Vár Harra Jesus í tí nátt

    Orð: K.L. Aastrup
    Týtt: S.A. Weihe

    1. Vár Harra Jesus í tí nátt,
    tá hann av sínum svikin
    við kvølum toldi syndamátt,
    av syndarhondum tikin,

    2. seg sjálvan gav sum lívsins breyð
    og vín, sum sáttir gjørdi,
    tá okkar egna syndaneyð
    til kross og grøv hann førdi.

    3. Tí eru á hans borði kveikt
    tey ljós, sum vit nú skoða,
    tey vitna um alt dimt og veikt,
    sum okkara umboðar.

    4. Hjá okkum valdar myrkurs kós,
    hon leiðir norð og niður;
    bert her, ja, einans her er ljós,
    hvar Krist við okkum biður.

    Til okkum her á lágum støðum

    Orð og lag: Sámal Andrias Weihe

    1. Til okkum her á lágum støðum
    í dag er sendur Harrin Krist;
    sum sólarris av himni høgum
    Guðs náði hevur heimin gist.

    2. Men Betlehem, tú lítli staður,
    av heimsins smáu størstur er;
    í tínum gøtum lýsti dagur,
    sum rann úr ævinleikans verð.

    3. Í tær er savnað mannavónin
    og tað, sum vísmenn hava rátt;
    um aldur streymar gleðitónin
    í tíni fyrstu jólanátt.

    4. Tøkk, ævinleikans mildi faðir,
    títt Betlehem mítt eyga sær;
    nú ikki longur myrkrið ræðir,
    tí ljósið eiga vit í tær.

    Sum hjørtur á løkirnar stundar

    Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Oluf Ring
    Týtt: Sámal Andrias Weihe

    1. Sum hjørtur á løkirnar stundar
    at stilla ta tostleittu trá,
    so sál míni leingist til fundar
    við, livandi Guð, tær at ná,
    tí tú ert tann ævigi brunnur,
    sum tostan at sløkkja mær unnir,
    so aldri hann kennist mær meir.

    2. Mær dagar og nætur burt fjara,
    og sálin seg leskar við sút;
    eg kann bara kúra og kæra
    og kenni mær ongan veg út.
    Nær síggi eg aftur Guðs náði?
    Nær kemur tann stund, at eg vági
    fram fyri hans ásjón at stá?

    3. Har avgrundardýpið meg dregur
    av rókum sum stoyttum í gler,
    á uttastu trom er mín vegur,
    og fram eftir fummum mín ferð;
    í ørandi angist mín fótur
    man trilva í rivur og gjótur,
    o, Harri, tú hoyr míni róp!

    4. Tú ert jú tann kletturin baldi,
    tí bygdi eg hús á títt orð,
    og um tú at sleppa mær valdi,
    skjótt rapað tað hevði í sor;
    tá stormflóðin mikla alt krevur,
    og meðan tú dvølist og svevur,
    í bylgjunum køvist mín sál.

    5. Tá onnur í kirkju sær leita,
    má eg sita eftir í vrá;
    tá ljómar og tøkkir tey veita,
    kann eg ikki lýða hará;
    mín ljómur er gremjan og klagur,
    so verður mær hvør halgidagur
    sum gerandis burtur í kvøl.

    6. Tó, sál mín, tú gevi tí gætur,
    tú bilgist og letur so í,
    at fjara burt dagar og nætur,
    so ræður Guð sínari tíð!
    Og einaferð tekur at lýsa,
    tá skalt tú við lovsangum prísa
    tí Harra, sum hollastur er!

    7. Við sannleikans ljósi hann førir
    meg frelstan um tempulsins grind,
    har orðið mítt hjarta so rørir,
    at gloymd er øll gremjan um synd;
    sjálvt tunga mín megnar seg frøa
    við lovsangir Harrans at kvøða;
    hann eina mín loysnari er!

    So dýrdarrík er talan

    Orð: Th. W. Oldenburg
    Lag: Guðs góðsku glað nú prísa
    Týtt: Sámal Andrias Weihe

    1. So dýrdarrík er talan
    um sálarhirðan tann,
    sum oss frá syndatrælan
    við blóði sínum vann,
    og sum av himnaborg
    sítt náðiár enn boðar,
    so hvør tann, ið tað skoðar,
    fær stillað alla sorg.

    2. Guð, lat teir gleðistreymar
    oss kennast so í sál,
    at ikki villir dreymar
    oss káma burtur mál;
    men gev vit fylgja tær,
    so vit við dagsins enda
    í himni hjá tær lenda,
    har tú oss lívið fær.

    Mín vón og øll mín gleði

    Orð: J. Walter / Sthen
    Lag: Týskt verðsligt lag
    Týtt: Sámal Andrias Weihe

    1. Mín vón og øll mín gleði
    er summartíðin sæl,
    sum Guð á sínum degi
    oss ævigt veita skal;
    tá jørð og himmal trína
    í nýggjum líki fram,
    hvør skapningur tá skína
    í dýrdarljósi man.

    2. Tá sól og stjørnur glógva
    í ringi túsundfalt,
    sum himna perlur nógvar
    tær lýsa yvir alt,
    ið býr á tempulsteinum,
    har Harrin sjálvur er,
    og lívsins á ta reinu,
    sum fram við teimum fer.

    3. Men her í trongum dølum
    ei muður mæla kann
    um dýrd í himnasølum
    og um Guðs friðin tann,
    sum andin okkum gevur;
    bert har vit kunnu sjá
    tað, sum var troystarvegur,
    og sum vit trúðu á.

    4. Har endar allur tregi,
    ei hoyrist klagurødd,
    alt vent er nú til gleði,
    av longsli sælan fødd;
    um Harrans ljósu trónu,
    har gleðin er ótøld,
    við lívsins gyltu krúnu
    er halgimanna fjøld!

    5. Tey okkum skulu fevna
    og ikki skammast við,
    oss systkin síni nevna,
    og ganga oss við lið
    og fagnarliga møta
    tí, sum fullkomið er
    av gróðrinum tí søta
    í Kristi frelsugerð.

    6. Tað, einki oyra hoyrdi,
    og einki eyga sá,
    tað, eingin hugsa tordi,
    vil Guð tá vísa á;
    í klárum himnahøllum
    er lívsins gáta loyst,
    tá Guð er alt í øllum,
    og náðin er útoyst!

    7. O, Guð vár, tær til heiður,
    av miskunn, sum tú gav,
    legg hagar várar leiðir,
    ið sól ei fer í kav!
    Veit okkum trúarmegi,
    til stundin kemur sæl,
    sum tú á tínum degi
    oss ævigt veita skal!

    Jesus, kom og hjá mær ver

    Orð: Sámal Andrias Weihe
    Lag: Joh. Crüger

    1. Jesus, kom og hjá mær ver,
    leið meg fram við Andans megi,
    so at eg í tíni gerð
    fullvæl meg av hjarta gleði.
    Lýs mær gjøgnum dimmu nátt,
    leið tú meg og gev mær mátt.

    2. Myrkurs veldi flýggja má,
    tá tú sendir náði tína,
    tín er Andans kraftin svá,
    at tað ónda er at dvína.
    Alt hitt vánda liðið skal
    við ósigur rýma val.

    3. Um tær alt vil standa mót,
    sum tað ringa fram her alir,
    tú tað tekur upp við rót,
    tá tú náðarorðið mælir,
    sáar sáð í búna jørð,
    so við Andanum tað grør.

    4. Alla vón og alt mítt lit
    seti eg á náði tína,
    ei á mannaverk og vit,
    hvussu holl og sterk tey sýna.
    Náði tín nóg mikið er,
    ei mær tørvast meira her.

    Ein fagur vegur er hjá teim

    Ein fagur vegur er hjá teim,
    sum Jesu gerning skoða,
    at ganga gjøgnum henda heim
    við kærleiks milda loga
    og tendra ljós, sum heit og klár
    seg onga løtu dylja,
    men lýsa Harrans náðiár
    í Kristi trúgv og vilja.

    2. Hvat gagnar tað at røða væl
    og allan vísdóm vita,
    at eiga fult av gávum tal
    og trúgv, sum fjøll kann flyta,
    hvat munar mans, ja, eingla mál
    og spádóms djúpu grundir,
    tá heimsins ok er lagt á sál,
    og kærleikin er undir?

    3. Ja, Jesus vár, tú veitst tað best,
    tú hevur vegin gingið,
    og tó tú átti valdið mest,
    so hevur tú tær fingið
    tann lut í tíni jarðarmynd
    sum tænari at líða
    og møta heimsins háð og synd
    við kærleikssmíli blíða.

    4. Tað er ei nakað loyndarmál,
    sum eg fyrst skal út grunda,
    men, Jesus, minn tú mína sál
    á kærleikan at stunda
    á vegnum, fagrastur er her
    og gjøgnum heimin gongur,
    og har hvør gerð av sonnum er
    til tín ein takkarsongur.

    S.A. Weihe.

    Guð Harrin leit av himni hátt

    N.F.S. GrundtvigHenrik Rung
    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Henrik Rung
    Týtt: Zacharias Brimnes (ør. 1-5) og Sámal Andrias Weihe (ør. 6-7)

    1. Guð Harrin leit av himni hátt
    til jarðarríkið niður
    at finna her eitt hjarta gott
    við rættvísi og friði;
    men her var einki mannkyn til
    við sakloysi, sum Guð tað vil,
    av heiminum ódálkað.

    2. Tí tú sært mína syndaskuld,
    mín skapari og faðir;
    um heiminum hon øll var duld,
    tú visti, hvat mær bagir.
    At telja upp eg megni ei
    øll brek, øll føll á míni leið,
    tey stóru og tey smáu.

    3. Men ráðini tú visti væl
    – vilt syndarar ei týna.
    «Nú sonur mín tað gera skal:
    mín kærleika at sýna.
    Hann maður er, men himni frá,
    so ein og hvør, hann troystar á,
    skal mær sum sonur vera.»

    4. Nú Jesu trúgv er alt mítt treyst;
    tó er tín ríka náði,
    sum tú í Jesusi gav reyst,
    ein gáta, eg ei ráði;
    um hjarta mítt skal ugga fá,
    eg klókskapi má víkja frá,
    sum heimurin mær bjóðar.

    5. O tú, sum skapti hjarta mítt
    – tað loyndarfult man vera –
    ger tú tað eins og hjarta títt
    til himmal-spegl at bera;
    so skal tín kærleiki fullvæl
    mær kenna meir, enn eg veit av,
    um tína ríku náði!

    6. Tá sýna skal víst andin mær
    við sínum ljósi bjarta
    ta himnakós, sum Jesus sær
    í hvørjum mannahjarta,
    og rættvísi eg finna skal
    í honum, sum alt gjørdi væl,
    og sum tín góðska sendi.

    7. Og tá, sum lotið rekur skýggj,
    tín andi blítt meg leiðir,
    mær ognast skal tann kenslan nýggj,
    sum loyndarmál øll greiðir:
    tú hevur skuldum útihýst
    við Jesu navni fyrst og síðst,
    í tí eg sælu eigi.

    Ger beinar Harrans leiðir

    Orð: Frans Michael Franzén
    Lag: Týskt fólkalag
    Týtt: Sámal Andrias Weihe

    1. Ger beinar Harrans leiðir
    og slætta honum veg!
    Profetaorð, Guðs heiður,
    nú opinbera seg.
    Tín kongur til tín kemur,
    og rættvísi hann fremur.
    Hans navn hálovað er,
    tí signað er hans ferð.

    2. Tøkk ljóði allar staðir,
    um vón, sum ber, syng hátt!
    Breið pálmar út og klæðir
    at heiðra himnadrott.
    Guðs lyfti eru sannað,
    so rópa: Hosianna!
    Hans navn hálovað er,
    tí signað er hans ferð.

    3. Hans ríki og hans heiður
    er í Guðs faðirs hond,
    og lóg hans, sum seg breiðir
    út um øll heimsins lond,
    við heitar kærleiks logar
    tær frið og náði boðar.
    Hans navn hálovað er,
    tí signað er hans ferð.

    4. Jerusalem var oyðin,
    og tóm lá tempulgrund.
    Guðs orð enn aldri doyði,
    men bar á royndarstund.
    Nú Kristi ríki stendur
    og geislar sínar sendir.
    Hans navn hálovað er,
    tí signað er hans ferð.

    Er grindin trong, er gøtan mjá

    Mikkjal á Ryggi
    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag: Sámal Andrias Weihe

    1. Er grindin trong, er gøtan mjá,
    er møðsamt upp at streva,
    eg veit, mær Harrin gongur hjá,
    og hann vil kraft mær geva;
    um stríðan streym og hvassa grót
    og brøttum brekkum upp ímót
    hans sterka hond meg styðjar.

    2. Og tykist ofta leiðin long,
    mást tungan kross tú bera,
    gerst ilin sár og eym hvør spong,
    lat Guð tær hugin herða,
    so hjartað fellur ei í fátt;
    minst til, at innan himlagátt
    ei nakar veit av vanda.

    3. Minst til, at í Guðs bjørtu borg
    er eingin trongd og møði,
    er einki suff, er eingin sorg,
    men ævig hvíld og frøi,
    tí sálin er av syndum rein,
    og aldri fær hon aftur skein,
    Guð skjøldur er og verja.

    4. Í dýrd og dygd hvør dagur fer,
    alt ljótt, alt ilt má flýggja;
    teir vinir, sum vit mistu her,
    vit har í sælu síggja;
    ímillum einglar frelst og fró
    hvør tunga kvøður takkarljóð,
    Guðs heiður allar ævir.