Are you walking in the light

    Are you walking in the light,
    are you walking in the light of God?
    Where do you say you are walking,
    boys and girls?
    We are walking in the light.
    We are walking in the light,
    we are walking in the light of God.

    Ein so undurfull søga er søgd

    Ein so undurfull søga er søgd,
    um ein fagran og skínandi stað,
    har hvør gøta av gulli er løgd,
    har er dýrd, sum ei vit hava sæð.

    :,: Fagra heim, ljósa heim,
    har tey heilagu búgva so glað! :,:

    Føgur, glitrandi hús eru bygd,
    til hvørt Guds barn á foldini her,
    og av kærleikasólini skygd
    eru øll eingin skuggi har er.

    Glað og syngjandi børn eru har,
    skrýdd í klædningar, hvítar sum snjó,
    Jesus her teirra frelsari var,
    her tey kendu hans reinsandi blóð.

    Til tann fagra og skínandi stað,
    tekur Frelsarin eisini meg;
    eg hans bjargandi blóð havi sæð,
    hann meg lærdi at trúgva á seg.

    Ein barnavinur góður

    Ein barnavinur góður
    í himli høga býr,
    ein vinur, sum ei svíkur
    tað barn, ið á hann trýr.
    Ei líkur mongum vini,
    vit hava kunnu her,
    tann vinur ber av røttum
    tað vinarnavn, hann ber.

    Eitt barnaheim so fagurt
    í himli høga er,har Jesus skjótt skal savna
    tey børn, hann eigur her.
    Ei nakað heim á foldum
    kann metast javnt við tað;
    har elska øll hvørt annað,
    har eru øll so glað.

    Ein krúna, dýr og føgur
    í himli liggja man
    til hvønn, ið elskar Jesus
    og virkar fyri hann.
    Skjótt skal hann koma aftur,
    í hondum stundin er;
    kom, barn, og trúgv á Jesus
    og elska navn hans her!

    Eg samla vil skattir í himli

    Eg samla vil skattir í himli,
    har mølur og rustur ei ná.
    Eg samla vil skattir í himli,
    hvørs virði ein dag eg skal sjá.
    Hitt jørðiska ríkdømið lítið ber,
    men eg samli ei skattir í hesi verð.
    Eg samla vil skattir í himli,
    har Jesus, mín frelsari, er.

    Eg havi Jesusi valt at fylgja

    Eg havi Jesusi valt at fylgja
    ei vendist við, ei vendist við.

    Er leiðin einslig, tó fram eg haldi,
    ei vendist við, ei vendist við.

    Ein krossur aftan, ein krúna framman,
    ei vendist við, ei vendist við.

    Vilt tú ei velja at fylgja honum,
    ei vendist við, ei vendist við.

    Away far beyond Jordan

    Away far beyond Jordan
    we’ll meet in that land
    oh, won’t it be grand.
    Away far beyond Jordan
    we meet in that beautiful land
    if you get there
    before I do look out for me
    for I’m coming too.
    Away far beyond Jordan
    we meet in that beautiful land.

    Allan vegin hann meg leiðir

    Orð: Fanny Crosby
    Lag 1: J.C. Bitthauer
    Lag 2: Robert Lowry
    Týtt: Petur William Háberg

    1. Allan vegin hann meg leiðir;
    kann eg ynskja meir enn tað!
    Kann eg ivast um hans kærleik,
    sum meg leiðir dag um dag!

    2. Himmalsk hvíld er við hans hjarta,
    sjálvt tá stormar ýla mest;
    tí eg veit, hvat enn mær hendir:
    Tað, sum Jesus ger, er best!

    3. Allan vegin hann meg leiðir,
    hann mær gevur lívsins breyð,
    gevur kraft til hvørja mótgongd,
    troyst í sorg og hjálp í neyð!

    4. Tá eg troyttur mangan snávi,
    og tá tostin plágar meg,
    fløðandi úr lívsins kletti
    gleðistreymar finni eg!

    5. Allan vegin hann meg leiðir;
    men hann elskar meir enn tað:
    Ævig hvíla mær er lovað
    heima í hans ljósa stað.

    6. Tá so síðsta stig er stigið,
    farið er alt myrkt og kalt,
    ævigt glaður skal eg sanna:
    Jesus leiddi gjøgnum alt.

    Ein gamal nekari

    Orð: Duncan McNeill
    Lag: John McNeill
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Ein gamal nekari, sum
    glaði Jósup róptur varð,
    hann undir síni svørtu húð
    tó eitt snjóhvítt hjarta bar;
    í smáttuni, har mamman
    fyri honum mangan bað,
    gav Jesusi hans hjarta,
    og tá sang hann sama dag:

    Niðurlag: „Áh, kom, kom til Jesus,
    kom, kom, til Jesus,
    kom bert, kom til Jesus,
    hann tekur móti tær!
    Ja, tú, sum syndatyngdur
    og troyttur gongur har –
    kom bert, kom bert til Jesus,
    hann tekur móti tær!“

    2. Mangt summarkvøldið Jósup
    sína banjo tók og gekk
    á bøin út og setti seg
    og ein skara saman fekk
    av nekarum, og tá so
    Jósup komin var á glið,
    at spæla, syngja, floyta,
    sungu øll til endan við:

    3. Og so ein dag ein eingil
    eftir Jósup sendur varð,
    og „hallelujatokið“ skjótt
    upp í Himmalin hann bar;
    og sum av jørð hann lyftist
    heim í Kongsins gylta stað,
    tey hildu seg at hoyra,
    at hann sang við sama lag.