Vælkomin vársins vakri mai

    Lag: Johann Abraham Peter Schulz
    Týtt: Tummas Napoleon Djurhuus (leysliga úr týskum)

    1. Vælkomin vársins vakri mai.
    Sjá sólin skyggir heit
    um summardáaprýddan teig
    og sóljugula veit.

    2. Vælkomin vársins vakri mai.
    Hoyr fagran fuglaslátt
    frá morgunstund um alla leið,
    til døggin drýp’ mót nátt.

    3. Vælkomin vársins vakri mai.
    Nú kvøðið vársins sprund
    og dansið við um heyg og heið
    og kvøldarkvirra lund.

    Nú flýgur tjaldur um heimalon

    Orð: Regin Dahl
    Lag: Pauli í Sandagerði

    1. Nú flýgur tjaldur um heimalon,
    og tjarnir glitra á føgrum tíma,
    og aldur skola, og lotið andar,
    í loti dandar hvørt eiturfon.

    Nú sova tjøldur við heimastrond.

    2. Nú bresta hógvar um vátan teig,
    og hestagneggjan um vøllir strýkur,
    og tøð og nývelt og tarin rýkur,
    tað rýkur raman um alla leið.

    3. Nú smettur eyrriði um áarsmog,
    og skjýtur dittin í fossasjóðið,
    og smábørn beistast og spæla undir,
    tá undir fjøll søkkur dagsins log.

    Á skúlabeinki

    Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
    Lag: Sámal Petersen

    1. Sólin skínur, og nú er vár –
    seg klokkan so seinliga flytur.
    Silvurlín hevur sólvakurt hár,
    á næstfremsta beinki situr.

    2. Sólin skínur, og nú er vár
    um keðsamar, útslitnar bøkur.
    Silvurlín fylti sekstan í gjár,
    hon er so vill og vøkur.

    3. Vár er komið, og sólin skín,
    hon skyggir í síðsvørtum hári.
    Sárt eg droymi um Silvurlín,
    eg ungi, forelskaði dári.

    4. Vár er komið, og sólin skín,
    hon spælir á dúnbrúnum armi.
    Lítið grunar hon, Silvurlín,
    um kenslur, mær brenna í barmi.