Føðiland mítt

    Orð: Louis Zachariassen
    Lag: Sámal Petersen

    1. Føðiland mítt!
    tú ert fagurt og frítt,
    hátt mót himninum tindarnir renna.
    Brimið við strond
    sum ein hartandi hond
    elur kenslur í barmi at brenna.

    2. Landið er enn,
    sum tá fyrstu ferð menn
    mundu vegin til oyggjanna finna.
    Brøgdini tá
    siga sjónliga frá,
    hvussu mikið teir kundu útinna.

    3. Sálaðist alt,
    gjørdist stirvið og kalt,
    meðan burt hvurvu menskir av vali.
    Mann eftir mann,
    meðan tíðin hon rann,
    gjørdist daprari dimmið í dali.

    4. Onkuntíð tá
    fram úr myrkrinum brá
    onkur neisti, ið lív vildi kveikja.
    Níðingar brátt
    vendu degi til nátt,
    fingu feitasta bita at sleikja.

    5. Síggja vit enn,
    hvussu sárliga menn
    hava sligið, so eygað gerst kalið.
    Royni teir nú!
    Vit í treysti og trú
    vilja fram aftur møta á vali.

    6. Hamrar og gil,
    so sum skorin er til,
    eins og fjøllini eru tey somu,
    fløtan so fríð
    undir grønkandi líð
    – tað er landið, ið fedrarnir nomu.

    Á skúlabeinki

    Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
    Lag: Sámal Petersen

    1. Sólin skínur, og nú er vár –
    seg klokkan so seinliga flytur.
    Silvurlín hevur sólvakurt hár,
    á næstfremsta beinki situr.

    2. Sólin skínur, og nú er vár
    um keðsamar, útslitnar bøkur.
    Silvurlín fylti sekstan í gjár,
    hon er so vill og vøkur.

    3. Vár er komið, og sólin skín,
    hon skyggir í síðsvørtum hári.
    Sárt eg droymi um Silvurlín,
    eg ungi, forelskaði dári.

    4. Vár er komið, og sólin skín,
    hon spælir á dúnbrúnum armi.
    Lítið grunar hon, Silvurlín,
    um kenslur, mær brenna í barmi.

    Nú firnast sól á síni ferð

    Orð: Olivar á Ryggi
    Lag: Sámal Petersen

    1. Nú firnast sól á síni ferð,
    hon fjalir andlit blítt,
    og vetrarbúnað foldin ber,
    ið fyrr stóð summarskrýdd.

    2. Nú tegir bergsins stolta rødd,
    og stirðnað er hvørt strá,
    hin fagra lindin burturmødd,
    um sjóvarmálan lá.

    3. Hvar flókin niður homrum hekk,
    og lognin leikti blíð,
    nú valdið yvir øllum fekk
    hin stranga vetrartíð.

    4. Nú blómubrosið stirðnað er
    av deyðans køldu hond,
    og trívist bert hitt kalda gler,
    ið tekir fjallarond.

    5. Men lív skal aftur landi ná,
    tá viknar vetrarvald,
    og reisast alt, ið lívleyst lá,
    og spreingja deyðans vald.

    Søkkur í havið nú setandi sól

    Orð: Hans Dalsgaard
    Lag: Sámal Petersen

    1. Søkkur í havið nú setandi sól,
    tjøldur í fjøruni kúra,
    ansa ei litin um brandandi hól.
    Hví munna tey sita og stúra?

    2. Rísur tú upp aftur, setandi sól,
    vilt tú úr havinum stíga?
    Nær skal eg síggja tín glitrandi stól?
    Tungt munna stundirnar líða.

    3. Geislandi sól, tú drotningin dýr,
    nær manst tú koma úr kavi?
    Bert tú mær kvøðu frá vini, ið býr
    fjart handan fjallið og havið?

    Sunnangul mjúkt fer um grasmettan haga

    Orð: Sverre Patursson
    Lag: Sámal Petersen
    Viðmerking: Yrktur í 1902.

    1. Sunnangul mjúkt fer um grasmettan haga,
    fjalltindar bjartir úr dúnhami kaga.
    Signaða summar um sjógv og um dal,
    kærasta sólin, ið fløvar so væl!

    2. Neyt goymdi Guðrun í dalinum feita,
    silkibleytt gras, hvar hon mundi seg tveita,
    droymdi sær eydnu og sælu í sinn’,
    hugurin reikaði støðugt um Finn.

    3. Loynisamt bríksl tónar fram millum fjalla;
    klárvakin Guðrun sítt høvur man halla,
    blóðið tað hitnar og roðar á kinn:
    eyðkendur ert tú mær, dýrasti Finn’!

    4. Títlingur syngur í lofti við gaman
    yvir teim hjørtum, ið her hittast saman.
    Fagur var fundur í dalsins frið,
    fegin er Finnur við Guðrunar lið.

    5. Harrin, ið sær yvir dølum og fjøllum,
    hann, sum er altíð so trúgvur í øllum,
    einans var vitni, gav játtilsi sítt,
    signaði bandið, her saman varð knýtt.

    Alda brýtur

    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Sámal Petersen

    1. Alda brýtur – hvít – hvít – hvít –
    vætir hvítan sand.
    Átti eg mær segl og far,
    fann eg fagurt land.

    2. Vindur suðar – suð – suð – suð –
    yvir grønan teig.
    Átti eg mær vinda vong,
    fleyg eg langa leið.

    3. Sólin skínur – bjørt – bjørt – bjørt –
    fróur fuglur er.
    Sást tú, lítli, longsil mín,
    veitst tú, hvar hann fer.

    4. Ikki sást tú longsil mín,
    hansar leið er døkk,
    dvølist enn við gjáarkjaft,
    har ið eydnan søkk.

    5. Og har hoyrdist eittans suff,
    kanska hoyrdust tvey.
    Eg veit sál, ið svanahvít
    móti himli fleyg.

    6. Alda brýtur, deyð – deyð – deyð –
    hon, ið var mær hjá.
    Gævi Gud, at eg sum tú
    undir torvu lá.

    Far lítli útum eina løtu og spæl

    Orð: Finnbogi Ísakson
    Lag: Sámal Petersen

    1. Far lítli útum eina løtu og spæl
    og ver nú so fittur ein drongur.
    Tí nógv er at spyrja um, tað veit eg væl,
    men møð ikki abba tín longur!

    2. Nei, spyr ikki abba, hví sólin er heit,
    og ikki, hví mánin er hálvur.
    Tí líka so lítið helst abbi tín veit
    um tílíkt, sum hvat tú veitst sjálvur.

    3. Og spyr ikki meira, um verðin er rund,
    er trýkantað ella ein flata,
    men bygg tær ein bátin og sigl yvir sund,
    tú skalt av tær sjálvum tað fata.

    4. Hví abbasa bein munnu vera so veik,
    hví skeggið á høku man sita,
    hví vangin er gráur, hví ryggurin sveik –
    á, livir tú, fært tú at vita!

    5. Hví fiskurin liva í havinum kann,
    hví ritur í berginum karra,
    hví vatnið er kalt, og hví eldurin brann –
    ja, alt tað veit bara Várharra.

    Signaða navn, deyðkomnum sálum tú bjargar í havn

    Orð: Jóan Chr. Poulsen
    Lag: Sámal Petersen

    1. Signaða navn,
    deyðkomnum sálum tú bjargar í havn,
    náði tín lýsir sum alføgur sól,
    óttandi sálum teim veitir tú skjól;
    signaða navn,
    deyðkomnar sálir tú leiðir í havn!

    2. Signaða navn,
    útmøddar sálir tú tekur í favn,
    armur tín røkkur um oyggjar og lond,
    eingin kann ríva oss av tíni hond;
    signaða navn,
    útmøddar sálir tær søkja tín favn!

    3. Signaða navn,
    føðslu tú veitir til dúgvu og ravn,
    fjølbroytt er lívið á víðari fold,
    trásjúkt er sinnið, sum veikligt er hold;
    signaða navn,
    føðslu tú veitir til dúgvu og ravn!

    4. Signaða navn,
    ver mær tað stavnhald, eg leggi við stavn,
    fríð gerst tá ferðin um bylgjandi sjó,
    horvin er ótti við himnanna ló;
    signaða navn,
    tú ert tað stavnhald, eg leggi við stavn!

    Ein firvaldur í góðum lag

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Sámal Petersen

    1. Ein firvaldur í góðum lag
    fleyg heim av mýru summardag
    og vildi flugu hitta.
    Hann hevði frætt og fregnað tað,
    at hon var fljóðið fitta.

    2. Hann setti seg á køstagarð.
    Í stundini var flugan har:
    »Hvør trevil á tær skínur,
    og onkur hevur bustað tær.
    Hvat vilt tú her so fínur?«

    3. »Eg komi her at hitta teg,
    og vilt tú ikki eiga meg
    og fylgja mær í mýru
    tá døggin fellur, flákri eg
    um sóljukopp og sýru.

    4. Mítt lív er leikur, frítt og bjart,
    og um tú saman við mær vart,
    nógv bjartari tað gjørdist;
    tí snýði títt tað er mær kært,
    av tí eg higar førdist.«

    5. Men flugan svarar fyri seg:
    »Nei, eg vil ikki eiga teg,
    eg rúki røst av tvøsti.
    Far burtur frá mær, flúgv tín veg,
    tú unnast ei í køsti.«

    6. Firvaldur gjørdi, sum hon beyð,
    hann aftur heim í mýri fleyg;
    tó sárur kendist tokkin;
    men flugan hevði onga neyð –
    hon fór til grindalokkin.

    7. Tí líka børn tey leika best,
    tað vita fólk og flugur flest,
    og slíkt er gott at vita;
    tí hann man altíð missa mest,
    ið annað fram vil flyta.

    8. Ein grindalokkur hann er so,
    at fluguni hann sendir boð;
    tey liva ei av sýrum.
    Firvaldur sýgur smæru, og
    hann unnast best á mýrum.

    Sangir fyri ítróttarmenn I

    Orð: Mikkjal á Ryggi
    Lag 1: Sámal Petersen
    Lag 2: J.P.E. Hartmann

    1. Morgunroðin lýsir
    bjart á fjøll og skýggj,
    brátt úr havi rísur
    sólin blonk og lýggj.
    Yvir líð og eingir
    náttardøgg er løgd.
    Reisist gentur, dreingir
    upp til dagsins brøgd.

    2. Morgunluftin blíða
    sál og sinn ger fró.
    Upp til Guð lat stíga
    fagurt takkarljóð!
    Yvir fjallatoppar
    hevji seg várt mál,
    sýn, at frískir kroppar
    goyma fríska sál.

    3. Tøkk, Guð faðir, fyri
    verju væl í nátt,
    vit og manndómsvirði,
    heilsu, lív og mátt!
    Nú á ungum degi
    alt á foldum er
    fult av lívsins gleði,
    tøkk til tín fram ber.

    4. Sum á kinnum brennur
    reyða heilsuglóð,
    so í øðrum rennur
    lætt várt unga blóð.
    Ítróttin í limir
    leggur merg og magn.
    Unglingar so fimir
    elska gleim og gagn.

    5. Ein so dýrur skattur
    gleðin er á fold;
    ljósur andi lættur
    lyftir seg frá mold,
    vónir vinna veingir,
    sálin gerst so sterk,
    fara gentur, dreingir
    út til dagsins verk.