Jesus vil leiða meg trygt gjøgnum dalin

    Orð og lag: Haldor Lillenas
    Týtt: Øssur Berghamar
    Upprunaheiti: Jesus will walk with me
    Onnur týðing

    1. Jesus vil leiða meg trygt gjøgnum dalin,
    varða mín fót um hvønn tind og hvørt skarð,
    hvat enn meg hendir – í sól sum í skugga –
    einki eg óttist, tá hann er mær nær.

    Niðurlag: Jesus vil leiða meg,
    hann vil varða meg,
    einki óttist eg.
    Á nátt sum á degi,
    í sorg sum í gleði
    eg veit, hann vil leiða meg.

    2. Jesus vil leiða meg – eri eg veikur,
    kraft hann mær gevur, sum tørva mær kann.
    Í hvørji kreppu eg tryggur kann vera,
    hildin av honum, sum sleppa ei kann.

    3. Jesus vil leiða meg – hann vil meg verja
    í hvørjum vanda og á hvørjum stað.
    Hann er mín kongur, mín kraft og mín klettur,
    hond hans meg leiðir, og sál mín er glað.

    4. Jesus vil leiða meg løturnar ljósar,
    og tá ið dagurin myrkastur er,
    leiða meg trygt, inntil stundin upp rennur,
    tá ið hann heim til sín sjálvan meg ber.

    Er kongur lívsins hirði mín

    John Bacchus Dykes
    Orð: Henry Williams Baker
    Lag: John Bacchus Dykes
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: The king of love my shepherd is

    1. Er kongur lívsins hirði mín
    – sum kærleiksfullur ræður –
    tá fattast einki, hann er tín,
    og tú ert hans í ævir.

    2. Hann leskar mína tystu sál,
    har lívsins løkir flóta.
    Hann leiðir meg á vøll og vál,
    til grasið grønt at njóta.

    3. Tá vilstur langt av leið eg var,
    í kærleika hann fann meg,
    á herðum sínum heim meg bar
    og fagnandi hann vann meg.

    4. Í deyðaskuggans dali eg
    ei óttist: Tú ert hjá mær,
    tín keppur, stavur ugga meg,
    og aldri fert tú frá mær.

    5. Eitt búgvið borð tú reiðir mær
    og salvar meg við náði.
    Av steypi signingar frá tær
    í yvirflóð eg fái.

    6. Alt lívið tú meg leiðir væl
    og fylgja skalt mær glaður.
    Og so í húsi Harrans skal
    eg búgva allar ævir.

    At royna frelsir ongan

    Orð: Edward G. Taylor
    Lag: George Coles Stebbins
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: It is not try, but trust!

    1. At royna frelsir ongan,
    ei hjálp tað veita kann;
    nei, hygg nú bert á Jesus,
    og lít nú bert á hann!
    Tí blóðið, eina blóðið
    til Himmals legði brúgv,
    og orðið, sum ber frelsu,
    er ikki royn, men trúgv!

    Niðurlag: Tað er ei royn, men trúgv!
    Tað er ei royn, men trúgv!
    Bert Jesu verk kann frelsa;
    tað er ei royn, men trúgv!

    2. Tann ísraelsmaður forðum,
    sum ormabitin var,
    ei frelstur varð av nøkrum,
    hann sá og fann hjá sær,
    nei, ormurin, upp hongdur,
    var eina hjálpin har,
    sum Harrin hevði talað –
    ei royn, men trúgv, tað var!

    3. Ja, Jesu verk á krossi
    er nóg nógv enn í dag,
    og gerningar og kenslur,
    tey bøta ei um tað!
    Tak einfalt móti honum,
    og sál tín bjargað er!
    Tí enn eins og í forðum
    ei royn, men trúgv, tað er!

    So sum eg eri, komi eg

    Charlotte ElliottWilliam  Batchelder Bradbury
    Orð: Charlotte Elliott
    Lag: William Batchelder Bradbury
    Týtt: Victor Danielsen

    1. So sum eg eri, komi eg.
    Títt blóð er runnið fyri meg,
    tú býður mær, tí komi eg,
    Guds Lamb, eg komi, komi nú!

    2. So sum eg eri, ei kann eg,
    frá syndum mínum reinsa meg,
    bert blóð títt kann, tí komi eg,
    Guds Lamb, eg komi, komi nú!

    3. So sum eg eri, syndigur,
    ja, fallin, blindur, fátækur,
    at verða reistur, reinsaður,
    Guds Lamb, eg komi, komi nú!

    4. So sum eg eri, náði tín,
    er størri enn øll armóð mín,
    í míni sár tú letur vín,
    Guds Lamb, eg komi, komi nú!

    Guds orð er ogn og arvur tann

    Nikolaj Frederik Severin GrundtvigMartin LutherVictor Danielsen
    Orð: Nikolaj Frederik Severin Grundtvig (1. ør.) og Árni Jacobsen (2. ør.)
    Lag: Martin Luther
    Týtt: Victor Danielsen (1. ør.)
    Upprunaheiti: Guds ord det er vort arvegods

    1. Guds orð er ogn og arvur tann,
    vár ætt, várt avkom eigur;
    Gud gev, um okkum sigast kann,
    at vit tí vístu heiður!
    Tað er vár hjálp í neyð,
    vár troyst í lív og deyð;
    hoyr, Harri vára bøn,
    veit okkum hesa løn,
    at ættin orðið arvar!

    2. Lat hetta orð og arvin tá
    í sál og sinni búgva,
    so hann vit mega líta á,
    í øllum lutum trúgva,
    hann ikki skammast við,
    men við hvørt lívsins stig
    trúgv søkja Harrans ráð,
    so ein og hvør tað sá
    – tá ættin orðið arvar!

    Eina tíð eg livdi í myrkri

    Dallas Frazier
    Orð: Per-Olof (Pelle) Karlsson (ørindi 1 og 3) og Petur William Háberg (ørindi 2 og niðurlagið)
    Lag: Dallas Frazier
    Týtt: Petur William Háberg (ørindi 1 og 3)
    Upprunaheiti: There There Goes My Everything / Han är min sång och min glädje

    1. Eina tíð eg livdi í myrkri,
    uttan stavnhald, mið ella mál,
    men so hoyrdi eg Harran at tala,
    og tað lýsti og vann mína sál!

    Niðurlag: Hann er mín songur, mín gleði,
    Gud mín og Harri er hann!
    Jesus, í tínum hondum
    eg æviga hvílu fann!

    2. Og mín langtan er nú at liva
    sum eitt vitni bert fyri hann,
    sum á Golgata leinkjurnar loysti
    og úr myrkursins valdi meg vann!

    3. Tá á evsta degi eg síggja
    skal hin nýggja himmalska stað,
    kemur Jesus ímót mær, og prísa
    honum skal eg hin æviga dag!

    Harrin gav eitt merki til sítt veika lið

    Victor Danielsen
    Orð: Daniel Webster Whittle
    Lag: James McGranahan
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: The banner of the cross

    1. Harrin gav eitt merki til sítt veika lið,
    reytt og fagurt blaktrar tað;
    okkum boð tað ber um sigur, náði, frið,
    vit við gleði reisa tað.

    Niðurlag: Glaður fram í stríðnum far,
    tí sigurin er okkara!
    Jesus valdið ber,
    sigur er
    undir merki hansara.

    2. Um enn fíggindin seg savnar sum ein flóð,
    vilja vit ei ræðast hann;
    farið fram við songi og við fríum móð,
    stríðið fyri sannleikan!

    3. Yvir hav og land, ja, runt ta víðu jørð
    hitt blóðsmerkið reisast má;
    vitnið, syngið, berið boðið: Ein og hvør,
    tann, sum trýr, skal frelsu fá!

    4. Skjótt hin ljósa morgun Harrans fólk skal sjá,
    vunnin er tá sigurin;
    Harrans fíggindar í myrkri flýggja tá,
    sigrað hevur krossurin.

    Tá sól er sett her – áh, sæli morgun

    Orð: Virgil P. Brock
    Lag: Blanche Kerr Brock
    Týtt: Petur William Háberg
    Upprunaheiti: Beyond the sunset

    1. Tá sól er sett her – áh, sæli morgun,
    við honum dýrdin tá byrja man,
    alt stríð er endað – ein lívsæl lýsing,
    tá sól er sett her –
    eg hvíla kann.

    2. Tá sól er sett her – hvørt skýggj er horvið,
    hvør stormur stiltur – hvør ótti burt.
    Áh, gleðidagur, sum ei fær enda,
    tá sól er sett her –
    hvørt tár gerst turt!

    3. Tá sól er sett her – ein hond meg leiðir
    til Gud, mín faðir, sum prís mítt fær.
    Hans dýrd at síggja, hans rødd at hoyra,
    tað er tann heilsan, mær møtir har!

    4. Tá sól er sett her – eg aftur síggi
    øll tey, sum fóru heim undan mær,
    og í tí landi vit aldri skiljast –
    tá sól er sett her –
    í ævir har!

    Freistað og roynd, vit undrandi spyrja

    Orð: W.A. Fletcher
    Lag: W.B. Stevens og Jesse R. Baxter
    Týtt: Petur William Háberg
    Upprunaheiti: Farther along

    1. Freistað og roynd, vit undrandi spyrja,
    hví er tað so, hví helmar tað ei,
    meðan vit síggja onnur at liva,
    spard, tó tey ganga órætta leið.

    Niðurlag: Longri á leið vit svar skulu fáa,
    longri á leið, har skilja vit hví,
    mót! kæri bróðir, stíg út í ljósið,
    vit skilja alt um stokkuta tíð.

    2. Trúgvir til deyðan, segði mín Harri,
    stríða og bíða enn eina tíð
    mega vit, men tað verður sum einki,
    tá vit gullstaðin trína inn í.

    3. Skjótt kemur Jesus, kemur í skýnum,
    loyst er hvør gáta, svarað hvørt hví,
    tá ið vit síggja Harran har heima;
    vit skilja alt um stokkuta tíð.

    Skjótt kemur Harrin og heinta skal síni

    Carl Michael BellmanVictor Danielsen
    Orð: Ókendur
    Lag: Carl Michael Bellman
    Týtt úr donskum: Victor Danielsen

    1. Skjótt kemur Harrin og heinta skal síni;
    í hvørjum partinum verður tú tá?
    Hevur tú bjargað tær sálini tíni?
    Tað er tann spurni, sum alt liggur á.
    Sálirnar trúleysar vrakaðar verða,
    sjálvrættvís eiga ei frelsu tann dag,
    tey, sum ei skomm hans á fold vildu bera,
    viðkennist hann ikki – gloym tó ei tað!

    2. Skjótt kemur Harrin, og tá skal hann fagna
    teimum, sum kendust við navn hans á fold;
    tey, sum í trúgv eru sovnað, tá vakna,
    øll Harrans egnu, sum løgdust í mold.
    Syndari, ikki er tíð nú at sova!
    Bjarga nú sálini, meðan tú kann,
    so tú við Guds børnum honum kanst lova,
    við teim í skýggini fara til hann!

    3. Skjótt kemur Harrin; tá endað er neyðin
    hjá teimum, sum hava trúð á hann her,
    stríðið er vunnið og sigraður deyðin;
    dýrdlig og sæl er Guds fólki tann ferð.
    Eina ferð enn: Hoyr, tín sál er í váða!
    Kanska er seinasta kallið í dag;
    skunda tær, nú tú kanst frelsuna fáa,
    Jesusi trúgv, og tín sál verður glað!