Alt til Jesus eg vil geva

    Orð: Winfield S. Weeden
    Lag: Judson W. van DeVenter
    Týtt: Jóannes S. Hansen

    1. Alt til Jesus eg vil geva,
    Honum bera alla tøkk.
    Eg vil altíð lova Honum,
    um enn verðin tykist døkk.

    Niðurlag: Eg vil geva alt,
    eg vil geva alt,
    alt til Tín, mín Gud og Harri,
    vil eg geva alt.

    2. Alt til Jesus eg vil geva,
    við Tín kross eg boyggi meg,
    heimurin, hann kann ei geva
    nakað, sum er líkt við Teg.

    3. Alt til Jesus eg vil geva,
    Harri, ger meg bert til Tín,
    lat meg trúgvan, sannan vera,
    hugsa um tað, Tú vanst til mín.

    4. Alt til Jesus eg vil geva,
    alla mína sál til Tín,
    kærleika og signing Tína
    koma niður lat til mín.

    5. Alt til Jesus eg vil geva,
    nú, til friður fyllir meg,
    á, sum eg meg tá skal gleða,
    tá eg har skal skoða Teg.

    Drag meg tætt at Tær

    Upprunaheiti: Draw Me Close to You

    Drag meg tætt at Tær,
    eg vera vil Tær nær.
    Av nýggjum til Tín komi eg,
    tí vinarrødd Tín kallar meg.

    Tráan mín ert Tú.
    Meir enn nakað annað,
    tí hjartans størsta gleði mín
    er kærleiksfulli favnur Tín.
    Hjálp Tú mær á leið
    aftur til tín Gud.

    Mær tørvar Teg,
    Alt ert Tú vorðin mær.
    Mær tørvar Teg.
    Gud, takk, at Tú ert nær.

    Dagur koma skal brátt

    Orð og lag: Jim Hill
    Týtt: Flóvin Tyril
    Upprunaheiti: What a day that will be

    1. Dagur koma skal brátt,
    tá eg land hómi hátt.
    – Eingi skýggj fyri sól,
    fyri sjón ei longur skjól.
    Friður valdar ævigt har;
    gyltar strendur birtast mær,
    rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

    Niðurlag: Ríka stund, løta sæl,
    tá eg Jesus skoða skal,
    síggi andlit hans so kært,
    sum mær í náðini gav part.
    Tá hann tekur meg í hond
    og leiðir meg í lyftislond,
    rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

    2. Sorg ei nemur tann stað,
    sálin finnur har læ,
    eingin pína og sótt,
    eingin kvølfull skilnarsótt.
    Allar ævir skal eg tá
    búgva Faðir mínum hjá,
    rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

    Don’t build your house on the sandy land

    Viðmerking: Gamal sunnudagsskúlasangur.

    Don’t build your house on the sandy land,
    don’t build it too near the shore.
    Well, it might look kind of nice,
    but you’ll have to build it twice,
    oh, you have to build your house once more.

    You better build your house upon a rock,
    make a firm foundation on a solid spot.
    Oh, the storms may come and go,
    but the peace of God you’ll know.

    Rock of ages,
    cares for me,
    every soul may be set free.

    Blóðið, sum rann

    Orð og lag: Jan Honningdal
    Týtt: Justinus K. Eliassen

    1. Blóðið, sum rann, pínan, sum tú bar.
    Av monnum svikin varð,
    tín Gud fór frá tær har.
    Segðist undan tíni trónu,
    Sonur Guds við tornakrónu
    hevur goldið alla heimsins skuld.

    Niðurlag: Gud, tín náði er størri,
    enn orð kundu týtt,
    Gud, tín náði, hon vísir mær virði mítt,
    ein ófatandi prís eg kostaði tær.
    Gud, tín náði er lív hjá mær.

    2. Tú gavst upp alt at frelsa meg,
    tín stóri kærleiki,
    hann toldi deyðans veg,
    vildi krossins verk útinna,
    lívsins krúnu mær at vinna
    – náði tín er mær so dýrabar.

    Dýrdarinnar Sonur niður higar steig

    Orð og lag: Melody Green
    Týtt: Øssur Berghamar

    1. Dýrdarinnar Sonur
    niður higar steig.
    Jesus Kristus, Guds Messias,
    krossins deyða leið.

    Niðurlag: Tøkk, Gud Faðir, fyri,
    at Sonin tín tú gav,
    og Andan tú okkum sendi,
    til títt verk er av.

    2. Jesus, stóra navn títt
    yvir øllum er,
    tú, Guds Lamb, ið komst at frelsa
    eina falna verð.

    3. Tá í dýrd í Himli
    hann eg skoða skal,
    tæna skal eg kongi mínum.
    Ævigt alt er væl.

    Á ein kross teir negldu Jesus

    Orð og lag: John W. Peterson
    Týtt: Líggjas á Váli

    1. Á ein kross teir negldu Jesus,
    áh, hvør stór var líðing hans!
    Særd og blóðig var hans panna,
    bar hin hvassa tornakrans.

    Niðurlag: Tað var krossi á
    har á Golgata,
    Jesus doyði fyri meg.
    Skuldin goldin varð
    har hjá tær og mær,
    Jesus tók tað alt á seg.

    2. Millum brotsmenn har á krossi
    – hóast Sonur Guds er hann –
    varð hann taldur millum teirra,
    – har tók syndarinnar bann.

    3. Slíkur kærleiki ei metast
    kann við nakað foldum á.
    Tá vit hann í Himli síggja,
    skal hann allan lovsong fá.