Ímillum boðar, brot og sker

    1. Ímillum boðar, brot og sker
    so vandafull er lívsins ferð,
    um krappan strong og streymhart sund
    má sálin strevast manga stund.

    2. Eg stevna vil mót himlagrind,
    men rekist fyri vág og vind.
    O, faðir, tak um stýrisvøl
    og bjarga míni neyðar fjøl.

    3. Tú ert mín hjálp á lívsins leið,
    og aðra hjálp mær tørvar ei,
    hvat kann á fold meg saka, tá
    algóði Guð mín er mær hjá!

    4. Er tung og stór enn misgerð mín,
    tó størri, Guð, er miskunn tín,
    tú ert mín styrki og mítt skjól,
    mín troyst, mín vón, mín lívsins sól.

    5. Tá nærkast skal mín síðsta stund,
    Guð, lat meg gleðast til tann fund,
    eg míni frelst hjá tær skal sjá
    og aldri teimum skiljast frá.

    Mikkjal á Ryggi

    Í Jesu navni, Faðir vár

    1. Í Jesu navni, Faðir vár,
    tú byrjaði eitt náðiár,
    sum heldur á um alla tíð,
    ger trælabundin fræls og frí.

    2. Í Jesu navni funnu frið
    ótaldar sálir, ættarlið;
    enn hetta navnið bera man
    tann frið, sum eingin fata kann.

    3. Í Jesu navni fær hvør bøn
    frá tær, o, Faðir, náðiløn,
    sjálvt stilla suffið hoyrir tú,
    sum kemur frá tí veiku trú.

    4. Í Jesu navni her í dag
    vit leita til tín, sálarglað,
    við lov og tøkk av hjartans grund,
    tí tú oss unti hesa stund.

    5. Í Jesu navni lat tí nú
    tín anda, Faðir, festa bú
    á hesum staði, so títt verk
    ger okkum eyðmjúk, glað og sterk.

    6. Í Jesu navni lat tú so
    tey, sum her hoyra gleðiboð
    um hann, sum syndir várar bar,
    í hjarta sínum fagna tær!

    7. Í Jesu navni, Faðir vár,
    lat orðið lekja sút og sár
    og binda saman tíni børn
    og verja tey í heimsins ódn!

    8. Í Jesu navni lov og prís
    skal ljóða heim í paradís,
    tí foldin fekk eitt náðiár,
    og lívsins Guð er faðir vár.

    Edm. í Garði

    Í Jesu navni byrjum vær

    1. Í Jesu navni byrjum vær
    fulltreyst nú árið nýggja!
    Vár Guð, tú ert oss altíð nær,
    nógv hægri enn til skýggja
    títt veldi røkkur vist.
    O, gávumildi Krist,
    tín miskunn ovurstór
    í árinum, sum fór,
    ríkt mundi til oss síggja.

    2. Vár Guð, tú vilt enn sum í fjør
    títt halga orð út sáa;
    hjálp, at tað kvæmt í hjørtum grør
    til fagra frukt at náa.
    Styrk, faðir, okkum so,
    vit lýða tíni boð;
    um freisting herjar á,
    vælsigna okkum svá,
    vit fullan sigur fáa.

    3. So mangt eitt sár várt hjarta bar
    av synd og sekt útrivið,
    tín mikla náði óspard var,
    alt er mær fyrigivið.
    So stillist sorg og tár!
    Guðs miskunn enn í ár
    er sama sum í fjør
    og fevnir alla jørð,
    í henni trygt eg livi.

    4. Í Jesu navni, Harri vár,
    av hjarta vit teg biðja
    várt land, várt fólk, várt heim í ár
    at stimbra, styrkja, styðja;
    gev frið og dagligt breyð,
    gev troyst í sorg og neyð,
    gev trúnni kraft og mátt,
    hjálp, at vit dag og nátt
    mót lívsins landi miða.

    Mikkjal á Ryggi

    Í Jesu navni aftur verð

    Orð: Grundtvig
    Týtt: Axel Tórgarð

    1. Í Jesu navni aftur verð
    sum barn, tí tá skal ljóða
    til tín og alt, á foldum er,
    Guðs faðirs røddin góða,
    ið sigur: «Óttast ei, men trúgv,
    hjá mær í himni fært tú búgv,
    og har býr gleðin inni.»

    2. Tí hvør, á foldum hevur strítt,
    skal lata møði renna,
    og hvør, sum deyðanum gav sítt,
    skal aftur gleði kenna.
    Tann gleði ikki undan gekk,
    sum glæmuna av himni fekk,
    tí har býr gleðin inni.

    Í deyðans bondum Jesus lá

    1. Í deyðans bondum Jesus lá,
    øll heimsins synd hann feldi;
    men Ádams ætt lívsljósið sá,
    tá hann reis upp við veldi.
    Tí er hans kirkja hjartaglað,
    ber Guði tøkk á hvørjum stað
    og syngur um Jesus Kristus:

    Halleluja!

    2. Eitt megnarverk fullstórt tað var
    á deyða sigur vinna;
    av syndaávum eingin var,
    ið fyrr tað kundi inna;
    tí deyðin sat á trónu hátt;
    men Jesus breyt hans sterka mátt,
    í sori hans ríki liggur.

    Halleluja!

    3. Sum ein av okkum skuld hann bar,
    tó onga skuld hann átti;
    tá deyðin sterki feldur varð,
    hans rættur lúta mátti.
    Hjá teim, sum hava Krist til drott,
    er deyðin bert ein stokkut nátt,
    tí broddur hans nú er brotin.

    Halleluja!

    4. Ei slíkt var gitið her á fold,
    tá lív og deyði bardust,
    og orrusta stóð undir mold,
    har bein í deyða tærdust;
    men lív á deyða fekk tó hald,

    so fjøtraður og uttan vald
    til spott er nú deyðin vorðin.

    Halleluja!

    5. Um lívið tí vit syngja hátt,
    á deyða vinna kundi,
    og frøast um hin mikla drott,
    hin sterka hevur bundið;
    hann setstur er á tignarstól
    og er for okkum lívsins sól,
    sum aldri til viðar gongur.

    Halleluja!

    Torkil Beder týddi

    Í dag vit á apostla vís

    Orð: Grundtvig
    Týtt: Salomon J. Joensen

    1. Í dag vit á apostla vís
    her vitni nýggj til Jesu prís,
    til ljós og troyst for Harrans smá
    nú leggja várar hendur á.

    2. Í gjár vit komu, men so brátt
    várt lív er beint at ytstu gátt,
    men Jesus Krist í dag, í gjár
    tann sami er, og ár um ár.

    3. Við sólargongd títt frelsarnavn
    ætt undan ætt er friðarhavn.
    Sum stjørnutal, á himni er,
    tú skapar vitni um teg her.

    4. Vit hesar leggja tær í hond,
    tú búgv teir út við sannleiks ond
    til vitni um títt orð, tín frið
    og trúgv og vón og kærleik við.

    5. Tú himmaleld teim gev í barm,
    og gev teim ljós, ið lættir harm,
    og gev teim munn at troysta mødd
    og mál av tíni egnu rødd.

    6. Knýt teir at tær, vár Harri Krist,
    gev vísdóm móti heimsins list,
    sum reisist móti trúgv á teg
    og vísir fólki rangan veg.

    7. Gev treysti teim á tíni orð
    og hug at fylgja í títt spor.
    Teim tolmóð veit í royndartíð
    og sigur í tí góða stríð.

    8. Tú sjálvur orðið teimum ber
    og sjálvur teirra prestur ver,
    við halgum tínum gev teim kor,
    teir verdir søkja Harrans borð.

    9. Tá trúgvar tú teir finnur her,
    teir heimavandar hjá tær ger,
    at ganga inn og út hjá tær,
    og gleði tín teim veri nær.

    Ivi í huga tungur er

    1. Ivi í huga tungur er,
    nívir á sálina mína,
    vónloysi hjartanum hann ber,
    gleðina burtur at týna;
    aldri eg veit mær greiðan veg,
    altíð kann toka villa meg,
    hvør kann mær leiðina vísa?

    2. Um enn so heimsins leið er døkk,
    vandafull, torfør at ganga,
    um enn mong vónin sundur støkk,
    sálin av iva var fangað, –
    tó skínur gjøgnum myrkrið alt
    ljósið hitt skæra heitt og balt,
    skínur til veraldar enda.

    3. Ljósið er Harri Jesus mín,
    hann vísir vegin hin góða;
    hann býður øllum heim til sín,
    orð hans so blídliga ljóða:
    «Menniskjan troytta, her er havn,
    útmødda sál, kom í mín favn,
    hvíldina vil eg tær geva.»

    4. Jesus mín! lat tú hesi orð
    altíð í hjartanum finnast;
    hvørja ferð tung mær gerast spor,
    lat meg á kærleik tín minnast;
    lættliga fellur verk mítt tá,
    vónloysi víkur mær ífrá,
    ivi for trúgv tá má lúta.

    5. Trúgvin í huga gleði ber,
    lyftir upp sálina mína,
    vónloysi mær úr hjarta fer,
    sorgin for gleði má dvína;
    altíð eg veit mær greiðan veg,
    aldri kann toka villa meg,
    Jesus mær leiðina vísir!

    Símun av Skarði

    Høvdingi vár

    1. Høvdingi vár!
    Vit í ungmannaár
    glaðir í bólk um teg standa;
    Guðs ríki gist
    hava hirðmenn hjá Krist’,
    ansa ei stríð ella vanda,
    fróir vit fara til Harrans her,
    Kristus, vár kongur, á odda er.

    2. Høvdingi vár!
    Vit í manndómsins ár
    kempa og særast og bløða;
    deyðin sum mál
    vekur angist í sál,
    sár kom tú okkum at grøða;
    hjálp tú, tá fíggindin harðast slær,
    harri, í stríði statt okkum nær.

    3. Høvdingi vár!
    Tá tey snjóhvítu hár
    koma við verkum so vándum,
    iðran er sterk
    um várt hálvgjørda verk,
    svørðið er gloppið úr hondum,
    hoyr, tá vit rópa til tín av makt:
    «Høvdingi, tak vára síðstu vakt!»

    4. Høvdingi vár!
    Tá ið hermansins sár
    sløkkja tað deyðmóða eyga,
    kom tú tá brátt,
    lat tað lýsa á nátt,
    før okkum heim gjøgnum deyða;
    vegin, tú sjálvur gekst ongum við,
    lat okkum ganga við tína lið.

    G. Bruun

    Hvør veit, nær skilnin fer at verða

    1. Hvør veit, nær skilnin fer at verða?
    So skjótt er tíðarinnar flog;
    fyrr enn meg varir, á kann bera,
    at deyðin sendir ferðarboð.
    Tá veri fyri Kristi blóð
    mær skilnarløtan blíð og góð.

    2. Og kundi eg so vera vísur
    og nýta hvørja náðistund,
    so eg, tá aldubrotið rísur,
    kann roynast væl á klettagrund.
    Tá verður fyri Kristi blóð
    mær skilnarløtan blíð og góð.

    3. Við orði sínum Jesus heitti
    meg hildarmann inn í sín her,
    í skírnarvatni hann mær veitti
    ta sigursløn, ið eydnu ber.
    Tá veri fyri Kristi blóð
    mær skilnarløtan blíð og góð.

    4. Hann likam sítt og blóð sítt reyða
    við borðið mær so blíður gav,
    og hann vil bjarga mær frá deyða,
    tá lívið her man lætta av.
    Tá veri fyri Kristi blóð
    mær skilnarløtan blíð og góð.

    5. Guð, deyðanum frá mær tú haldi,
    til andin vitnar so í mær,
    at eg við øllum, sum tú valdi,
    skal eiga arvalut hjá tær.
    Tá verður fyri Kristi blóð
    mær skilnarløtan blíð og góð.

    G. Bruun týddi

    Hvørt eitt ljós á lívsins nátt

    Orð: W.A. Wexels
    Týtt: J. Nolsøe

    1. Hvørt eitt ljós á lívsins nátt
    hvør ein troyst í lívsins trega,
    alt, várt hjarta veit at gleða,
    sálargrip og likamsmátt,
    alt, ið vakurt eygað skoðar,
    dýrd, oss andin gav í lut,
    alt, oss milt í hjarta logar,
    skapar kærleiki tín, Guð.

    2. Hann er himnagávan góð,
    hann er sannleiks kelda fríða,
    vellur rík og rennur víða,
    lívsins dýrdarreina flóð,
    gjøgnumstreymar lívið veika,
    ger tað frítt og gróðrarligt,
    letur ljóm av himni leika
    á tess blómur yndisligt.

    3. Ljósins faðir, góði Guð,
    tú við páskasólarrisi
    gav oss aftur paradisið,
    strikar synd og sorgir út.
    Mínar syndir við tú náðar,
    frelsti meg í Jesu navn,
    lív og sælu bjart tú boðar,
    tekur meg í faðirfavn.