Sig mær ta gomlu søgu

    Orð: Arabella Katherine Hankey
    Lag: William H. Doane
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Sig mær ta gomlu søgu,
    hitt orð so mangan sagt,
    um Jesus og hans kærleik,
    um Jesus og hans makt!
    Eins og við børn tú talar,
    tú tala so við meg!
    Tí hjáparleysur, veikur
    og troyttur eri eg.

    Niðurlag: Sig mær ta gomlu søgu,
    sig mær ta gomlu søgu,
    sig mær ta gomlu søgu,
    at Jesus elskar meg!

    2. Gev tær nú góðar stundir,
    og lat meg hoyra klárt
    hin undurfulla boðskap,
    sum grøðir hjartað sárt!
    Sig mær ta søgu ofta!
    Eg gloymi jú so skjótt;
    hin søga eina lívgar,
    er sinnið troytt og møtt.

    3. Eymliga tú tað sigi,
    so álvarsamt og stilt,
    at arma hjartað verður
    av frið og gleði fylt!
    Sig hesa søgu altíð,
    um tú vilt vera mær
    í vandanum ein vinur,
    ein hjálp, er stríðið nær!

    4. Sig mær ta somu søgu,
    tá tú kanst síggja greitt,
    at heimsins tóma gleði
    av leið meg hevur leitt!
    Og sært tú meg at stíga
    á deyðans tunga veg,
    so sig á síðsta sinni,
    at Jesus elskar meg!

    Sov í friði, kæri skattur

    Victor Danielsen
    Orð: E.B. – J.A. Hultman
    Lag 1: A.P. Berggren
    Lag 2: Jens Guttesen
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Sov í friði, kæri skattur,
    hvíl í grøvini í frið,
    til tú brátt í hvítum klæðum
    einglunum skalt savnast við.
    Har, hvar følnað rósan reyð
    reisist upp til lív frá deyð.

    2. Tú vart tínar móður gleði,
    faðirs kærleik átti tú.
    Men nú skiltist tú frá okkum,
    fórt av fold til himmalbú
    til at vera honum hjá,
    sum á fold tú trúði á.

    3. Fyri trónuni tey standa,
    øll tey frelstu møtast glað,
    heilsast har í ljósins staði,
    har, hvar nátt ei dimmir dag.
    Har hvar ævigt alt er nýtt,
    Lambsins prís har ljóðar frítt.

    4. Áh, vit kunnu mangan spyrja,
    hví so stutt á fold tú gekk
    sum ein lítil sólskinsstrála
    – so tú brádligt heimboð fekk.
    Vildi Harrin til sín inn
    draga nærri vári sinn?

    5. Men um enn várt hjarta bløðir,
    takka vit tó fyri teg.
    Skjótt skal Harrin okkum flyta
    heim av hesum sorgarveg.
    Til vit møtast aftur sæl,
    inntil tá – farvæl, farvæl!

    Tú rætti tínar armar so eymt, Harri Jesus

    George F. Root
    Orð: Ókend/ur
    Lag: George Frederick Root

    1. Tú rætti tínar armar so eymt, Harri Jesus,
    til tey smáu, sum royndu at koma til tín,
    og tú tókst tey í favn, legði hendurnar á tey,
    segði: „Latið smábørnini koma til mín!“

    2. Tú elskar tey enn í sínum spæli og leiki,
    tær leingist, at tey skulu leita til tín,
    og nú frá tínum hásæti blítt tú tey kallar,
    sigur: „Latið smábørnini koma til mín!“

    3. Vit takka tær fyri hesi boð, Harri Jesus,
    og vit koma nú, Harri, í trúnni til tín,
    vit trúgva tínum orði, vit taka tína frelsu,
    vit minnast, at tú segði: „Komið til mín!“

    Tá eg søguna lesi um Frelsara mín

    Orð: Jemima Thompson Luke
    Lag: Grikskt fólkalag

    1. Tá eg søguna lesi um Frelsara mín,
    tá hann ferðaðist foldini á,
    hvussu blítt hann bað børnini koma til sín,
    hugsi eg: „Hevði eg livað tá!
    Hevði hond hans so eymt verið løgd á mítt høvd,
    hevði eg búð, har Frelsarin steig,
    hevði eg hoyrt ta søtu, ta lívgandi rødd:
    „Lovið børnunum, forðið teim ei!““

    2. Men enn eg til Jesus kann leita í bøn
    og hoyra og lesa hans orð
    og trúgva og fáa hans Himmal í løn
    og síggja hann har við hans borð.
    Hann fór jú at gera til reiðar ein stað
    øllum, sum hava trúð á hann her!
    Mong børn har hann savnar so fegin og glað,
    tí teirra Guds ríki jú er.

    3. Men túsund og túsund, sum viltust av leið,
    vita ei um hin himmalska stað;
    tó veit eg, at Jesus, hann gloymir tey ei,
    áh, eg vildi, tey skuldu hann sæð!
    Mær leingist, at stundin skal koma nú brátt,
    tá hann taka meg skal í sín favn,
    tá hann savnar tey børn, ið hann her hevur átt,
    til sín í ta himmalsku havn.

    Kæru børn, tit vita, hví

    Orð: Ókend/ur
    Lag: Týskt

    1. Kæru børn, tit vita, hví
    Jesus toldi krossins stríð!
    Glaður hann í Himli hátt
    hevði tað hjá Gudi gott,
    fór frá síni gleði har
    til at bjarga tær og mær.

    2. Øll vit gingu hvør sín veg,
    tó hann okkum elskaði,
    steig til jarðar, sligin varð,
    vára skomm á krossi bar,
    flóta læt sítt dýra blóð,
    keypti okkum frið og ró.

    3. Einaferð hann doyði her,
    nú hann heiðurskransin ber,
    elskar síni, byggir teim
    hátt í Himli føgur heim.
    Hetta, børn, er søgan; tí
    toldi Jesus krossins stríð.

    Kom til Jesus

    Orð og lag: Ókend/ur

    1. Kom til Jesus,
    kom til Jesus,
    kom til Jesus, í dag,
    í dag! Kom til Jesus,
    kom til Jesus, í dag!

    2. Hann vil frelsa.

    3. Hann er mentur.

    4. Lít nú á hann!

    5. Kalla á hann!

    6. Hann teg hoyrir.

    7. Hygg á Jesus!

    8. Hann teg reinsar.

    9. Ja, eg trúgvi!

    10. Halleluja, halleluja,
    halleluja, amen,
    amen! Halleluja,
    halleluja, amen!

    Jesus sigur: Trúgv á meg

    Orð: Ókend/ur
    Lag: Jens Guttesen

    1. Jesus sigur: „Trúgv á meg,
    syndina eg rindaði,
    tá eg krossin bar
    út til rættarstaðið har,
    deyði mín vann lív
    tí, sum áður lívleyst var,
    eg føri barn mítt
    heim til landið nýtt.“

    2. Jesus hirði mín er her,
    gevur alt á míni ferð,
    orð hans er mín lykt.
    Hann heim meg førir trygt
    miskunn bert og gott
    mær fylgir dag og nátt,
    í Harrans húsi
    ævigt búgvi eg.

    Jesus er vár Hirði

    Orð: Hugh Stowell
    Lag 1: Marchel Davis
    Lag 2: E.C. Walker

    1. Jesus er vár Hirði,
    turkar eygað vátt,
    í hans kærleiksfavni
    hava vit tað gott;
    sporum hans vit fylgja,
    fylgja glað við song,
    út í oyðimarkir,
    á ta grønu ong.

    2. Jesus er vár Hirði,
    og hans milda rødd
    veitir okkum gleði,
    hvar vit eru stødd.
    Enntá um hon revsar,
    eym hon altíð er;
    Jesus okkum leiðir,
    Jesus okkum ber.

    3. Jesus er vár Hirði,
    dýrt hann okkum vann;
    hvørt eitt lamb varð bjargað,
    tá ið blóðið rann.
    Nú hann á tey setur
    halga merki sítt:
    „Hann, ið Andan hevur,
    hann er barnið mítt“.

    4. Jesus er vár Hirði,
    verjir okkum væl,
    úlvurin, sum myrðir,
    nær ei koma skal.
    Enn í deyðans dali
    hjartað óttast ei,
    grøv og deyði vunnin,
    leiðin okkum greið.