Í dalinum hugtungur gekk eg

    Orð: Sámal á Toftini
    Lag: Hallgrím Miðberg

    1. Í dalinum hugtungur gekk eg
    og hugsaði um, hvat var hent,
    um gleðina, friðin so søtan,
    sum hjarta mítt fyrr hevði kent.
    Eg mintist tær signaðu løtur,
    tá Jesus, eg fylgdist við tær,
    so lættar mær kendust tær gøtur,
    alt fagurt og ljóst tú vart mær.

    2. Men heimurin lokkandi dró meg,
    og høvdingi hans dugdi væl.
    „Hygg alt tað, sum hjarta títt krevur,
    tað er her, tú eiga tað skal.
    Tær nýtist ei hugsa um annað
    enn bara at hava tað gott.“
    Men eitt var, hann ikki mær segði,
    at einaferð ævig er nátt.

    3. Og longri og longri burt fór eg,
    í syndum og lystum eg svav
    og royndi at skúgva tað frá mær,
    at lív títt tú fyri meg gav.
    Men myrkrið bert seig meira um meg,
    tí syndin, hon helt mær so fast,
    tá brádliga skein gjøgnum myrkrið
    av Himlinum ljósið so bjart.

    4. Tá talaði Harri, tú, við meg
    og vísti mær hæddina á.
    Tú baðst meg at hyggja upp hagar
    og siga tær, hvat ið eg sá.
    Eg eygunum vendi mót Himli,
    sá tindrandi, stjørnufult hav
    og hválvið, so fagurt av litum –
    ein forsmakk av dýrdini gav.

    5. Har uppi, áh, Jesus, tú goymir
    ein ævigan bústað til mín,
    tí við tínum blóði tú keypti
    tey burtvilstu aftur til tín.
    So trygt og so væl tú skalt leiða
    tey fram fyri Faðirin har.
    „Hygg øll tey, tú gavst mær at eiga,
    um ævir tey verða mær nær.“

    Tá Jesus hin dag móður

    Orð: Sámal á Toftini
    Lag 1: Sámal á Toftini
    Lag 2: Hallgrim Miðberg

    1. Tá Jesus hin dag móður
    við brunnin hvílu fekk
    og talaði við hana,
    sum eftir vatni gekk,
    hann henni beyð at drekka
    tað vatn, ið rennur frá
    tí keldu, kláru, reinu,
    til ævigt lív at fá.

    Niðurlag: Tað er ein á, ið rennur,
    sum aldri torna kann,
    ein kelda, full av náði,
    til tann, sum hana fann.
Hann er hin á, ið rennur,
    og aldri torna kann,
    :,: hin kelda, full av náði,
    til tann, sum hana fann. :,:

    2. Hon drakk av lívsins keldu
    og kendi tá við eitt
    ein kærleika so reinan,
    eitt hjarta eymt og heitt.
    Hon legði sína byrði
    við Jesu føtur tá,
    og glað um hjartað fór hon
    at siga øðrum frá.

    3. Bið tú tí, eins og kvinnan,
    um lívsins vatn at fá.
    Úr kelduni tí reinu
    skal streyma náði tá.
    Tá fært tú nýggja megi,
    tí alt hann gjørdi væl.
    Tín sál skal finna gleði,
    í ævir frelst og sæl.

    Náði

    Orð: Sámal á Toftini
    Lag: Jóan Magnus K. Olsen

    Tann náði á Harri, Tú víst hevur mær
    Er óuppiborin, tað veit eg so væl
    Men rødd tín meg kallaði, eymt og so milt
    Kom til Mín Mítt barn, Eg frelsa teg vil
    Tú fyri meg doyði, eg skilji tað ei
    Tú komst jú úr Dýrdini, á mína leið
    So veikur og lítil, tó elskaður høgt
    Á trúfasti Jesus, eg sigi Tær takk

    So undrandi hjartað man spyrja

    Orð: Sámal á Toftini
    Lag: Charles Hutchinson Gabriel

    1. So undrandi hjartað man spyrja,
    áh, Jesus, hvat sást tú í mær?
    Óverdigan, syndigan, skitnan,
    av menniskjum vrakaður var,
    tó – tá ið eg djúpast lá fallin,
    í syndini válkaði mær,
    tú lyfti meg upp aftur, Harri,
    og helt mær so fast inn at tær.

    2. Ei skalv hon, tann hond, tú mær rætti,
    tó særd hon av naglanum varð.
    Teir armar so sterkir mær hildu,
    tín síða, hon spjótsárið bar.
    Tú segði: „Mítt barn, eg teg elski,
    í ævir tú vera skalt mín!“
    Tá fyltist mítt hjarta við gleði,
    ja, Jesus, tá gjørdist eg tín.

    3. Tær gøtur, so hálar og brattar,
    eg royndi at stríða meg á,
    tó mangan so beinar og slættar,
    at vandarnar ikki eg sá,
    tó veit eg, eg ei sleppi undan
    teim royndum, tú ætlaði mær.
    Men nú er tað tú, ið meg leiðir,
    mín sál teg í andanum sær.

    4. Mítt ynski er, Gud, nú at vera
    eitt vitni her trútt fyri teg
    og øðrum tann boðskap at bera,
    hvat tú hevur gjørt fyri meg.
    Hjálp tú mær at eta ta føði,
    sum orð títt til sálina er,
    so eg kann tær vera til frøi
    ta tíð, tú kanst nýta meg her.

    Tá Son sín Gud skal senda

    Orð: Sámal á Toftini
    Lag: Eyðun Jacobsen

    1. Tá Son sín Gud skal senda
    at taka síni heim,
    skalt tú við teimum lenda
    og ognast gleði, gleim
    á teimum ljósu strondum,
    har lívsins á so rein
    fram við lívstrænum rennur,
    har frísk er hvør ein grein?

    2. Hann skal í dýrd skjótt koma
    og einglaherur við
    – á trónu skal hann sita –
    tá sæst eitt veldigt lið.
    Og lúðurin skal ljóða
    við yvireingils rødd;
    vit hoyra boðið góða:
    Kom heim, tú sálin mødd!

    3. Í dýrd vit skulu klæðast
    og verða eins og hann,
    sum fyri okkum stríddi
    og sigur okkum vann.
    Í tøkk mítt hjarta rópar:
    áh, Harri, Harri mín,
    í ævir skal eg syngja
    lov, prís og tøkk til tín.