Ævinnar faðir, við góðsku tú valdar

    Orð: V. Hjort
    Týtt: Sigvald Kristiansen

    1. Ævinnar faðir, við góðsku tú valdar,
    himin og heimur, teir lýða tín mátt.
    Skapaði, Guð, tú tær fjøldir ótaldar,
    sum nú lovsyngja og prísa tær hátt.
    Skuldi eg eina í ósketni gloyma
    tað, tú Guð faðir í náði gavst mær?
    Heldur eg vil lata tøkkina stroyma,
    venda mín huga og anda at tær.

    2. Tú vart mær góður og vildi meg náða,
    áðrenn eg lærdi at nevna títt navn.
    Mangan mær hjálpti úr vanda og váða,
    tók meg í kærleika inn í tín favn.
    Tó at eg aldri til fulnar tað skilji,
    ið mær best tænir til likam og sál,
    altíð títt vakandi eyga og vilji
    sýna mær vegin og vísa á mál.

    3. Sjálvt um tú loyvir, at mær verða fyri
    trongdir og vandar á roynslunnar stund,
    veit eg, at tú ert mær faðir og hirði,
    veitir mær náði og lættir mær lund.
    Tyngdi meg syndin og nívdi mítt hjarta,
    andi tín veitti mær ugga og troyst,
    tá tú mær segði, at miskunn tín bjarta
    burtur úr syndini hevði meg loyst.

    4. Gekk eg á heimsins tí glerstoytta vegi,
    Sátan og syndin tá lokkaðu meg.
    Har varð eg bundin av syndanna megi,
    gloymdi meg sjálvan, tín himmal og teg.
    Ikki tú gloymdi meg, Guð, nakra løtu,
    altíð tín kærleiki eygleiddi meg,
    rætti mær hond og meg studdi á føti,
    leiddi meg inn á tann himmalska veg.

    5. Jesus, eg lati nú tøkkina stroyma,
    vendi nú huga og sinni mót tær.
    Aldri, nei ongantíð kann eg tað gloyma,
    at tú í kærleika synd mína bar.
    Tær nú eg takki og eyðmjúkt teg æri,
    lovi og prísi tær, frelsari mín.
    Himmalsins allur óteljandi skari
    syngur um ævir ein lovsong til tín.

    Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra

    Orð: Mikkjal á Ryggi

    1. Ævigi Guð vár, títt veldi, tín æra
    upphav ei hevur og enda ei fær;
    túsundtals mansaldrar koma og fara,
    eru ei meir enn ein økt fyri tær,
    stórlátin ríki sum fon burtur svinna,
    heimur vár sjálvur skal brenna sum strá,
    stjørnur og sól skulu enda sín finna,
    einans tær, Guð vár, ei tíð rínur á.

    2. Alvaldi Harri, tær einki kann forða;
    einglanna herskarar lýða títt boð,
    stormur tær tænir og dundrandi tora,
    sólskin og væta og flykranna flog;
    brattastu bylgjur eitt orð av tær spekir,
    yðjandi fjøldum sítt borð reiðir tú,
    følnaðan gróður á vári upp vekir,
    fagrari blomstur enn Sálomons skrúð.

    3. Alvitri skapari, faðir alvísur,
    loyndasti tanki ei duldur er tær,
    túsundfalt longri enn sóleygað lýsir,
    eyga títt gløgt út um stjørnurnar sær.
    Vísmanna ráðgerð títt roynist so illa,
    Guð altíð sær, hvat ið gagnar oss best,
    altíð hann veit vára angist at stilla,
    borg hans er betur enn jarðklettur fest!

    4. Algóði faðir, tín miskunn so víða
    fevnir og føðir hvørt livandi kykt,
    endaleys góðska og signing tín blíða
    milt okkum lýsir, tí liva vit trygt.
    Kærleiki ert tú! Og kærast av øllum
    skapningi tínum tær menniskjan er,
    sælastu gleði í sólbjørtum høllum
    veitir tú hvørjum, ið vilja tín ger.

    5. Heilagi Guð vár, í rættlætis loga
    ljómar øll borg tín, ei myrkur har er;
    andlitis ljós títt ei orkar at skoða
    menniskjan, tó hon títt bílæti ber.
    Rættvísi Harri, sum reinleika krevur,
    visti tó væl fyri syndarum ráð;
    Jesus bar bót, so tú synd fyrigevur,
    tekur oss heim, tá vit fara herfrá!

    6. Livandi Guð vár, til jarðar vit níga,
    lova og prísa títt heilaga navn,
    kenna vár’ anda mót ljósi upp stíga,
    himmalskur ylur tá fyllir vár’ favn;
    hjarta, sum loyst er frá ótta og iva,
    kennir, at andin av himli er nær,
    sannar, at gott er hjá Guði at liva.
    Takk fái tú, sum oss hýsa vilt har.

    Yndislig, føgur

    Orð: Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag 1: Ludvig Mathias Lindeman
    Lag 2: Johan Adolph Gether
    Týtt: Louis Zachariasen
    Upprunaheiti: Hyggelig rolig

    1. Yndislig, føgur,
    kongssalur høgur,
    Guð, er tín búð;
    sál míni leingist,
    hjarta mítt treingist,
    tráar í trú
    eftir at finna hin dýrdmikla lut,
    hjá tær at búgva, o, livandi Guð.

    2. Góðskunnar keldu,
    Guð mín við veldi,
    nevni eg teg;
    í tínum sali
    spurv møtir svalu
    – hvat eri eg?
    Himnanna fuglum teim reiðir tú ból,
    veit tínum tænara bústað og skjól.

    3. Dagar úr vali,
    túsund í tali
    heimurin sær;
    kunnu teir metast,
    javnbjóðis setast
    við ein hjá tær,
    tá ið á sanganna veingjum mín sál
    helt upp um stjørnurnar mið sítt og mál?

    4. Eydnast og trívast,
    megnast, upplívast
    skulu vit øll,
    mennast í megi,
    hevjast í gleði
    mót himnahøll,
    hagar, sum eygað ei grætur, men lær,
    gudanna Guð tað í dýrd síni sær.

    Vælkomin Guðs einglaflokkur ver

    Orð: Grundtvig
    Týtt: Rólant Lenvig

    1. Vælkomin Guðs einglaflokkur ver
    úr høgum himnasali;
    tú skærasta sólskinsbúna ber
    í heimsins skuggadali;
    tú spáar gott ár, um hart er gler,
    til fugl og urt og smalu.

    2. Vælmøttur á breyt við kirkjulið,
    á snjó um midnáttsnarið.
    Tit sessist við borðið lið um lið,
    ei berið jól av garði!
    O, gangið ei várar dyr framvið,
    tann smeit tit okkum sparið.

    3. Við brosandi eygum, findarglað,
    í vøggum og í seingjum,
    vit stetlingar hava rað á rað,
    sum blómurnar í eingjum;
    og syng fyri teim eitt títlingslag,
    so slær í hjartastreingjum.

    4. So droyma tey Betlehem í gleim,
    um mangt er heilt úr lagi,
    tey droyma tó satt um barnsins heim,
    um fjós og hoyggj og mæið,
    tey droyma, tey spæla jól við teim,
    sum kvóðu heiðurskvæði.

    5. So vakna tey árla morgun glað,
    ei nøkur sút kann tyngja,
    vit hoyra eitt fagurt jólalag,
    sum tey av hjarta syngja,
    tí ljómar so blítt um allan stað,
    tá jólaklokkur ringja.

    6. Tá dansa í ský Guðs einglalið
    á sálmarøddum víða,
    tá býður Várharra teim Guðs frið,
    sum tolgóð hava bíðað,
    tá opnar seg himins borgarlið,
    tá kom Guðs ríki fríða.

    7. Og kunnu vit bert ta gleði sjá,
    ímeðan lív man vara,
    so skal sum ein barnamóður trá
    vár sorg til gleði snara.
    Guð faðir í himni, ger tað svá,
    lat jólasorg burt fara.

    Vit trúgva allir á ein Guð

    Orð: Martin Luther
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Vit trúgva allir á ein Guð,
    alheimsskaparan og drottin;
    ein góður faðir er vár Guð,
    haðan gleði vár er sprottin.
    Dagligt breyð hann okkum gevur,
    umsorgan um okkum hevur;
    er hjá okkum neyð og vandi,
    okkum varðar hann frá grandi.
    Í vón og trúgv vit søkja hann,
    hans trúskapur ei broytast kann.

    2. Vit hava trúgv á Jesus Krist,
    einkarson Guðs, himnadrottin,
    á heimsins frelsara, Jesus Krist,
    Guðs hann eigur dýrdarmáttin.
    Hann var maður her á foldum,
    krossfestur, deyður, lá í moldum;
    men reis upp við mekt og mæti,
    fekk við høgru hond Guðs sæti,
    har biður fyri heimi hann,
    og hann skal døma hvønn ein mann.

    3. Vit trúgva Halga Anda á,
    signing, kraft og uggan manna,
    sum kemur syni, faðir frá
    at veita frið og uggan sanna,
    ríki Krists um heim út breiðir,
    iðran vekur, falnar leiðir,
    elur trúgv og vón so blíða,
    at vit øðrum lívi bíða,
    har sum vit fáa sælan frið,
    ið allar ævir varir við.

    Vit Halgan Anda biðja nú

    Orð: Luther
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Vit Halgan Anda biðja nú
    at gera okkum samd í vón og trú
    og at heimsins enda
    kirkjuna at verja,
    neyð og vandum venda,
    sum á vilja herja.
    Kyrie eleis!

    2. Tú lívsins ljós, lýs okkum svá,
    at Harrans dýrd vit fáa øll at sjá,
    so vit honum fegin
    fylgja allar leiðir,
    hann, sum okkum vegin
    til Guðs ríki greiðir.
    Kyrie eleis!

    3. Tú kærleiks andi, birt í sál
    tann kærleikseld, sum halgar verk og mál,
    so í Harrans gleði
    sameind øll vit standa,
    og hans kærleiks megi
    signar hug og anda.
    Kyrie eleis!

    4. Guðs andi, lætta sorg og harm,
    veit frið, sum barn hann fær við móðurbarm;
    um í tungum móði
    daprir dagar líða,
    uggarin hin góði,
    gev tú vón at stríða.
    Kyrie eleis!

    5. Ja, kærleiks andi, ger tað svá,
    at vit gudsbarna fund øll koma á;
    tá er endað sorgin,
    tá er perlan funnin,
    opnað himnaborgin,
    deyðans máttur vunnin.
    Kyrie eleis!

    Vit fylkjast, faðir, um títt orð

    Orð: P. Sørensen
    Týtt: Mikkjal á Ryggi

    1. Vit fylkjast, faðir, um títt orð,
    tín skírnarfunt, títt altarborð.
    O, lat oss kenna, at tú her
    sum áður enn hjá okkum er.

    2. O, góði Guð, upplýs oss svá,
    at okkum sjálv vit kenna smá,
    og einans tað vit meta stórt,
    tú fyri okkum hevur gjørt.

    3. Av egnum ávum lívsins leið
    vit, góði faðir, finna ei,
    men hoyra vit títt halga mál,
    vit fáa styrk og ljós í sál.

    4. Tað er tann hjálp, sum leiðir heim
    frá heimsins sorg til himla gleim;
    tann lovsong hátt vit syngja tá,
    sum veikur her á vørrum lá.

    Vit fingu eini gleðiboð at hoyra

    Orð: Edmund í Garði

    1. Vit fingu eini gleðiboð at hoyra,
    av himni send til syndugt mannaoyra:
    nú morgunstjørnan upp um sýn er runnin,
    og gøtan í Guðs garð er afturfunnin.

    2. Vit fingu eini gleðiboð at eiga,
    at henda morgunstjørna vil oss leiða.
    O, fylkist undir henni sálir allar,
    hon førir okkum bjargað heim til hallar!

    3. Vit fingu eini gleðiboð at bera:
    her kemur hann, sum sinnið lætt kann gera,
    við hjartafriði, smáttum í og borgum,
    so takkarsongur ljóðar hvønn ein morgun!

    Við Reyðahavs strondina, óttandi sál

    Orð: Jóan Chr. Poulsen

    1. Við Reyðahavs strondina, óttandi sál,
    ei bíðar tú Harranum leingi!
    Ver kvirr fyri honum og skoða á mál
    og óttast ei fígginda meingi!

    2. Ei fjørður tær forðar til lovaðu lond,
    tú firnast ei fíggindar, bíða!
    Tí Harrin teg tekur í alveldis hond
    og sjálvur vil fyri teg stríða.

    3. Hann bjargar tær væl gjøgnum rennandi flóð
    frá syndanna trælandi stríði,
    tú legg tað í minni, hans miskunn er góð,
    við lýdni og trúgv honum bíði!

    4. Í oyðimørk foldar tær leiðin gerst greið,
    um hugur til Harrans er vendur.
    Ei fíggindar evna at forða tær leið,
    tí hann fyri ferðini stendur.

    5. Hav Harran í huga, sum verja vil teg,
    lat glaðan tín takkarsong ljóma!
    Og dagur av degi man stytta um veg
    til himlanna Kánaan at hóma.

    Við Jesu kross har sál mín trygg kann vera

    Orð: H.M. Jacobsen

    1. Við Jesu kross har sál mín trygg kann vera,
    har kann ei nakað ónt mær skaða gera,
    har fæst tann hvíld, sum mær er tørvur á,
    tí vil eg Jesu krossi vera hjá.

    2. Við Jesu kross har kann eg tryggur vera,
    tí Jesus vildi mínar syndir bera;
    ei annan veg til frelsu veit eg mær
    enn tann, at Jesus mínar syndir bar.

    3. Við Jesu kross má illimaður dvína,
    har líti einki eg á megi mína,
    men bert á Jesu verk, sum fullgjørt er,
    sum reinan meg í Jesu blóði ger.

    4. Við Jesu kross, bert har kann eg meg verja,
    tá synd mín dømandi vil á meg herja;
    tað skýli er, sum væl man líva mær:
    at skuldabræv mítt neglt á krossin var.*

    5. Við Jesu kross er trygdarhavnin góða,
    av náði syndarum til frelsu bjóðað;
    um synd og deyði bæði leika óð,
    við Jesu kross er trygdarhavnin góð.

    6. Tú, frelsari, sum krossin vildi bera,
    títt navn vælsignað skal um ævir vera;
    tú sigur yvir synd og deyða vanst,
    tú ert tann, neyðarstøddum bjarga kanst.