Eg havi Kristi kærleik

    Orð og lag: O.A. Lambert og Johnnie Hope
    Týtt: Øssur Berghamar

    1. Á Golgata, har Jesus leið deyðan fyri meg,
    hann gav sítt lív so heilagt, og friðin eigi eg.
    Nú syngi eg um hann, sum drakk ta beisku skál,
    so eg fekk Kristi kærleik í mína sál.

    Niðurlag: Eg havi Kristi kærleik í míni sál,
    :,: í míni sál, :,:
    og hann er øll mín gleði, mítt lív, mítt mál,
    tí hann livir jú í míni sál.

    2. Og um teg syndin freistar, og veikur tú tá ert
    tá minst, hans eyga vakir, hann veit um tað, tú gert.
    Á, bið hann tá um kraft, er gøtan myrk og hál,
    so kennir tú hans kærleik í tíni sál.

    Tá ið tokan lættir av

    Ira David SankeyVictor Danielsen
    Orð: Annie Herbert Barker
    Lag: Ira David Sankey
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Tá ið tokan lættir av, og gyltu heyggjar stíga hátt,
    tá ið sólin gyllir lívsins á, og burtur er øll nátt,
    tá ið uppfylt er hvørt lyfti, okkum Faðirin gav her –
    áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

    Niðurlag: Kend, vit skulu kennast tá,
    saknur skal ei hjartað ná,
    tá ið dimmið lættir, tá hin lívsins sól ei undir fer –
    áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

    2. Mangan vegurin var trongur, mangan tungt várt hjarta var,
    mangan gingu vit í toku, sóu ikki landið har;
    gloymt tað alt er, tá hann sigur:
    Kom mítt barn, og troystað ver! –
    Áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

    3. Ja, vit stíga inn við gleði, skulu kring hans trónu stá,
    síggja hann, sum okkum elskar – kend, vit skulu kennast tá!
    Og í allar ævir tunga vár hans navni lovsong ber –
    áh, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er!

    Áh, sæla vón

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Maoriskt (Zacharias Zachariassen umgjørt)

    1. Tað er eitt, sum gevur megi,
    tá ið lívið tykist tregið,
    sum í sorgum skapir gleði,
    tað er henda vón:

    Niðurlag: Áh, sæla vón,
    Jesus kemur brátt,
    á middegi, nón,
    ella mitt á nátt.
    Áh, dýra vón,
    eg skal Jesus sjá,
    áh, signaða vón,
    honum vera hjá.

    2. Lat tað kennast, har eg eri,
    lat tað merkja alt, eg geri,
    at í huganum eg beri
    hesa dýru vón.

    3. Tá so tíðin her er svunnin,
    fagur sigurskransur vunnin,
    tá av sonnum er upp runnin
    henda sæla vón.