Tú, Gud, ert heilagur

    Tú, Gud, ert heilagur;
    oyðandi eldur ert tú.
    Tín tign í øllum sæst,
    sum sólin skínur hon.
    Tín leið er yvir øllum,
    tín borg er hevjað høgt,
    tú ert hin kelda góða,
    sannleiki og lív.

    Vit rópa heilagur, heilagur
er vár dýrdar Gud.
    Vit rópa heilagur, heilagur
er vár dýrdar Gud.

    Tak mína hond

    Tak mína hond
    og leið meg.
    Hjálp mær í dag
    at ganga tín veg.

    Gud, eg treingi til tín,
    reinsa mína synd burt.
    Broyt mítt hjarta,
    halga mítt lív til tín.

    Takk, at tú frelsti meg

    Karl Johannesen
    Týtt: Karl Johannesen

    Takk, at tú frelsti meg,
    hvør stórt er tað.
    Tú ert mítt eitt og alt,
    eg vil prísa tær.
    Tú doyði fyri meg,
    hvør stórt er tað;
    tú tókst mítt bann á teg,
    ein syndara sum meg.

    Stórur er Gud,
    stórur er Gud.
    Sannleikin, hann hevur fríað meg,
    mín vón er sett á teg.

    Náði og miskunn kom,
    og fyrigivin eg.
    Jesus mín eina vón,
    heimsins Frelsari,
    vit rópa: „Stóri Gud!“
    Komi ríki títt!
    Orð títt út loysti meg,
    takk, at tú frelsti meg.

    Reinsa hjarta mítt

    Týtt: Jógvan Steintún

    1. Reinsa hjarta mítt
    eins og gull skært
    og dýra silvur.
    Reinsa hjarta mítt,
    so tað er sum gull
    – reint gull.

    2. Reinsarans eld –
    mítt hjartans tráan er
    at vera halgur.
    Set alt til viks í mær,
    eg vil vera halgur.
    Set alt til viks í mær, Harri,
    so eg tær fylgja kann.

    3. Reinsa hjarta mítt,
    tak tú mína synd
    og ger meg halgan.
    Reinsa hjarta mítt,
    reinsa hvønn ein krók
    – goymdan krók.

    Jesus, tú Guds Lamb

    Orð og lag: Dennis Jernigan

    Jesus, tú Guds Lamb,
    verdigt er títt navn. (×2)

    Tú ert mín verja og mín borg,
    tú ert mín troyst í hvørji sorg.
    Jesus, eg elski teg,
    tú ert mín skattur og mítt lív.
    Tráan mín stendur øll til tín.
    Jesus, eg elski teg.

    Tú bar á krossi mína skuld,
    uppreist í tær mín synd er huld.
    Jesus, eg elski teg.
    Um enn mín fótur snávar á,
    fylling frá tær tú læt meg fá.
    Jesus, eg elski teg.

    Guds stóri kærleiki

    Týtt: Karl Johannesen

    Guds stóri kærleiki
    vil altíð vara við,
    og hansara frelsa,
    hon gevur sannan frið,
    hon er nýggj hvønn ein morgun,
    hon er nýggj hvønn ein dag,
    tí stór er tín trúfesti,
    tí stór er tín trúfesti.

    Guds endaleysa náði,
    hon røkkur til hvønn dag,
    og hansara miskunn
    vil altíð fylgja mær.
    Hon er nýggj hvønn ein morgun,
    hon er nýggj hvønn ein dag,
    tí stór er tín trúfesti,
    tí stór er tín trúfesti.