Skjótt kemur Harrin og heinta skal síni

    Carl Michael BellmanVictor Danielsen
    Orð: Ókendur
    Lag: Carl Michael Bellman
    Týtt úr donskum: Victor Danielsen

    1. Skjótt kemur Harrin og heinta skal síni;
    í hvørjum partinum verður tú tá?
    Hevur tú bjargað tær sálini tíni?
    Tað er tann spurni, sum alt liggur á.
    Sálirnar trúleysar vrakaðar verða,
    sjálvrættvís eiga ei frelsu tann dag,
    tey, sum ei skomm hans á fold vildu bera,
    viðkennist hann ikki – gloym tó ei tað!

    2. Skjótt kemur Harrin, og tá skal hann fagna
    teimum, sum kendust við navn hans á fold;
    tey, sum í trúgv eru sovnað, tá vakna,
    øll Harrans egnu, sum løgdust í mold.
    Syndari, ikki er tíð nú at sova!
    Bjarga nú sálini, meðan tú kann,
    so tú við Guds børnum honum kanst lova,
    við teim í skýggini fara til hann!

    3. Skjótt kemur Harrin; tá endað er neyðin
    hjá teimum, sum hava trúð á hann her,
    stríðið er vunnið og sigraður deyðin;
    dýrdlig og sæl er Guds fólki tann ferð.
    Eina ferð enn: Hoyr, tín sál er í váða!
    Kanska er seinasta kallið í dag;
    skunda tær, nú tú kanst frelsuna fáa,
    Jesusi trúgv, og tín sál verður glað!

    Kristus á krossinum

    Orð og lag: Jørgen P. Santon
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Kristus, på korset du bar på dig

    Kristus, á krossinum fell á teg
    heimsins hin stóra neyð,
    Kristus, tú toldi har fyri meg
    pínslur og bann og deyð!

    Himmalski Faðirin rætti har
    sálini falnu hond,
    stríðið hitt stóra har stillað varð,
    slitin øll deyðans bond.

    Krossurin meinbogi mikil er
    fyri hitt stolta sinn;
    honum, sum sorg eftir Gudi ber,
    balsam er krossurin.

    Har er ein lívd fyri storminum,
    sannleikans grund til frið,
    har er eitt skýli hjá sálunum
    nú og í ævir við.

    Heimurin hatar hitt krossins træ,
    stríðir tí hart ímót;
    tó finna sálirnar lívd og læ
    niðri við krossins fót.

    Eg sendi tykkum út at virka, líða

    Orð: Edith Margaret Clarkson
    Lag: John W. Peterson
    Týtt: Brynleif Hansen
    Upprunaheiti: So Send I You

    1. Eg sendi tykkum út at virka, líða,
    ólønt, ódámd, ókend, óynskt, ólýdd,
    at bera háð, at líða spott og hatur;
    eg sendi tykkum út í virki mítt.

    2. Eg sendi tykkum – særdum sálum bjargið,
    ja, vakið, virkið, grátið yvir teim,
    og berið byrðar teirra falnu, gloymdu,
    eg sendi tykkum út í allan heim.

    3. Eg sendi tykkum – einsom og forfjónað,
    við hjørtum byrðað fyri heimsins neyð,
    at lata hús og kærar vinir fara,
    eg sendi tykkum – elskið inntil deyð.

    4. Eg sendi tykkum – sleppið lívsins tráan,
    tín eginvilja, ynski dýr og kær;
    ja, haldið á at elska tey, sum hata,
    eg sendi tykkum bert at tæna mær.

    5. Eg sendi tykkum út til tey, sum gráta,
    at bera blindum sálum frelsuna;
    til hjørtu herd av øvund og av hatri,
    eg sendi tykkum – smakkið Golgata.

    Eins og Faðir sendi meg,
    eg sendi teg!

    Prísa Gudi, lat í morgin

    William Gibson SloanPhilip Paul BlissVictor Danielsen
    Orð: William Gibson Sloan
    Lag 1: Philip Paul Bliss
    Lag 2: Samuel Webbe
    Lag 3: Jens Guttesen
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Praise the Lord, and leave tomorrow

    1. Prísa Gudi, lat í morgin
    hvíla í tíns Faðirs hond!
    Svíkja kunnu ei hans lyfti,
    pín við sorg ei tína ond!
    Hann er trúgvur,
    hann er trúgvur,
    legg alt títt bert í hans hond!

    2. Trúgv í dag, og lat í morgin
    bera sína egnu sorg!
    Hvat so enn títt bróst vil tyngja,
    Harrin vera vil tín borg;
    hann er trúgvur,
    hann er trúgvur,
    legg á hann bert hvørja sorg!

    3. Bið í dag, og lat í morgin
    bera við sær, hvat hann vil!
    Hoyr Guds lyfti: Sum tín dagur
    skal tær styrki leggjast til!
    Hann er trúgvur,
    hann er trúgvur,
    lat so koma, hvat ið vil!

    4. Vak í dag, og minst, at morgin
    kanska aldri koma skal!
    Tí í dag kann Harrin koma –
    stóra gleði, vón so sæl!
    Hann er trúgvur,
    hann er trúgvur,
    vænta hann, sum koma skal!

    5. Stríð í dag og gloym í morgin!
    Neyðin stór umkring teg er,
    sálir doyggja, syndin ræður –
    far, hitt dýra sáðið ber!
    Gud er trúgvur,
    Gud er trúgvur,
    hann skal signa tað, tú ger.

    6. Vak tí, bið og lít á Harran,
    virka trúfast dag um dag!
    Kraft tær gevast skal, tí trúgvur
    er tann Gud, sum lovar tað;
    hann er trúgvur,
    hann er trúgvur,
    hann, sum koma kann í dag.

    Statt stinnur í stríðnum um sannleik og rætt

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt úr enskum til danskt: D.J. Danielsen
    Týtt úr donskum: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Stå fast udi kampen for sandhed og ret

    1. Statt stinnur í stríðnum um sannleik og rætt,
    og Harrin skal greiða tín veg!
    Og fjallið, tær forðar, skal hann gera slætt –
    tí Jesus, hann vann fyri teg.

    Niðurlag: Ja, Jesus, hann vann fyri teg,
    ja, Jesus, hann vann fyri teg,
    og sigra skalt tú, um tú lítur á hann,
    sum á krossinum vann fyri teg.

    2. Um ódnirnar ýla, um dimm er tín leið,
    um sólin enn krógvaði seg,
    so miss ikki mótið, Gud svíkur teg ei.
    Tí Jesus, hann vann fyri teg!

    3. Víst heimurin háða og spotta teg kann,
    um tú velur sannleikans veg,
    tey spottaðu Jesus og hataðu hann;
    men Jesus, hann vann fyri teg.

    4. Og teimum, ið enn ganga myrkursins veg
    mót Helvitis pínu og neyð,
    sig teimum frá honum, ið vann fyri teg!
    Hann eisini vann fyri tey.

    Niðurlag: Hann eisini vann fyri tey,
    hann eisini vann fyri tey,
    og tey sigra við, um tey líta á hann,
    sum á krossinum vann fyri tey.

    Stríðið sannleiksstríð

    Orð og lag: William F. Sherwin
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Sound the battle-cry

    1. Stríðið sannleiksstríð
    Guds herklæðum í.
    Mikið vápnagný
    dynur nær.
    Brynjað, gyrd og skødd,
    takið hjálm á høvd,
    spennið spong og vødd
    og berjist har.

    Niðurlag: Reisist, hermenn,
    fylkist nú um merkið!
    Reystir, treystir,
    fremjið sigursferð!
    Framá, heimá,
    syngið hosianna!
    Hetjan Kristus jú á odda er.

    2. Fús vit herja á,
    fíggindan vit slá,
    málið brátt vit ná
    fram á leið.
    Hevjið svørð og skjøld
    móti myrku vøld,
    fyri Satans fjøld
    vit lúta ei.

    3. Gud, vár høvdingi,
    tú Almáttugi,
    lat herliðini
    sigur fá!
    Gev á hvørjum stað
    kraft til hvørt eitt slag,
    inntil síðsta dag
    vit heima stá.

    Bjart várs Faðirs náði skínur

    Orð: Philip Paul Bliss
    Lag 1: Philip Paul Bliss
    Lag 2: David Caryll
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Let the lower lights be burning

    1. Bjart várs Faðirs náði skínur
    yvir hav og yvir lond,
    og hann okkum beyð at tendra
    ljós við lágu sjóvarstrond.

    Niðurlag: Lat hitt lægra ljósið brenna,
    lýsa bjart og sløkna ei,
    so ein skúta, stødd í vanda,
    finna kann ta beinu leið!

    2. Dapra syndanáttin dimmist,
    villar bylgjur ýla hátt,
    eygu troytt í angist hyggja
    eftir ljósi í tí nátt.

    3. Birt títt veika ljós, mín bróðir!
    Frelsa kanst tú onkun mann,
    sum nú vónar havn at náa,
    bert eitt ljós hann síggja kann.

    Ei enn, mítt barn, enn dagsins stríð og hita

    Orð: Catherine King Pennefather
    Lag: Ira David Sankey
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Not now, my child

    1. Ei enn, mítt barn, enn dagsins stríð og hita,
    enn eina stutta tíð á villu vág,
    í oyðimørk enn nakrar myrkar dagar
    og síðan sólskin Faðir tínum hjá!

    2. Ei enn, eg eigi seyð, sum viltist burtur,
    hann má við kærleiks rødd tú kalla heim;
    ja, mong á fjøllunum enn vónleys fjakka,
    tú sleppa skalt at leita eftir teim.

    3. Ei enn; eg eigi børn, sum sorgir líða,
    far, fell í kærleika við teim eitt tár!
    Og mong á sjúkrasongini seg geva,
    far, far, her bløða so mong hjartasár!

    4. Ei enn; her eru so mong vónleys hjørtu,
    her er so myrkt, far tú í trúgv, ger ljóst!
    Her renna tár hjá faðirleysum, ørmum,
    far, legg í kærleika tey við títt bróst!

    5. So far til tey, sum vónleys falla, doyggja,
    við Jesu navni – har er lívið í,
    lat ei títt hjarta kølna – kanst tú ikki
    við honum vakja eina stutta tíð!

    6. Ja, eina stutta tíð, og síðan kransin,
    tá tú í dýrd við hásætið skalt stá,
    tá tú ert latin í tey hvítu klæði,
    og Lambið prís og tøkk frá tær skal fá!

    Bjarga teim doyggjandi

    Orð: Fanny Crosby
    Lag: William H. Doane
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: Rescue the perishing

    1. Bjarga teim doyggjandi,
    reis tey, ið falla,
    rív tey í miskunn av fíggindans hond,
    far eftir burtvilstum,
    bundnum og særdum –
    Jesus vil frelsa tey, loysa øll bond!

    Niðurlag: Bjarga teim doyggjandi,
    reis tey, ið falla,
    Jesus vil frelsa tey –
    før tey til hann!

    2. Tó at tey háða hann,
    bíðar hann tolin,
    væntar at síggja eitt angursins tár;
    tala í álvara,
    vís teimum vandan,
    fá tey at kenna sítt svíðandi sár.

    3. Djúpast í sálunum
    kenslur enn búgva,
    kenslur frá Gudi, sum freistarin vann;
    rørdur av kærleikshond
    strongurin brostni
    ljóða av nýggjum við gleði enn kann.

    4. Bjarga teim doyggjandi!
    Jesus teg biður;
    styrki tú fært, um bert royna tú vilt;
    før tey á beinan veg,
    leið tey í tolni,
    sig teimum lívsins orð skilliga, stilt!

    Sannhjartað, heilhjartað, trúføst og lýðin

    Frances Ridley HavergalVictor Danielsen
    Orð: Frances Ridley Havergal
    Lag 1: Frances Ridley Havergal
    Lag 2: Josiah Booth
    Lag 3: George Coles Stebbins
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: True-hearted, whole-hearted

    1. Sannhjartað, heilhjartað, trúføst og lýðin
    ynskja vit, Jesus, at vera mót tær
    og undir merkinum tolin og íðin
    stríða og vinna, tí hvílan er nær!

    Niðurlag: Arbeið við gleði!
    Skjótt aftnar dagur;
    syng honum lovsong og stríð fyri hann,
    vís honum trúskap, tæn honum glaður,
    honum, sum lívið so dýrt okkum vann!

    2. Sannhjartað, heilhjartað, fullasta lýdni
    vilja vit hereftir lata hann sjá;
    mansliga virkan og sonarligt ídni
    sjálvboðið, frítt skal sum offur hann fá.

    3. Sannhjartað, heilhjartað vilja vit, Harri,
    undir títt vald leggja kenslur og alt,
    ráð tú her eina og drag okkum nærri
    til tín, og æruna eiga tú skalt!