Á jólanátt

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Á jólanátt úr høgum himnahválvi
    varð sungin tær ein lovsongur so hátt,
    tá einglar trinu niður á tað gólvið,
    har krubba tín varð sett ta jólanátt,
    tá tú í tínum lítillátna veldi
    læt kyssa teg á kinn Mariu moy,
    læt fyri okkum opna lívsins keldu.
    Tú fyri oss á krossi hevur doyð.

    Gud, lat oss syngja við tí einglaskara,
    sum lovaði og prísaði títt navn.
    Tey jólini nú okkum kunnu læra,
    at tað sum viti førir trygt í havn.
    Lat okkum tá í hendur taka saman
    og syngja glað um boðskap tín í kvøld,
    og ynskja øllum jólafrið og gaman,
    at eingi eru svong, og eingi køld.

    Vøgguvísa

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Kom, legg títt høvur á móður lær
    mítt lítla fitta sníð,
    og tel mær, hvørt hevur gingist tær
    alt eftir dagsins stríð.
    Tí, fyri tær er stríðið stórt,
    um alt ei gongur væl.
    Í spølni er ei klandur sørt,
    tó at tað bert er spæl.

    Kom, legg títt høvur á móður lær.
    Í tíni barnaverð
    er gloymt, tá sólin aftur sær,
    alt tað, sum tær sorgir ber.
    O, lær meg, barn, at stríð mítt er
    ei daprari enn títt,
    ið kámast burtur í dreymaverð.
    Sov, fitta sníðið mítt.

    Tá tjøldrini koma

    Orð: Mikkjal Mikkelsen

    Tá tjøldrini koma
    tá vita vit øll tað
    at várið er byrjað
    so blíva vit glað
    tí so kemur sólin,
    tað dámar mær betur
    enn kava og vetur
    tí í kava er kalt

    Tá sólin skínur
    er tað stuttligt at spæla
    alt byrjar at næla
    og veturin dvínur
    og summarið vann
    og veitti oss megi
    so á hvørjum degi
    bert gleði eg fann

    Í barnagarði ynski eg

    Orð: Hjørdis Johansen og Carl Jóhan Jensen

    Í barnagarði ynski eg
    at sleppa at ganga beinaveg.
    Men har er ikki pláss fyri mær,
    so eg kann ikki fylgjast við tær.

    Eg má bara vera heima,
    spæla úti heilt aleina.
    »Tekna bilar, tekna dukkur,
    á pappír sum mamma hevur keypt«.

    Tú ert altíð kát og glað,
    hvønn morgun tá tú fert avstað,
    loypur avstað við nógvari ferð,
    í barnagarði so stuttligt er.

    Um gøtur og geilar strúki eg.
    Øll siga eg geri bert fortreð.
    Men hví er tað ongin, sum hugsar um meg,
    men bara um bilar og stóran veg?

    Hví er tað eingin sum hugsar um meg,
    men bara um bilar og stóran veg?
    Vit búgva so illa, ahva vánalig kor,
    og mammusa nervar fara í sor!

    Í túninum hjá okkum her,
    lítli beiggi bundin er!
    Nógvir bilar her er so trongt,
    og mamma hevur hurðina stongt!

    Mammu og pápa eg tosi ei við,
    um kvøldið vilja tey hava frið.
    Knarrut tey eru – og skelda afturat!
    lesa bløð og bøkur, og eg veit ikki hvat!

    Út vil eg, út

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Út vil eg, út har, sum loftið er høgt og sólin er bjørt,
    út har, sum lívið sær spælir, og eydnan er nær.
    Heima er trongligt og dapurt og myrkt, mær lagnan gerst svørt,
    trongist mín hugur – men leingist mín muður at tær.

    Hví mást tú fara, eg spyrji teg bara,
    ja, nú mást tú siga mær satt.
    Er tað tað besta? Mítt hjarta vil bresta,
    Vilt tú ikki fevna tín skatt?

    Út vil eg, út í ta fjølbroyttu verð, sum um okkum er,
    men tá eg heim aftur komi, eg fevna teg vil.
    Tó má eg burtur eitt bil, tí eg kenni, eydnan har er,
    úti í villini verð, har sum alt bert ber til.

    Hví má hann fara, vit spyrja hann bara,
    ja, nú má hann svara tær satt.
    Er tað tað besta? Mítt hjarta vil bresta!
    Vilt tú ikki fevna tín skatt?

    Vind op, vind op i rå

    Lag: Skal kvøðast

    Vind op, vind op i rå,
    sæt sejlene til side,
    alt på den bølge blå
    jeg agter nu at sejle.

    Far nu vel, jeg rejser hen,
    jeg kommer snart igen.

    Neptunen er uro,
    han vil så gerne vælte,
    han haver væltet om
    så mange raske helte.

    Alt kjød det er som hø,
    profeterne monne skrive,
    vi skal jo engang dø,
    blive godt, inår det bliver.

    Godt øl og brændevin
    skal altid med os følge,
    ihvor vi rejser hen
    alt på den stolte bølge.

    Så far da alle, farvel,
    jeg eder Gud befaler
    til liv og så til sjæl,
    Han er den, som husvaler.

    Far nu vel, jeg rejser hen,
    jeg kommer snart igen.

    Sjómaður kvøður

    Orð: Bjarni Wiberg Joensen
    Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe
    Viðmerking: Yrktur fyrst í 50-árunum á fiskiskapi í Norðurnoregi.

    1. Sum fuglur ið ferðast um himmal og hav,
    ein longsul vit fingu í ogn,
    frá sól stíg úr havi til sól fer í kav,
    vit sigla í ódn og í logn.

    2. Vit sigla í eystan har sól stígur upp,
    í vestan har aftur hon fer,
    við trolara eins og við lítlari slupp,
    vit sigla har fiskurin er.

    3. Ein mynd okkum fylgir um leiðin gerst long,
    av landinum, fólkinum har,
    av fjøllum, av líðum, av grønkandi ong,
    av tí, bert ein sjómaður sær.

    4. Og hevur tú onkran, ið beyð tær farvæl,
    sum kysti og tók teg í favn,
    sum eftir tær leingist og fevna teg skal,
    tá aftur tú kemur í havn.

    5. Tú fyri mær stendur á degi sum nátt,
    og góða, tú ert mær so kær,
    eg streingirnar røri, mítt eyga er vátt,
    og var eg bert heima hjá tær.

    6. Hvar kósin enn gongur, tey minnini mong,
    ei kámast og hvørva frá mær,
    eg elski teg góða, og syngi mín song,
    so leingi mítt hjarta tað slær.

    7. Nú tagnar mín gittar, eg glíði nú inn
    í svøvnin og droymi um teg,
    tú eigur mín kærleika, troystar mítt sinn,
    tín kærleiki uggar nú meg.

    Og hevur nú í kortinum

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Regin Dahl

    »Og hevur nú í kortinum út longd og breidd tú mált
    og gjørt bestikk, so set tú kós og spæl so stýrivolt,
    Ísland er bæði langt og breitt, vit finna onkran blett.
    Teir gomlu funnu Vínland, ei var út í kortið sett.

    Og áður navigasjón var til, varð siglt úr ætt í ætt,
    og tú kanst vera vísur í, teir gomlu komu rætt.
    Var stilli, teir í velskum víni drukku sær ein rús,
    og viltust teir, var kumpassin ein dylla og ein lús.

    Men set bert út í kortinum. – Hygg, skálin liggur her.
    Vit bíða tolnir, tó at bæði vavt og givið er.
    Eg leggi upp – hygg her hin rádni, stamman hon er reyð,
    nú fuglin fyrst – nei hetta eru kort – á halga sjey!«

    Og skiparin hann legði kort og passara frá sær.
    Teir trumfaðu, so borðið skalv, og flent og givið varð:
    »Teir gomlu funnu Vínland, saktans finna vit Jan Mayen.«
    Í barkað segl so fagurliga summarsólin skein.

    Og havið var so reint og blátt sum loftið lognarstund.
    Á spentum veingjum másin fleyg um berg og gjøgnum sund.
    Vit sigldu gjøgnum Djúpini við leið at Íslands strond,
    eg hugsaðium eydnuleik og fjarskotin lond.