Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum

    Orð: Sigurd Berghamar (fyrra ørindi) og Petur William Háberg (seinna ørindi)
    Lag: Ókent týskt tónaskald úr 17. øld

    1. Vælkomnir veri, tit gestir úr ymiskum heimum,
    saman við hjúnunum vígdu – at fegnast við teimum,
    sum her í dag
    góvu hvørt øðrum sítt „ja“,
    játtað av kenslum so reinum.

    2. Vit teimum ynskja av hjarta á hátíðardegi
    lukku og eydnu og signing á framtíðarvegi,
    eigi í lund
    tey Harrans frið hvørja stund.
    Hann veitir sannastu gleði.

    Alveldis Gud, sum frelsu gav

    Orð: William Whiting
    Lag: John Bacchus Dykes
    Týtt: Sigurd Berghamar
    Upprunaheiti: Eternal Father, strong to save

    1. Alveldis Gud, sum frelsu gav,
    sum bindur storm og villa hav;
    tey djúpu vøtn, tey víðu høv,
    øll mugu lýða tíni krøv.
    Í bøn vit bera fram øll tey,
    á sjónum eru stødd í neyð!

    2. Áh, Kristus, bert eitt orð frá tær,
    brátt sjógvur legðist, stilli varð.
    Á aldum trygt tín fótur gekk,
    í ódnarveðri blund tú fekk.
    Í bøn vit bera fram øll tey,
    á sjónum eru stødd í neyð!

    3. Áh, Halgi Andi, tú, sum lá
    við verndarveingjum vøtnum á,
    sum framdi frið um heimsins høv
    og legði logn um nes og nøv.
    Í bøn vit bera fram øll tey,
    á sjónum eru stødd í neyð!

    4. Áh, Guddómstríeind, kærleiksvøld,
    veit brøðrum várum vernd og skjøld,
    lat ódn og álop, eld og sker
    ei kunna skaða teirra ferð.
    Mót Himli takkarsongir tá
    upp stíga landi, sjógvi frá.

    Mong vónleys sál

    Orð og lag: John C. Ratzlaff
    Týtt: Sigurd Berghamar
    Upprunaheiti: Away in heathen darkness

    1. Mong vónleys sál á myrku leið seg trilvar fram
    og finnur ei hitt lívsins ljós, sum bjarga kann.
    Í stríði, líðing lívið svann. Á tú, sum kennir lívsins
    veg, far, kanska Gud vil brúka teg. Sig teim, sum
    eru stødd í neyð, at Jesus doyði fyri teg.

    2. Ein kona hjartabrotin vóð, seg stríðir heim frá
    halgu flóð. Har tveitti hon sítt barn so kært
    at bloyta gudahjarta hart. Hin sanna Gud hann
    kennir tú, hvat offur bert tú honum nú? Tú, sum
    jú eigur Harrans frið, sig, koma tey tær ikki við?

    3. Har stríðandi ein maður fer, og lív hans brátt at
    enda er. Myrk er hans leið, vit vita vist, hvør fer
    at boða honum Krist. Í tóman heim hvørt róp
    hans var, veit ei, at Jesus dómin bar. Mót grøv,
    sum uttan Kristus er, hann gloymdur til fortaping fer.

    4. Í hundraðtúsundtali tey nú doyggja – minst til
    teirra neyð! Men drála vit, hvat verður tá, hin
    stóra Harra ásjón sjá. Á tú, sum kennir sannleiks-
    veg, far nú, um Gud vil senda teg. Sig teim,
    sum eru stødd í neyð, at Jesus doyði fyri tey.

    Eg veit ikki tíð ella tíma

    Orð: Fanny Crosby
    Lag: Knút E. Háberg, William J. Kirkpatrick
    Týtt: Sigurd Berghamar

    1. Eg veit ikki tíð ella tíma,
    nær Harrin vil tala til mín,
    ei, um hann á nátt ella degi
    vil taka sítt barn heim til sín.

    Niðurlag:
    Men eg veit, honum líkur eg verði,
    mær leingist, áh, var tað í dag!
    Eg veit, tá skal Lambið eg skoða,
    sum ofraði seg í mín stað.

    2. Eg veit ei, hvat hann hevur til mín,
    hvør dýrd verður Jesusi hjá,
    ei, nær eg har heima skal lenda,
    hans fullkomna kærleika ná.

    3. Kann henda, á sólheitum degi
    hann tekur meg arbeiðnum frá;
    kann henda, hans elskaða rødd meg
    á midnáttarstund kallar á.

    4. Eg veit ikki – áh, men eg bíði,
    ei ljós mítt má missa sítt skin,
    um eg so skal hoyra á morgni,
    á nátt ella degi mín vin!

    Upphavsins heim svarta syndnáttin fjaldi

    Orð: Sigurd Berghamar
    Lag: Øssur Berghamar

    1. Upphavsins heim svarta syndnáttin fjaldi,
    dapurt og oyðið um høv og um lond.
    :,: Brádliga ljósið um alheimin spældi
    – har var hin himmalska hond. :,:

    2. Hjún vórðu sett í hin blómandi garðin.
    Teskandi hoyrdist hin røddin so vánd.
    :,: Fallið var komið, og dýrdin var farin
    – sveik ei hin himmalska hond. :,:

    3. Arvaði ættin so syndina svørtu,
    bannað av Gudi var likam og ond.
    :,: Bøtti tó blóð fyri iðrandi hjørtu
    – bjargandi himmalska hond. :,:

    4. Frelsarin kom, hann, sum synd kundi gjalda,
    loysa við blóði tey fjøtrandi bond,
    :,: prógvaði lyfti frá fyrndum at halda
    – trúfasta himmalska hond. :,:

    5. Aftur skal koma hin Frelsarin mæti,
    børn síni flyta til Himmalsins strond,
    :,: vælkomin saman í dýrdligum sæti
    býður hin himmalska hond. :,:

    Bíblian hin kæra, dýri skattur vár

    Orð: Alfred P. Gibbs
    Týtt: Sigurd Berghamar

    1. Bíblian hin kæra, dýri skattur vár,
    ævinleikans Orðið grøðir sálarsár.
    Boð hon ber frá Gudi, synd fordømir hann,
    men við Kristi deyða øll hann frelsa kann.

    2. Lív mær gevur Orðið, mettar mína sál,
    veitir vápn til verju, ráð til dagsins mál,
    hevur fjøld av lyftum, lýsir mær mín veg,
    og í hvørjum tørvi hjálp har finni eg.

    3. Ognist mær so Orðið, trúgv mín, mennist hon,
    treingist trá til álit á Guds egna Son.
    Tryggur í hans ørmum lýðin gerist eg,
    vaksandi í náði gangi Harrans veg.