grána,
    og javningar fána,
    og grøv eftir grøv
    skal gravast at goyma tað likam,
    sum skjótt bert er støv.

    Hygg, dagarnir flýggja
    og vikur og ár;
    eins sum eg kann síggja,
    at tað var í gjár,
    at várið við blómum
    og fjósunum tómum
    á land setti fót;
    men nú er bert vetranna kuldi
    og kavi um grót.

    Lat dagarnar fara
    og árini við,
    bert vit mega læra
    at hýsa Guds frið’.
    Eg bendi meg niður,
    mín Gud, so tín friður
    kann hvíla á mær;
    Í løtum – í árum og ævi
    tú halt meg at tær!

    Syngið signing, syngið frið

    Orð: Robert Joensen
    Lag: C. E. F. Weyse

    1. Syngið signing, syngið frið
    nýggjársmorgunløtu.
    Lið er opnað, fyrsta stig
    sett á nýggjársgøtu.

    2. Gangast skal hon. Hvar hon fer,
    eina Guð man vita,
    og um hvussu geingið er,
    eingin orkar gita.

    3. Gongur hon til friðardal,
    fram til gleðieingir,
    tøkk til Guð ei gloymast skal,
    ljómið takkarsangir.

    4. Leiðir hon meg gjøgnum grót,
    skursl og skriðulendi,
    Harrans megi gevur mót;
    máttin hann mær sendi.

    5. Syngið signing, syngið frið
    nýggjársmorgunløta!
    Hav á ferðum Jesus við,
    hann er himnagøta.

    Nú hvítna tindar fjøllum á

    Orð: N.F.S. Grundtvig
    Lag: Johan Henrik Nebelong
    Týtt (leysliga): Robert Joensen

    1. Nú hvítna tindar fjøllum á,
    og gulnar gras í dali,
    hitt síðsta tjaldrið landi frá
    fleyg burt við túsundtali.

    2. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
    tað er nú tómt og oyðið,
    har ikki sæst eitt fuglakykt,
    ei heldur meir á heiði.

    3. Har sátur stóðu fram við á,
    er alt nú snøgt og nakið,
    og epli, røtur, hvørt eitt strá
    er komið undir takið.

    4. Har summargrøna velta var,
    bert slokkastrúgvar spjaddir,
    á bø er komið lamb og ær,
    tí kalt er millum hæddir.

    5. Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
    av bøi og av fjalli,
    og alt, sum ført varð yvir hav,
    og tað, sum er í hjalli.

    6. Takk fyri hetta árið við
    og alt á sjógv og landi.
    Tú yvir vaksin lýs tín frið
    og hvønn ein pilt á sandi!

    7. Tey renna skjótt tey stuttu ár,
    til heim tú manst mær boða;
    og eftir vetur kemur vár
    við sól og fjallaroða.

    8. Og eina ferð vit fáa boð,
    tá síðstu ferð vit anda.
    Úr heiminum vit fara so,
    hjá tær um ævir standa.

    Nú árið tað hvarv og fór undir kav

    Orð: Valdimar Briem
    Lag: A.P. Bergreen
    Týtt: Robert Joensen

    1. Nú árið tað hvarv og fór undir kav,
    og aldri tað aftur kann leita.
    Nú horvin tann gleði og tregi, tað gav;
    tað samfast er runnið í aldanna hav.
    Vit rúm tí í minninum veita.

    2. Men hvat er at minnast? Og hvat er tað tó,
    tú helst skal í minninum goyma,
    nú árið mót fjarløgdu leiðunum vóð?
    Tað mesta er horvið í gloymskunnar sjó;
    – ei miskunn várs Guðs er at gloyma.

    3. Hon birtist á vári sum vermandi sól,
    sum gróður í summarsins líðum,
    um heystið í stormi sum skjøldur og skjól,
    sum skínandi himin og gleðirík jól
    á vetrarins frostkendu tíðum.

    4. Hon birtist og roynist sum svalandi lind
    á glitrandi sólføgrum degi.
    Hon birtist sum vernd fyri trega og synd,
    hon birtist tó skærast sum frelsarans mynd,
    sum lýsir oss lívsleið á vegi.

    5. Nú tøkk fái Guð fyri gleðiligt ár
    og góðar og grógvandi tíðir!
    Nú tøkk fái Guð, at grødd vórðu sár,
    og tøkk fái Guð, at sum døgg hvurvu tár!
    Alt broyttist til signing um síðir.

    6. Ja, veit okkum, Drottur, eitt góðskufult ár
    og góðar og signaðar tíðir!
    Veit himniska døgg gjøgnum harmanna tár,
    veit himniskan frið fyri frelsarans sár
    og ævi í himni um síðir!