Út á havið

    Robert McBirnie
    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Gylfi Ægisson

    Út á havið halda enn
    glaðir, kátir fiskimenn.
    Landið brátt úr eygsjón fer,
    bert fjallatindar enn tú sær.
    Tá vit koma út á mið,
    fer trolið út, gev ongum grið.
    Ja, altíð hendir okkurt tá
    ið skiparin í loddið má,
    ja, altíð hendir okkurt tá,
    tá fiskur er at fá.

    Hetta gjørdist valakast:
    vit nærum fingu fulla last
    blóðga, kryvja, eingin friður
    meðan summir ísa niður,
    summir ísa niður allir stríðast og strevast.
    Allir bróta vakt um vakt
    og tað er ikki ov nógv sagt,
    at hóast hetta hundalív
    og longsil heim til børn og vív,
    so lempa teir framvegis ís,
    teir ei nevna fiskaprís.

    Ja, hetta ljóðar kanska hart,
    men hvat so tá vit draga svart?
    Tá hýrur ringur er umborð,
    tó eingin talar vandaorð
    um høgu menn, ið seta prís
    á upsa, tosk, sjálvt kalvalýs,
    og summir kvotur, aðrir bann,
    og hugsa ei um hann, sum kann.
    Um tú væl við honum fer
    hann her liviligt tað ger.

    Treytin hon er uttan roks,
    at fiskurin er fyrsta floks,
    tá prísurin hann hækkar,
    meðan arbeiðstímar fækka,
    landsstýrið tað takkar,
    skatturin hann lækkar.
    Men tíð er ikki her umborð
    at hugsa um hesi føgru orð.
    Um dekkið fult av fiski er,
    tá koyggjan fremst í huga er –
    tá veiðan øll er komin inn,
    teir troyttir tørna inn.

    Havið okkar’ lagna er,
    tað er lívið, okkar’ verð.
    Landið brátt úr eygsjón fer,
    bert fjallatindar enn tú sær.
    Tá vit koma út á mið,
    fer trolið út, gev ongum grið
    ja, altíð hendir okkurt tá
    ið skiparin í loddið má
    ja, altíð hendir okkurt tá,
    tá fiskur er at fá.

    Heimkoman

    Orð: Robert McBirnie
    Lag: Jákup Mortensen

    Hon kom til mín nú eitt kvøldið
    eg afturkomin var.
    Eg spurdi og hetta hon svarar:
    eg sannleikan vil siga fyri tær.

    Eg elski teg og bert tín vil vera
    men tekur tú meg ei eg veit
    at sorgina ei eg kann bera
    á í vónloysi tú meg hevur leitt.

    Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men –
    tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær.

    Ja, nú veit eg hvat eg vil gera:
    eina aðra eg finna mær vil,
    sum trúgv í móti mær vil verða,
    til deyðin okkum skilja vil.

    Ja, hvat skal eg gera, hon nú mín vil vera, men –
    tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær

    Ja, nú veit eg, hvat eg vil gera:
    Eina aðra eg finna mær vil,
    sum trúgv í móti mær vil verða,
    til deyðin okkum skilja vil.

    Rósan

    Orð og lag: Jákup Mortensen

    Sáðið í jørðina grivið
    við miklum huga og tol.
    Tá ið tað burtur er blivið,
    tá eftir er bert eitt hol.

    Upp ein rósa man næla,
    so vøkur og prúð hon er.
    Nógv verður um hana talað,
    tí reyðlitt bløð hon ber.

    Rósan hon mangan man gleða,
    í álvara sum í gleim.
    Og eftir lívið flaga
    grøvina við teim.

    Men einaferð tað hendi,
    at rósan burtur var.
    Tikin av regni og vindi
    og deyða sín funnið har.