Alt til Jesus eg vil geva

    Orð: Winfield S. Weeden
    Lag: Judson W. van DeVenter
    Týtt: Jóannes S. Hansen

    1. Alt til Jesus eg vil geva,
    Honum bera alla tøkk.
    Eg vil altíð lova Honum,
    um enn verðin tykist døkk.

    Niðurlag: Eg vil geva alt,
    eg vil geva alt,
    alt til Tín, mín Gud og Harri,
    vil eg geva alt.

    2. Alt til Jesus eg vil geva,
    við Tín kross eg boyggi meg,
    heimurin, hann kann ei geva
    nakað, sum er líkt við Teg.

    3. Alt til Jesus eg vil geva,
    Harri, ger meg bert til Tín,
    lat meg trúgvan, sannan vera,
    hugsa um tað, Tú vanst til mín.

    4. Alt til Jesus eg vil geva,
    alla mína sál til Tín,
    kærleika og signing Tína
    koma niður lat til mín.

    5. Alt til Jesus eg vil geva,
    nú, til friður fyllir meg,
    á, sum eg meg tá skal gleða,
    tá eg har skal skoða Teg.

    Á, Jesus, opna Tú mítt eyga

    Orð: Lina Sandell
    Týtt: Hákun Djurhuus

    1. Á, Jesus, opna Tú mítt eyga,
    at eg kann síggja ríkdóm mín.
    Tú ert mítt alt í lívi, deyða.
    Eg eigi Teg og kærleik Tín.

    2. Eg eigi talsmann við Guds síðu,
    sum altíð varðar, verjir meg.
    Eg eigi náðiflóð ta víðu,
    sum himmalhválvið strekkir seg.

    3. Eg eigi Frelsara, sum leiðir
    ígjøgnum synd og freisting her.
    Hann hvørja kreppu, spurning greiðir.
    Hann troyst og gleði til mín ber.

    4. Eg eigi ríki, himmalskt ríki,
    tá lívið er at enda her,
    ein bústað, sum ei finst hans líki,
    sum Jesus mær til reiðar ger.

    5. Um heimsins børn mær spurning bera,
    nær Jesus aftur koma skal,
    so eigi eg ei syrgin vera.
    Guds lyfti halda fult og væl.

    6. Ein dag eg dugi betur syngja
    hin nýggja song, Tú lærdi meg,
    tá “Lambið verdigt er” skal klinga,
    og eg tilbiði, æri Teg.

    Ár í synd og hugmóð livdi eg

    Orð: William R. Newell
    Lag: Daniel B. Towner, Eric H. Swinstead
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Ár í synd og hugmóð livdi eg,
    kendi ei hann, sum leið fyri meg,
    kendi ei hin góða lívsins veg
    til Golgata.

    Niðurlag: Náði rík er har á Golgata,
    fyrigeving fyri syndina;
    friður er har fyri sálina
    á Golgata.

    2. Harrans orð fekk meg til síðst at sjá,
    hvussu djúpt í synd eg fallin lá;
    fyri míni sál rann ljós upp tá
    á Golgata.

    3. Nú í Jesusi eg hvíli trygt,
    havi á hann alt mítt álit bygt;
    burt svann ófriður og ivi, frykt
    á Golgata.

    4. Áh, tann kærleiki, sum toldi tað,
    ið á krossinum hann bar hin dag!
    Stóra náði, at mín sál varð glað
    á Golgata!

    Áh, hvør er hasin maður, ið krossin bera má

    Orð: Brynleif Hansen
    Lag 1: H. Otto Konrad Zinck
    Lag 2: Carl A. Nielsen,
    Lag 3: Jens Guttesen
    Lag 4: Øssur Berghamar
    Viðmerking: Sangurin varð funnin millum skrivliga tilfarið hjá Brynleif, eftir at hann hevði latið lív í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970, bert 33 ára gamal.

    1. Áh, hvør er hasin maður, ið krossin bera má,
    vanvirdur, niðurboygdur, má líða spott og háð?
    Jú, hatta er Guds Sonur, við tornum krýndur fer
    við sigri inn í deyðan og mínar syndir ber.

    2. Ja, fyri mínar misgerðir soraður tú varð
    og fyri míni lógbrot ta hvøssu krúnu bar.
    Tín máttur upp nú tornar, tín tunga loðar føst,
    sum vaks títt hjarta bráðnar – tú pínur mínar tókst.

    3. Tú, Leyvan, rótskot Dávids, tú hevði allan mátt,
    sum lamb tú bart tað stillur og toldi háð og spott.
    Tú kærleiksfulli maður til krossin negldur varð,
    ja, mína straff tú toldi og mínar sjúkur bar.

    Veri tú altíð mín dýrasta sjón

    Orð: Gamal írskur sálmur
    Lag: Írsk fólkalag
    Týtt: Øssur Berghamar

    1. Veri tú altíð mín dýrasta sjón,
    Harri mín – tú ert mín verja og vón.
    Ver mær í huga á degi og nátt,
    veit tú í hvíld og í vøku mær mátt.

    2. Orðið tú ver mær – og vísdómur við.
    Vera eg vil hjá tær, statt mær við lið.
    Tú ert mín faðir, títt barn eri eg,
    fjaldur í tær kann ei ilt saka meg.

    3. Skjøldur og svørð tú í stríðnum mær ver,
    hjartans míns gleði í tær eina er.
    Mín sálarverja og vernd ert tú mær.
    Vend mær mót himli – mín kraft er í tær.

    4. Heiður og ríkdómur metta ei kann,
    varandi virði í tær bert eg fann,
    tú og tú eina ert alt nú hjá mær,
    ævinnar Kongur, mín ogn er í tær.

    5. Himmalsins drottur, tú sigurin vann,
    so eg við tær heim í dýrd fara kann.
    Vinurin besti, mín klettur, mín vón,
    Harri um ævir – ver altíð mín sjón.

    Var tað ikki vegna offur títt

    Orð og lag: Katrine Hogenhaug
    Týtt: Símun Absalonsen

    1. Var tað ikki vegna offur títt,
    enn í fjøtrunum eg var.
    Men tú komst og gavst títt egna lív,
    og tín krossur lív mær gav.

    2. Um tú enn í deyðans valdi lá,
    eingin vón var fyri mær.
    Men tá tú hin sæla morgun reis,
    fekk eg ævigt lív í tær.

    Niðurlag: Halleluja, deyðin vunnin er,
    halleluja, øll æra til tín,
    halleluja, Jesus, tú ert alt hjá mær,
    og um ævirnar tú allan lovsang fær.

    3. Uttan mikla valdið, ið tú ber,
    gekk eg blindur, veikur her.
    Men í tær hin veiki finnur mátt,
    og tú lýsir myrku nátt.

    4. Um eg ikki fann inn á tín veg,
    enn eg friðleysur her gekk.
    Eitt heim í tíni hond nú eigi eg,
    og tín kærleika eg fekk.

    Tú skapti meg, Gud

    Orð og lag: Eyðun Jacobsen

    1. Tú skapti meg, Gud,
    til eitt málrættað lív
    at gera tín vilja og heilt vera tín.
    í mótgongd og viðgongd eg gevi mítt lív,
    tí eg veit, tú hevur tað besta til mín.

    Niðurlag: Eitt málrættað lív vil eg liva við tær,
    at síggja og hoyra tín vilja við mær.
    Eitt málrættað lív vil eg liva við tær;
    tá veit eg, tú altíð vilt vera mær nær.

    2. Gud, lær meg enn betur at kenna tín veg,
    ígjøgnum tað orð, sum tú gavst okkum her.
    Lat lív mítt hvønn dag einans peika á teg.
    Eitt málrættað lív, ja, tað ynski mítt er.

    3. At læra at kenna teg betur hvønn dag,
    av hjarta og huga eg tæna tær skal,
    at liva tær nærri, so eg verði tað,
    tú skapti meg til, og ei annað enn tað.

    Tú ert mín Gud

    Orð og lag: Chris Tomlin
    Týtt: Eyðun Jacobsen

    Niðurlag: Tú ert mín Gud,
    hin heilagi, heilagi.
    Stórt er títt navn um ævirnar.
    Hoyr, einglarnir syngja:
    Heilagur, heilagur!
    stórt er títt navn um ævirnar!

    1. Eg vil prísa tær fyri, hvør tú ert
    og alt tað, tú gert fyri meg.
    Míns hjartans longsil,
    mín kærleiki.
    Tú ert alt hjá mær,
    tú ert alt hjá mær.

    2. Sum morgunstjørnan strálar tú,
    hvørt eyga sær tín dýrdleika.
    Gud, eg vil síggja
    teg, sum tú ert.
    Tú ert verdur, Gud,
    tú ert verdur, Gud.