Gud, altvaldandi ert tú

    Lag: Almagts Gud
    Týtt: Alfred Petersen

    1. Gud, altvaldandi ert tú,
    navn títt lovað hátt skal vera,
    lovsong tær til æru nú
    millum einglar vit frambera,
    :,: boygd á knø av anda stýrd
    fyri tínum konungs dýrd. :,:

    2. Offurlamb á krossins træ,
    deyðadømdur, skuldafríur,
    sigur gav oss páskadag.
    Við tí valdi Gud oss býður:
    :,: Helviti og deyðans makt
    er nú undir Kristus lagt. :,:

    3. Ríkið títt lat allan stað
    ganga fram við frið í fylgju
    nú og til hin evsta dag
    yvir lond og havsins bylgju,
    :,: og øll knø til sálar gagn
    boyggja seg í Jesu navn. :,:

    4. Anda Guds vit takka her,
    Gud vár faðir heiður bera,
    Jesu navnið lovað ver,
    sum vár bróðir vildi verða,
    :,: sýn oss kærleik’ alla tíð,
    til her endað er várt stríð. :,:

    Harranum lovið, alvaldandi Drotti við æru!

    Orð: J. Neander
    Lag: Stralsund
    Týtt: Emil Joensen

    1. Harranum lovið,
    alvaldandi Drotti við æru!
    Honum tú lova, mín sál,
    og á fund hans tú fari!
    Veit honum sang,
    harpunnar strongur, gev klang!
    Andligan leik hann teg læri.

    2. Harranum lova,
    sum alt man so dýrdarfult gera,
    honum, ið teg so sum ørnin
    á veingjum man bera,
    letur teg fá
    meir, enn tú skil hevur á,
    gleðir títt hjarta so sera.

    3. Harranum lova,
    sum alt so væl fyri tær greiðir,
    honum, ið heilsu tær gevur
    og kærliga leiðir!
    Váða og neyð
    ei teg at nema hann beyð,
    valdið um heimin hann eigur.

    4. Harranum lova,
    sum gevur tær lukkuna blíða,
    honum, ið teg man við túsundtals
    signingum prýða!
    Gev tí væl ans,
    veit honum ærunnar krans.
    Lær hann tess betur at lýða.

    5. Harranum lova,
    mín sál, og alt, í mær man vera,
    alt her á fold honum lovsang
    og heiður fram beri!
    Góður tær er;
    honum til vildar alt ger,
    vær viljum navn hans kunngera.