Inn í høgu himmalhøll

    Orð: Petur William Háberg
    Lag: Jens Guttesen

    Inn í høgu himmalhøll profeturin Esaias sá,
    har sum Harrin HARRIN sjálvur dýrdarhásæti sat á.
    Búni Hans alt templið fylti. – Rópti tá serafa-lið:
    ”Heilagi Herskara Harri! – Dýrd Hans fylli heimin við!”

    Ævinleiki Veldisfaðir leit íkring og mælti so:
    ”Hvør er fúsur til at bera heimsins tjóðum vári boð?
    Er her nakar, eg kann senda – hvør vil fram nú bjóða seg?”
    Piprandi Esaias svarar: ”Eg skal fara – send Tú meg!”

    Sama spurning Harrin setur enn í dag til mangan mann.
    Longsilsfult Hans eygu leita – hvør vil fara fyri Hann?
    Tú, sum kallaðan teg kennir, minst, at væl tað loysir seg
    Harrans kalli eyðmjúkt svara: ”Eg skal fara – send Tú meg!”

    Latum oss sameint syngja her

    Orð: H. Kingsbury
    Lag: S. E. Lorenz
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Latum oss sameint syngja her: Frelsa frí!
    Songurin hjá Guds børnum er: Frelsa frí!
    Sleppið nú tí, som forða man, So oss Guds Andi fylla kann,
    og vit við songu æra hann: Frelsa frí

    Niðurlag: Frelsa frí, frelsa frí!
    Latum oss sameint syngja her: Frelsa frí!

    2. Syngið nú glað úr hjartans grund: Frelsa frí!
    Ljóði við frøi hvørja stund: Frelsa frí!
    Blóðið úr synd oss hevur loyst, Andin ber okkum ljós og troyst,
    hevur í hjartað gleði oyst; Frelsa frí!

    3. Kristus jú várar syndir bar; Frelsa frí!
    Við honum arv hvørt Guds barn fær; Frelsa frí!
    Og um hin óndi herjar á, Hann er vár hjálp og verja tá;
    Trygt vit til Himmallandið ná; Frelsa frí!

    Tá sól er sett her

    Orð: Virgil P. Brook
    Lag: Blanche Kerr Brook
    Týtt: Petur William Háberg

    Tá sól er sett her – á, sæli morgun,
    
við Honum dýrdin tá byrja man.
    
Alt stríð er endað – ein lívsæl lýsing, 

    tá sól er sett her, eg hvíla kann.

    Tá sól er sett her – hvørt skýggj er horvið,
    
hvør stormur stiltur – hvør ótti burt.
    
Á gleðidagur, sum ei fær enda,
    
tá sól er sett her – hvørt tár gerst turt!

    Tá sól er sett her – ein hond meg leiðir,
    
til Gud, mín Faðir, sum prís mítt fær.
    
Hans dýrd at síggja, Hans rødd at hoyra, 

    tað er tann heilsan, mær møtir har!

    Tá sól er sett her – eg aftur síggi
    
øll tey, sum fóru heim undan mær,
    
og í tí landi vit aldri skiljast – 

    tá sól er sett her – í ævir har!

    Her glaður eg ferðist

    Orð: Brynleif Hansen
    Lag: Poul Færø

    1. Her glaður eg ferðist á ungdómsins veg,
    tí eg eigi Jesus og Hann eigur meg. 

    Ja, Jesus meg elskar, seg sjálvan Hann gav, 

    og synd mína søkti í djúpasta hav.

    2. Ja, glaður eg ferðist við Jesusi her,
    Hann vegurin, lívið og sannleikin er. 

    Bert eina ferð sært tú ta ungdómsins tíð.
    Á, kom tí til Jesus, kom kallinum lýð.

    3. Her glaður eg ferðist mót himmalsins strond,
    og eingin meg rívir úr Frelsarans hond,
    tann hondin, sum særd var, hon eisini ber
    til staðin, sum Jesus til reiðar mær ger.

    4. Um portrið av perlum eg stíga skjótt skal 

    og síggja av sonnum, Hann leiddi meg væl. 

    Har sólin ei setur, eg krúnu skal fá
    og fylgjast við Jesusi gullgøtum á.

    Skal eg fara við tómum hondum

    Orð: C. C. Luther
    Lag: Geo. C. Stebbins
    Týtt: Petur William Háberg

    Skal eg fara við tómum hondum,
    mínum frelsara møta so?
    Ongan dag hava ofrað honum,
    ongum borið frelsuboð?

    Skal eg fara við tómum hondum,
    skal eg tómhentur standa har?
    Onga sál hava vunnið honum,
    onga stjørnu vunnið mær?

    Deyðans ræðsla meg ikki nívir,
    Jesus leiðir um deyðans veg!
    Men – at fara við tómum hondum,
    hendan hugsan tyngir meg.

    Á, tey ár, eg í syndum spilti,
    kundu aftur eg livað tey!
    Eg tey skuldi til Jesus givið,
    honum tænt í lyst og neyð!

    Upp, tú frelsti, tí tíðin rennur;
    virka nú, meðan dagur er!
    Deyðans nátt skjótt kann koma á teg,
    bjarga sálum – dagur fer!