Várið kom eitt vetrarkvøld

    Orð: Sólrun Michelsen
    Lag: Simme Arge Jacobsen

    Várið kom eitt vetrarkvøld
    av myrkum, køldum havi
    nærkaðist úr glæmuni,
    har mánin reis úr kavi.

    Hoyrdi eg úr firruni
    eitt ljóð frá vinum kærum,
    tjaldursflokk á flogi heim
    úr vetrarskýli fjarum.

    Starandi í náttarljós
    har myrkrið tók at tána
    sá eg tey sum hvørvisjón
    í silvurlittum mána.

    Takksom fyri landsins lívd
    tey lótu kenda lagið,
    lænti teimum náttarhvíld
    hin kavaklæddi hagi.

    Bóru várið við sær inn
    í grønum dreymalaki
    kveiktu lív í sálina
    við ljósinum á baki.

    Lýtt og gott

    Orð: Sólrun Michelsen
    Lag: Simme Arge Jacobsen

    lýtt og gott
    stundum vátt
    summarið seina
    smýgur millum steina
    bøurin flekkutur
    niðan í brekkurnar
    angin frá hoynum við lotinum fer

    vøkur er
    summarverð
    sólin ið sígur
    út nú øllum býður
    stjalandi huga tín
    argandi álvalín
    fuglaljóð fjara við lotinum fer

    kvirt um teig
    alla leið
    verurnar hvíla
    kvøldartíma síðla
    døggin nú leggur seg
    vát yvir bø og veg
    friðurin víða við lotinum fer

    Á jólanátt

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Á jólanátt úr høgum himnahválvi
    varð sungin tær ein lovsongur so hátt,
    tá einglar trinu niður á tað gólvið,
    har krubba tín varð sett ta jólanátt,
    tá tú í tínum lítillátna veldi
    læt kyssa teg á kinn Mariu moy,
    læt fyri okkum opna lívsins keldu.
    Tú fyri oss á krossi hevur doyð.

    Gud, lat oss syngja við tí einglaskara,
    sum lovaði og prísaði títt navn.
    Tey jólini nú okkum kunnu læra,
    at tað sum viti førir trygt í havn.
    Lat okkum tá í hendur taka saman
    og syngja glað um boðskap tín í kvøld,
    og ynskja øllum jólafrið og gaman,
    at eingi eru svong, og eingi køld.

    Vøgguvísa

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Kom, legg títt høvur á móður lær
    mítt lítla fitta sníð,
    og tel mær, hvørt hevur gingist tær
    alt eftir dagsins stríð.
    Tí, fyri tær er stríðið stórt,
    um alt ei gongur væl.
    Í spølni er ei klandur sørt,
    tó at tað bert er spæl.

    Kom, legg títt høvur á móður lær.
    Í tíni barnaverð
    er gloymt, tá sólin aftur sær,
    alt tað, sum tær sorgir ber.
    O, lær meg, barn, at stríð mítt er
    ei daprari enn títt,
    ið kámast burtur í dreymaverð.
    Sov, fitta sníðið mítt.

    Út vil eg, út

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Út vil eg, út har, sum loftið er høgt og sólin er bjørt,
    út har, sum lívið sær spælir, og eydnan er nær.
    Heima er trongligt og dapurt og myrkt, mær lagnan gerst svørt,
    trongist mín hugur – men leingist mín muður at tær.

    Hví mást tú fara, eg spyrji teg bara,
    ja, nú mást tú siga mær satt.
    Er tað tað besta? Mítt hjarta vil bresta,
    Vilt tú ikki fevna tín skatt?

    Út vil eg, út í ta fjølbroyttu verð, sum um okkum er,
    men tá eg heim aftur komi, eg fevna teg vil.
    Tó má eg burtur eitt bil, tí eg kenni, eydnan har er,
    úti í villini verð, har sum alt bert ber til.

    Hví má hann fara, vit spyrja hann bara,
    ja, nú má hann svara tær satt.
    Er tað tað besta? Mítt hjarta vil bresta!
    Vilt tú ikki fevna tín skatt?

    Eg havi ferðast so víða

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Eg havi ferðast so víða um lond,
    fylgdi ungdómsins hágloygdu ond.
    Ja, tann sorgin var stór, tá frá gentu eg fór,
    havi slitið øll snørandi bond.

    Eg havi ferðast so víða um høv,
    havi fylgt øllum longsulsins krøv,
    havi upplivað nógv, eri troyttur av sjógv,
    ynski ei, at hann verður mín grøv.

    Eg havi krossað Biscaya í ódn,
    hitti blámenn so smáar sum børn,
    spákað runt í Shanghai, lá í Rio við kei,
    og í Kanada settu vit gørn.

    Eg havi siglt út um heim víða hvar,
    men monsunin meg heimaftur bar,
    heim til minnini øll millum firðir og fjøll.
    Eg, mítt Føroyaland dragist at tær.

    Tí kom eg aftur at hitta teg her.
    Tú vart alt fyri mær her í verð.
    Men so býttur eg var, at eg væntaði mær,
    at tú bíðaði eftir mær her.

    Nú hetta melur í mær sum ein hvørn:
    Tú ert gift og fekk sjálvandi børn.
    So, at enda, farvæl, nú mín grøv verða skal
    hetta dragandi havið í ódn!

    Nú gerst føgur summarnátt

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    Nú gerst føgur summarnátt
    og kvirra legst um land,
    kennist við hvønn andadrátt,
    at summar er í hond.
    Føgur er mín summarnátt,
    bert tú ert her í nánd,
    trína vit um duragátt
    langt burt í onnur lond.

    Nú gerst føgur morgunstund
    so ljós og rein, so blíð,
    rembist eftir kvirran blund,
    nú dagur raknar við.
    Summardagur hollur er
    og verkadagur mær,
    livir sína egnu verð,
    er nokk í sjálvum sær.

    Summardagur, vetrarstund,
    eitt ævigt skifti er,
    nú góðan byrð, nú sorgarstund,
    er okkar lutur her.
    Summardagur, vetrarstund,
    tað er mær líkasælt,
    tí tú mín góða, tú mítt sprund,
    tú fyri mær ert alt.

    Minnist tú enn

    Orð og lag: Simme Arge Jacobsen

    So mangan brestur ætlan,
    um enn hon væl er meint,
    tað sanni eg við tungum hjarta.
    Tú ert ei longur hjá mær,
    nú er tað væl ov seint,
    nú svunnin er tann hugsjón bjarta.

    Minnist tú enn, minnist tú enn,
    tá tú vart hjá mær,
    alt var so gott, sum tað var,
    eg havi longst eftir tær.

    Minnist tú enn, minnist tú enn
    hin dagin, vit glað
    fóru í hagan ein hásummardag.

    Og vit gingu so fegin
    um heygar og gil
    hond í hond, – einans vit vóru til.

    Minnist tú enn, minnist tú enn,
    hitt kvøldið, tá eg
    hoyrdi teg siga, tú elskaði meg.

    Alt í lagi

    Orð: Birni Dam
    Lag: Birni Dam og Simme Arge Jacobsen

    Eg skal altíð sita heima,
    meðan tú fert út at sveima,
    eg skal vaska, eg skal lúka,
    meðan tú fert út at strúka.

    Altíð eg siti inni,
    ansi eftir lítlu Minnu,
    skifti blæðu, vaski henni,
    meðan tú fert út.

    Eg skal seyma, eg skal binda
    fyri teg, tín beista skrinda!
    Á, vilt tú bara tiga,
    tú skalt slettis einki siga.

    Hvør man tær pening vinna,
    tú manst einki gullið spinna,
    hvør má altíð á teg minna?
    Eingin uttan eg!

    Hoyr nú her, um tú vart maður,
    so skuldi eg verið glaður!
    Ja, ja, og vart tú kvinna,
    eingin betur var at finna!

    Alt í lagi, alt í lagi,
    so eru vit einig bæði,
    og nú endar hetta kvæðið,
    tak tað væl í ans.

    Hví

    Orð og lag: Simme

    Eg gangi og mali, dreivi bert runt,
    havi einki at eta, og kaffi er tunt,
    rúmið er kvalið, songin er køld,
    eg føli meg eina, sjálvt í eini fjøld.
    Hví og hví … Hví Hví
    Hví Hví og Hví og hví

    Í gjár fór eg út at vitja ein vin,
    hann kendi meg neyvan og beyð mær ei inn,
    so yvir til Strond ein túr gekk eg mær,
    sjálvt kettur og høsn runnu undan mær har.
    Hví og hví …

    Eg rýmdi til hús, men rúmið var kalt,
    og hvat var har inni, – eitt bræv – tað var alt.
    Tú skrivar: Eg fann mær ein annan vin.
    Eg tími einki longur, so nú tørni eg inn.
    Hví og hví …