Sangur til B36

    Robert McBirnie
    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Daniel Boone

    Vælkomin øll í Gundadal at stuðla okkar’ lið.
    B36 tað er, sum vit øll halda við.
    Setið tykkum øksl við øksl
    og heppið okkar’ menn.
    Um nú tú gert títt, so ger liðið sítt
    og vit vinna eina ferð enn!

    B36 tað er jú okkar’ eitt og alt.
    Tá illa gongst, tað kennist sum í sár er latið salt,
    men tá so sigur vunnin er og dystur blástur av,
    tá vit renna út onkur bóltar rút.
    Takka teim oss sigurin gav.

    Komið tí og syngið við,
    lat runga hart og hvølt:
    “B36 KOYR Á!”
    í senn vit rópa øll.
    Tá úrslitið tað sjálvsagt er;
    vit skora sigursmál,
    tí um tú gert títt, so ger liðið sítt
    og í felag vit gera eitt hál!

    Út á havið

    Robert McBirnie
    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Gylfi Ægisson

    Út á havið halda enn
    glaðir, kátir fiskimenn.
    Landið brátt úr eygsjón fer,
    bert fjallatindar enn tú sær.
    Tá vit koma út á mið,
    fer trolið út, gev ongum grið.
    Ja, altíð hendir okkurt tá
    ið skiparin í loddið má,
    ja, altíð hendir okkurt tá,
    tá fiskur er at fá.

    Hetta gjørdist valakast:
    vit nærum fingu fulla last
    blóðga, kryvja, eingin friður
    meðan summir ísa niður,
    summir ísa niður allir stríðast og strevast.
    Allir bróta vakt um vakt
    og tað er ikki ov nógv sagt,
    at hóast hetta hundalív
    og longsil heim til børn og vív,
    so lempa teir framvegis ís,
    teir ei nevna fiskaprís.

    Ja, hetta ljóðar kanska hart,
    men hvat so tá vit draga svart?
    Tá hýrur ringur er umborð,
    tó eingin talar vandaorð
    um høgu menn, ið seta prís
    á upsa, tosk, sjálvt kalvalýs,
    og summir kvotur, aðrir bann,
    og hugsa ei um hann, sum kann.
    Um tú væl við honum fer
    hann her liviligt tað ger.

    Treytin hon er uttan roks,
    at fiskurin er fyrsta floks,
    tá prísurin hann hækkar,
    meðan arbeiðstímar fækka,
    landsstýrið tað takkar,
    skatturin hann lækkar.
    Men tíð er ikki her umborð
    at hugsa um hesi føgru orð.
    Um dekkið fult av fiski er,
    tá koyggjan fremst í huga er –
    tá veiðan øll er komin inn,
    teir troyttir tørna inn.

    Havið okkar’ lagna er,
    tað er lívið, okkar’ verð.
    Landið brátt úr eygsjón fer,
    bert fjallatindar enn tú sær.
    Tá vit koma út á mið,
    fer trolið út, gev ongum grið
    ja, altíð hendir okkurt tá
    ið skiparin í loddið má
    ja, altíð hendir okkurt tá,
    tá fiskur er at fá.

    Harmoniku-Sørin

    Orð: Poul F. Joensen
    Lag: Robert McBirnie

    Sørin eigur einans eina lítla smáttu,
    høsn og hana, har til kúgv, ið skranglut er,
    og ein urtagarð, har gras og arvi ráddi,
    til tess kúgvin slapp at líka illgrasið.

    Men tað mætasta av øllum, ið hann eigur,
    er harmonikan, ið ger hans lyndi lætt.
    Og tey kvøld hann hana út á favn sín breiðir,
    lurtar bygdin øll, tað so eg havi frætt.

    Sørin hevur spælt í langar Harrans tíðir,
    vakurt er hans spæl, tað saknar tí ei rós.
    Tá hvør fingur eftir blonkum tastum glíður,
    skínir andlit hans av sælu sum eitt ljós.

    Sjálvt um seint er, er hann altíð líka fúsur
    til at spæla, tá ein veitsla byrja skal.
    Rós og pening, hartil nógvar góðar rúsir
    hann í løn fekk fyri kátt og vakurt spæl.

    Tá ið Sørin ungur var við dún á kinnum,
    hitti hann eitt ungt og fagurt ljóshært sprund.
    Fátøk var hon eins og hann, men fáur finnur
    fagrari, og slíkt man gleða mannsins lund.

    Ástir runnu saman brátt ímillum bæði,
    og harmonikan, hon gjørdi sítt hartil.
    Sørin spæla kundi mangt eitt ástarkvæði,
    og tað er mest slíkt ein kvinna hoyra vil.

    Tá ið dagur tok at halla móti kvøldi,
    fylgdust øll tey ungu ofta glað til dans.
    Sørin spældi, og hans Mia ikki dvøldi,
    men sær tók so mangan vals við Óla Hans.

    Eydnan hevði Óla til sín vinmann kjósa;
    ríkur, vurdur nógv, men Sørins vinur ei.
    Endin var, at henda fagra, lilja ljósa,
    hon bleiv hans, so tungt gekk Sørin lívsins leið.

    Nú volda minnini at døgg er løgst í eyga
    og at ljóðið oftast tónar eymt í trá,
    tá hin gamli sæst harmonikuni sveiða,
    meðan ung og gomul fegin lýða á.

    Er tað kenslurnar frá Amor snildisligar
    vónirnar, ið lagnan harða kvetti bratt,
    ið man ljóða gjøgnum spæl hans summar tíðir
    einki tyngri er á fold enn skilnað’r sótt.

    Frítíðarparadís

    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Shu-bi-dua

    Niels Juel hann segði í morgun frá Meteorologisk Institut
    í rúmdini var broyting farin fram, sum merktist stutt.
    Ein grønlendsk hon fekk stólstikk, Sahara bleiv til ís,
    meðan Føroyar gjørdust nýtt og fagurt frítíðarparadís,
    so lýsingin frá Smyril Line, hon ljóðar stutt og greitt.

    Kom við Norrönu upp her úr tí ísakøldu verð,
    á vegnum fært tú øl og snaps og vín, tá eingin sær,
    og tá skipið er í havn, liggur landið framman stavn:
    Kom til Føroyar, lær at kenna hetta navn.

    Í Leynum har er trongtligt og á sandinum er tætt,
    tó ei av grindarhvalum men av Føroya ungu ætt,
    og neyðars Ternan liggur á Lorvík burturav,
    tí hann, ið skal til Klaksvík’, fer á vatnski yvir hav.
    So lýsingin frá SMS og Askham ljóða eins:

    Onkur ferðaseðil er á kameli eina ferð
    eftir oynni norð har útsynið til Kaldbaks prísin ber,
    venda við í Eiðis bý, náa Tórshavn klokkan trý,
    kom til Føroyar, tá spilt er ei tín tíð.

    Amnesty

    Orð og lag: Robert McBirnie

    A-M-N-E-S-T-Y
    boðar frælsi boðar frið
    komið øll og rópið við
    um amnesti ja amnesti.

    Kring allan heim í nógvum londum
    er tíverri so
    at fólk í varðhald verða blakað
    uttan orð og boð
    rættargongd er ókent orð
    rættarskipan løgd í sor
    hesi lond tey fremja fólkamorð.

    Kenni ein ið tikin varð á vegnum
    sum hann gekk
    foreldrini tey kundu bara staðfesta
    hann var vekk
    ongin ímynda sær kann
    hvørjar ræðuleikar hann
    gjøgnumgekk til Amnesty hann fann

    Og er tað tí av størsta týdningi
    at eg og tú
    ikki bara yppa øksl við okkara “ajú”
    men standa saman lið um lið
    til fólk á jørð so við og við
    ikki nýtast biðja um amnesty.

    Mær dámar bjór

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Ian McCalman

    1. Mær dámar bjór og brennivín, í kortum flestu stikk
    mær dámar storm og bárubrot – als ikki politikk
    eg sigi: hann er bar geip, ørvitismøsn og reyp. –
    Nú set teg her á kistuna, so tøma vit eitt steyp.

    2. Vit hildu inn á Skálafjørð, jú, har var lív umborð,
    mesanurin í stumpum sjey, og masturin í sor.
    Og »Símun« stóð á gronini – alt hitt í lepum lá
    jú, har var politikkur, tú, tað kanst tú líta á.

    3. Her hava strokið vísir menn um landið bygd úr bygd
    teir talaðu um fólkasið, um landastjórn og dygd. –
    Men hava teir á bunkanum sæð brot sum hús so høg?
    Ja, tað er annað enn at skriva bók og lesa bløð.

    4. Hvat vilja teir, hvat skilja teir, sum aldri stóðu har
    ið stormur hvein og bára breyt, og alt í roki var?
    Eitt er at stýra pennaskafti, lukkan, annað er
    í sjóroki og kavaódn at stýra millum sker.

    5. Skál, gamli, tú og eg vit hava mangt eitt ælið køvt
    og mangan hevur brotið bart og tváað okkar skølt.
    Vit draga tosk í logn, og vit liggja bakk í ódn.
    Vit eiga lut í havinum og eru havsins børn.

    6. Og havið tað er erligt, erligt er hvørt bárubrot –
    og einaferð vit sigla heim, tá skútan fer í rot,
    og tá gerst ferðin lættast, um tú ei bert tungan leyp.
    Nú, drekk, hin rádni! hesin gamli eigur upp í steyp.

    Heimkoman

    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Jákup Mortensen

    Hon kom til mín nú eitt kvøldið
    eg afturkomin var.
    Eg spurdi og hetta hon svarar:
    eg sannleikan vil siga fyri tær.

    Eg elski teg og bert tín vil vera
    men tekur tú meg ei eg veit
    at sorgina ei eg kann bera
    á í vónloysi tú meg hevur leitt.

    Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men –
    tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær.

    Ja, nú veit eg hvat eg vil gera:
    eina aðra eg finna mær vil,
    sum trúgv í móti mær vil verða,
    til deyðin okkum skilja vil.

    Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men –
    tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær

    Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera:
    Eina aðra eg finna mær vil,
    sum trúgv í móti mær vil verða,
    til deyðin okkum skilja vil.

    Rósan

    Orð og lag: Jákup Mortensen

    Sáðið í jørðina grivið
    við miklum huga og tol.
    Tá ið tað burtur er blivið,
    tá eftir er bert eitt hol.

    Upp ein rósa man næla,
    so vøkur og prúð hon er.
    Nógv verður um hana talað,
    tí reyðlitt bløð hon ber.

    Rósan hon mangan man gleða,
    í álvara sum í gleim.
    Og eftir lívið flaga
    grøvina við teim.

    Men einaferð tað hendi,
    at rósan burtur var.
    Tikin av regni og vindi
    og deyða sín funnið har.