Kom tú Guðs heilagi, skapandi andi

    1. Kom tú Guðs heilagi, skapandi andi,
    kom tú at fylla títt hús her á jørð;
    fólkið, sum aftur tú føddi, tá vandi
    kúgaði hugan, og eydnan var hørð;
    hjørtuni boyggi tú saman av náði,
    ljós títt tú tendri, hvar myrkrið lá tætt,
    lívið tú veki, hvar deyði og váði
    slektina køvdu, ið brá burt úr ætt.

    2. Eyga mítt hevji tú upp til tað høga,
    har sum ei syndin kann dimma títt ljós,
    har sum ei verðin fær sár til at bløða,
    har sum hann livir, ið her fekk eitt fjós;
    gev mær at hóma hans dýrdfulla loga,
    gev mær at kenna hans frelsandi náð,
    gev mær hans bílæti gjølla at skoða,
    at eg á sinni hans andlit má sjá.

    G. Bruun

    Kom, latum okkum fara

    1. Kom, latum okkum fara
    við góðum treysti fram,
    so vit hvørt annað læra
    at finna veg til hann,
    sum heimi signing bar
    og grøddi sár tey stóru,
    sum givin hjørtum vóru,
    tá syndin harri var.

    2. Mangt fellur okkum tvørligt,
    títt trýtur magn og skil,
    tó alt er Guði gjørligt,
    tað veri, hvat tað vil,
    hann øllum stýrir so,
    tað verður gott um síðir,
    heim Jesus okkum býður,
    slík eru gleðiboð.

    3. Tú ongum burtur vísir,
    sum til tín koma vil,
    men øllum okkum hýsir,
    sum sáran treingja til
    at verða hjálpt av tær.
    Tú Jesus er so blíður
    og øllum okkum býður:
    «Tit verið nú hjá mær!»

    4. Nør hjartans alskin, faðir,
    og leið meg fram til tín,
    so veit eg, einki bagir,
    men gleðin verður mín.
    Og tá eg komi heim
    í tínar hallir fríðu,
    við tínar einglar blíðu
    eg tali tá við gleim.

    Anna Sofía á Rípuni

    Komið, hvør vil vísdóm læra

    1. Komið, hvør vil vísdóm læra,
    komið her í hópatal!
    Harrans vísdóm hægst at æra,
    fyrst og fremst hvør læra skal.
    Vísur mangur nevnast vil,
    fæstu leita veg hartil;
    tey, sum sannan vísdóm bera,
    fjøldin sigur blind at vera.

    2. Vís tey eru, sum ei meta
    egið vit og virði høgt,
    álit ei á kynstur seta;
    verðsins vit ei skilir gløgt;
    áður Guð tey virdu ei,
    nú tey ganga fró hans leið,
    syndir sínar gløgt tey kenna,
    angurs tár av eygum renna.

    3. Vís tey eru, sum seg treingja
    her í Jesu armar inn,
    seg í trúnni við hann heingja,
    geva Guði sál og sinn’;
    krossur Krists við sannleiks makt
    ljós um nógv lond hevur lagt;
    hvør, sum vil um vísdóm spyrja,
    fyrst við krossin skal hann byrja.

    4. Vís tey eru, sum her biðja
    heitt um anda Guðs at fá,
    sum so lata hann seg styðja
    altíð rætta vegnum á.
    Hvør, sum andan lýðir ei,
    villist burt á ranga leið,
    føgur kann hans tala vera,
    frelsu kann hon ikki bera.

    5. Vís tey eru, sum her nýta
    sær til spegil Harrans orð,
    altíð fram til Jesus líta,
    stíga í hans fótaspor.
    Hvør, Guðs orði fylgir rætt,
    lokkast ei av vegnum lætt,
    Harrans orð ei nakran svíkur,
    sælur hvør, ei frá tí víkur.

    6. Ei Guðs mikla vit kann spennast
    inn í hesa lítlu verð.
    Lat tó, Harri, á mær kennast,
    at títt ljós í barmi er.
    Styrk meg, Faðir, styrk meg, Krist,
    Halgi Andi, veit mær vist
    her at fylgja tíni talu,
    seinni fáa himlasælu!

    Mikkjal á Ryggi týddi

    Kom, Halgi Andi, okkum lær

    Orð: B. Ringwald
    Týtt: Jóannes Patursson

    1. Kom, Halgi Andi, okkum lær
    vár’ frelsara tí reina
    so trúliga at fylgja nær
    og tæna honum eina;
    so tá ið deyðin streingir á,
    at Krist vil okkum unna tá
    sín heiðursvunna sigur.

    2. Gev, at tín kærleiks megi sterk
    at hjartanum væl nítur,
    so guddómsorðið byggir verk,
    sum eingin niður brýtur;
    ja, deyða tú hin ónda lyst,
    unn okkum øllum himnavist,
    lat trúnna ávøkst bera.

    3. Tá komið er at banasótt,
    og taldir dagar renna,
    lat okkum tá tín studning brátt
    í hjørtum várum kenna,
    so vára sál við lív og ond
    vit geva upp í Jesu hond
    í náðum har at goymast.

    Koma skal hin vreiði dagur

    Orð: Thomas úr Celano
    Týtt: J.H.O. Djurhuus

    1. Koma skal hin vreiði dagur,
    tá ið eldur verøld ræður,
    sá tað vølvan og vísmaður.

    2. Illa tá á fold er vorðið,
    tá av himni høgt dómsorðið
    skilar hvørjum uppiborið.

    3. Lúðraljóð, so hvølt sum ljónið,
    øll, ið ótu foldargrónið,
    rópar fram til Harrans trónu.

    4. Deyðin nøtrar og øll grundin,
    tá til svars til dómafundin
    rópar øll hin stóra stundin.

    5. Bókin mikla tá uppletist,
    har alt mannalívið metist,
    eftir henni dómur setist.

    6. Dómarin at døma tekur,
    dulsmál øll úr myrkri rekur,
    eingin sleppur undan sekur.

    7. Vesalur tá man eg standa,
    eingin gongur mær til handa,
    sjálvt hin besti er í vanda.

    8. Drottur veldis, himnarunnur,
    tú, sum miskunn og várkunn er,
    bjarga mær, o, náðibrunnur.

    9. Jesus mildi, tú manst gruna,
    tú á fold komst mær at muna,
    veit á dómsdegnum mær dugnað!

    Jesus! sól mín, fragd og friður

    Jesus! sól mín, fragd og friður,
    sí, nú nígi her eg niður,
    Jesus! ger av tíni náði,
    at eg yndi til tín fái.
    Sí, eg falli tær til fóta!
    mær til bata og til bótar,
    tær til æru, so tú geri,
    at eg rættur gestur eri.

    G. Bruun týddi

    Jesus lív mítt lívgað hevur

    1. Jesus lív mítt lívgað hevur,
    hevur vunnið deyða mín;
    mær um allan aldur gevur
    lív og sælu deyði tín,
    tú á krossin lætst teg festa,
    at mær hvíld ei skuldi resta.
    Alla mína skuld tú galt,
    tøkk tær veri túsundfalt.

    2. Leinkju, háð og spott tú toldi,
    likams líðing, sálargrand,
    sama eina synd mín voldi,
    sum meg hevði lagt í band;
    fyri mína skuld at rinda,
    lætst tú teg sum brotsmann binda.
    Alla mína skuld tú galt,
    tøkk tær veri túsundfalt.

    3. Yvir mál og mát tú mundi
    líða út í lim og lið,
    tí at neyðar sál mín kundi
    verða frí og finna frið,
    ja, tú vildi mær til bata
    teg á krossin festa lata.
    Alla mína skuld tú galt,
    tøkk tær veri túsundfalt.

    4. Narraskrýddur, tornakrýndur,
    vansjón fyri fólk at sjá,
    fyri spott tú fram vart sýndur;
    hví lætst tú teg háða svá?
    Tí at eg við miklum mæti
    krýnast skal á ærusæti!
    Alla mína skuld tú galt,
    tøkk tær veri túsundfalt.

    5. Tú við eyðmýkt tíni vildi
    blíðka mína hørðu lund,
    deyði tín, ið vann Guðs mildi,
    lýsir mína deyðastund,
    spott og spæ, í tolni borin,
    eru mær til æru vorðin.
    Alla mína skuld tú galt,
    tøkk tær veri túsundfalt.

    G. Bruun týddi

    Jesus kæri, før tú meg

    Orð: Edvard Hopper
    Týtt: Edm. í Garði

    1. Jesus kæri, før tú meg
    hagar, ódn ei finnur veg!
    Før mítt lítla far um hav
    til tað land, tú frelstum gav!
    Mót tess strondum líti eg,
    Jesus kæri, før tú meg.

    2. Jesus kæri, før tú meg!
    Tú mást finna kós og veg.
    Andstreymsbylgjur villar her
    bróta millum fjaldu sker.
    Hjá tær tryggur eri eg,
    Jesus kæri, før tú meg!

    3. Eins og móðir barnsins lund
    kanst tú blíðka ódn um stund.
    Havsins harri, bert títt orð
    bindur bylgju brátt við borð.
    Ódn og aldur lýða teg.
    Jesus kæri, før tú meg!

    4. Tá um lívsins bylgjuhav
    síðsta ódnin ríður av,
    tá ið brýtur fyri stavn,
    tá eg tekki sælu havn,
    Jesus kæri, styrk tá meg
    við tí troyst: Eg føri teg!

    Jesu halga boð í minni

    1. Jesu halga boð í minni
    hans apostlaskara var;
    einans hug og eittans sinni
    tylvtin øll í barmi bar;
    lyfti dýrt teir litu á,
    Halgi Andin koma má,
    allan sannleika teir læra,
    fylgisfastur við teim fara.

    2. Saman teir í stovu sótu,
    harðligt dun tá hoyrdist brátt,
    rætt sum ódnarhvirlur lótu,
    og frá galvi ytst á gátt
    fyltist upp alt húsið tá,
    logatungur so teir sjá,
    glógvandi í ljómi reinar
    settust tær á lærusveinar.

    3. Halgi Andin allar fylti,
    undurgávu teimum gav,
    fullvæl teirra talu skilti
    fólkið fjarum londum av;
    trinni túsund vórðu skírd,
    birtist so við Kristi dýrd
    og við Halga Andans megi
    kristna kirkjan á tí degi.

    Mikkjal á Ryggi

    Í øldir hevur staðið her

    1. Í øldir hevur staðið her
    Guðs kirkja, náðilonin,
    sum vígd til halgan anda er,
    Guð faðir og Guð sonin;
    her hoyra vit tað gleðiorð,
    sum býður okkum barnakor
    og frelsu av Guðs náði.

    2. Til lærusveinar vígdust vit
    við skírn í halgum navni,
    í trúgv vit vórðu borin fram
    til vernd í Jesu favni.
    Guðs ríki hoyrir slíkum til,
    hann fegin okkum boða vil
    í sínum halga orði.

    3. Sum fermd vit søgdu Guði ja,
    at vraka alt tað illa;
    skjótt dregur synd mót deyðans vað,
    hon vil mær lívið spilla.
    Men Jesu armur heldur fast,
    hann myrkurs veldi hevur bast,
    lagt nýggjan veg til himna.

    4. Hann vegur gjøgnum lívið er
    við anda og við orði,
    hann troyst og signing okkum ber
    og náð við altarborðið.
    Bert Jesu blóð tað offur er,
    sum deyðans brodd til einkis ger
    og gevur lív um ævir.

    5. Í øldir væl í kirkjum vart
    er lívsins orð títt reina;
    lat, Harri, náðarljós títt bjart
    her hjørtuni sameina,
    so alt til tína æru er,
    hvør hugsan og hvør dagsins gerð.
    Tøkk fyri kirkju tína!

    Niklas Mikkelsen