Vit savnast her hjá tær, Gud

    Símun Jóannesarson Hansen
    Orð og lag: Robert Eastwood
    Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

    1. Vit savnast her hjá tær, Gud,
    vit vilja prísa tær.
    Tær heiður, æru geva,
    tú, sum altíð okkum sær.
    Tú bløddi har á krossi,
    tú ofraði títt lív,
    men sigraði og livir,
    eg vil syngja prís til tín.

    2. Tú, sum skapti allan heimin,
    blásti anda, sál í meg,
    tú, sum deyðans veldi vann,
    og ei grøvin sigra kann,
    tú, sum frelsir enn í dag
    við kraft og kærleika,
    og eg vil fylgja tær
    hvørja nátt og hvønn ein dag.

    Undurfult vit sigra

    :,: Undurfult vit sigra, :,:
    sigra gjøgnum Jesu navn.
    :,: Satans óndu herlið :,:
    víkja gjøgnum Jesu navn.
    Hvør kann fata Jesu kraft,
    ið kann slíta Satans haft?
    Jesu navn, tað er vár sigur,
    sigur gjøgnum Jesu navn.

    Um ei heimurin tær beyð

    Charles Albert TindleyBill Justinussen
    Orð og lag: Charles A. Tindley
    Týtt: Bill Justinussen

    1. Um ei heimurin tær beyð
    silvur, gull og miklan eyð,
    og tað sindrið, tær varð unt, ov lítið var;
    hoyr, hvat orð Guds bjóða kann
    – hvønn ein smáfugl mettar hann,
    tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

    Niðurlag:
    Legg tær har, legg tær har,
    tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.
    Um tú trýrt og ivast ei,
    førir hann teg trygga leið.
    Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

    2. Um enn sjúka níva man,
    ei tú heilsu finna kann,
    um í ráðaloysi hjartað ótrygt slær,
    pínu tína kennir hann,
    sum tær frelsu, grøðing vann.
    Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

    3. Herja fíggindarnir á,
    fyllir ivin sinnið tá,
    aldri gloym, at Gud tær gevur bønarsvar.
    Hann úr trongdum væl veit veg,
    sterka hond hans leiðir teg.
    Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

    4. Ungdómsdagar svinna brátt,
    og skjótt nærkast lívsins nátt,
    boygdur ert tú av teim byrðum, ið tú bar.
    Men hann sleppir ikki tær,
    heilt til endans er hann nær.
    Tínar byrðar ber til Jesus, legg tær har.

    Tú hevur virði stórt, tú vita skalt

    Dagny Tróndheim
    Orð og lag: Ingemar Olsson
    Týtt: Dagny Tróndheim

    Niðurlag: Tú hevur virði stórt, tú vita skalt,
    at tørvur er á tær júst nú.
    So sum tú ert nú, Harrin elskar teg,
    tí eingin annar er sum tú.

    1. So mong ein røddin treingir hart á teg
    og biður teg at fylgja sær.
    Men Skaparin, hann gleðist stórliga í tær,
    tað skalt tú líta á.

    2. Í skaparverkið Gud teg roknaði,
    ei virkisleysur standa má,
    ein frían vilja Gud her veitti tær og mær
    at siga ja ella nei.

    Tú ert verdur at upphevja

    Orð og lag: Ókend/ur

    Tú ert verdur at upphevja,
    Jesus, tú ert verdur at upphevja.
    Tú ert verdur at upphevja,
    tín er æran um ævirnar.

    Ja, tín er æran,
    ja, títt er valdið,
    og vit tær lova
    í ævirnar.