Stíg á gólv við føstum stevi

    Orð: Simon Michael Zachariasen
    Lag: Kvæðalag (Frægir funnu Føroyaland)
    Viðmerking: Yrktur í ár 1900.

    1. Stíg á gólv við føstum stevi,
    væl skal ríman falla
    um ein merkis Føroya mann,
    sum Nólsoyar-Páll vit kalla.

    Haldið fast, Føroya menn,
    verjið móðurmál,
    sum í forðum tíðum
    gjørdi Nólsoyar-Pál.

    2. Gott var alvi í hansara kroppi,
    snarpur var hann í sinni,
    tók hann til síni ódnartøk,
    hann var ikki lættur at vinna,

    3. Hann læt ikki sínar røður falla,
    tó hann andstreym kendi,
    ikki var dælt at halda fram,
    tá ið hann undan vendi.

    4. Føroya mál og Føroya siður
    líktist honum sum best,
    kundi greiða frá fornum søgum
    betur enn fólkið flest.

    5. Vinsælur sum trøllið trútt,
    álitismaður í vanda,
    manga fór hann ógreidda gøtu,
    bæði á sjógv og landi.

    6. Høvdið klárt og hjartað lætt,
    tungan snørp sum eggjar,
    sinnið frítt og edilborið,
    – rætt sum gøtuskeggjar.

    7. Heppin í hond, á fótum fimur
    snarur hann kann sær at venda.
    Sum eg havi málað hann her,
    var hann í Føroyum kendur.

    8. At lutin lítla føroyingar fingu,
    sá hann gjølla væl;
    aðrir sankaðu kistur fullar,
    sum fluttust yvir hav.

    9. Hann stríddist fyri Føroyalandi,
    bar fríheits merki á skjoldum;
    ymis gongur søgnin frá,
    hvør bani hans var voldin.

    10. Nú eiga føroyingar skipaflota,
    hartil handil frían;
    prúðar kvitta skúturnar
    á havinum um so víðan.

    11. Men tá ið vandi er fyri hond,
    og skýggini krógva sól,
    tá má tørvast Føroyalandi
    menn sum Nólsoyar-Pól.

    12. Tíðin dvølist ikki við –
    liðin eru hundrað ár,
    síðan reysti Nólsoyar-Páll
    fekk sítt banasár.

    13. Tó, hansara minni livir enn
    ímillum Føroya fjøll,
    vit goyma tað í skipaflota,
    í smáttu sum í høll.

    14. Vit gloyma ei, men goyma væl
    – vert er at leggja í minni –
    tað, hann, reysti Nólsoyar-Páll,
    inti út á sinni.

    Haldið fast, Føroya menn,
    verjið móðurmál,
    sum í forðum tíðum gjørdi
    Nólsoyar-Pál.

    Vár faðir, hoyr, eg biði teg

    Orð: Simon Michael Zachariasen

    1. Vár faðir, hoyr, eg biði teg,
    at tú í dag vilt føra meg
    og leiðina mær beina;
    í tíni hond alt valdið er,
    tín máttur stýrir øllum her,
    tú ræður øllum eina,
    faðir, leið meg,
    barn títt kæra,
    lat meg læra
    tær at takka,
    hvar eg so á fold skal fjakka.

    2. O, faðir góði, signing gev,
    tí annars batar ei mítt strev,
    eg ongan frama fái.
    Um dagsverk mítt skal eydnast mær,
    eg studning fáa má frá tær,
    tú mást mær geva náði
    til at virka
    tær til æru,
    hvar eg fari;
    bøn mín leita
    skal til tín um hjálp at veita.

    3. Um eg í Jesus Kristi navn
    nú byrji dagin, tá til gagn
    mær dagsins verk skal vera;
    ja, tína hjálp eg líti á,
    eg tína megi kenna má,
    ið hvat eg so skal gera.
    Lat meg fróan
    til tín skunda,
    lat meg stunda
    tær til handa,
    bjarga mær úr øllum vanda.

    Í Vesturhavi har liggur eitt land

    Orð: Simon Michael Zachariasen
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Vísulag (“Tá eg verði stórur” ella “Nú liggur ein kavafonn”)

    1. Í Vesturhavi har liggur eitt land
    – væl gyrt við streymar og báru –
    við brøttum líðum frá fjalli til strond.
    – So fagurt skínur sól her um várið. –

    2. Um hetta landið væl lítið er,
    – væl gyrt við streymar og báru –
    tó evnini góð tað í sær ber.
    – So fagurt skínur sól her um várið. –

    3. Og móðurlandið tað virða vit høgt,
    – væl gyrt við streymar og báru –
    tí vilja vit veita tí ta bestu røkt.
    – So fagurt skínur sól her um várið. –

    4. Her vilja vit byggja ta føstu høll,
    – umgyrt við streymar og báru –
    her vilja vit stroya ta vænu mjøll.
    – So fagurt skínur sól her um várið. –

    5. Her vilja vit fremja tann forna sið
    – um gyrt við streymar og báru –
    og móðurmálið sum fyrsta mið.
    – Tá fagurt skínur sól her um várið. –

    6. Upplýsingarljósið vit seta til skjals
    – lat ýla streymar og báru –
    so tað kann glitra frá dølum til fjals.
    – Tá fagurt skínur sól her um várið. –

    7. Tí leggja vit megi til viljans verk,
    – lat ýla streymar og báru –
    bróðursemjan ger evnini sterk.
    – So fagurt skínur sól her um várið.

    Sjóvarmoy

    Orð: Simon Michael Zachariasen
    Lag: Kvæðalag (Kærleikur til fosturjørð)
    Viðmerking: Yrktur í 1894.

    1. Risin kjósaði sær eitt vív
    – grimt var á at líta:
    ývið høvur og langa nøs
    og stóran eygnahvíta.
    Grani bar gullið av heiði.

    2. Livdu saman í fleiri ár,
    áttu dóttur væna,
    skírdu hana Sjóvarmoy;
    hon settist út at tæna.

    3. Klæddist hon í klæði
    og mest í skarlak reyð,
    tæna skuldi hon drotti ríka
    trúliga til sín deyð.

    4. Tænti hon honum leingi,
    ei følnaði hennara búni,
    hugnaði drotti við hørpuslátt
    og ráddi honum rúnir.

    5. Kom tá stríð í drotsins land,
    svørð á skjøldum smeldu,
    risans sonur sigur vann
    og drottin sjálvan feldi.

    6. Dunið hoyrdi Sjóvarmoy,
    so sárliga hon græt,
    sviða mundi í hjarta kenna,
    tá ið drottur lívið læt.

    7. Risans sonur svørði brá,
    mót Sjóvarmoy sær vendi,
    snøggliga svørðið gleið úr hond,
    so gjølla hann hana kendi.

    8. Hann treiv um hennara skarlaksbúna
    og hann í lepar sleit;
    hann tók so hennara rúnarhørpu
    og hana í smildur breyt.

    9. Hørpuna kastaði hann á vøll,
    skarlaksbúna hjá;
    Sjóvarmoy tað saman bant
    og bar í loynivrá.

    10. Sat hon leingi sorgarbundin,
    hárið tók at grána;
    treytir vóru á hana lagdar
    størri enn hennara vánir.

    11. Stúrandi sat hon á grúgvusteini,
    súr við lítlum tokka,
    hugsaði um ta ljósu tíð,
    hon kundi við hørpu lokka.

    12. Skarlaksbúna og rúnarhørpu
    hevði honn enn ei gloymt,
    smoygdi sær stundum í skotið inn,
    har sum alt var goymt.

    13. Sum hon rætti fram ljósu hond,
    um skarlaksbúna treiv,
    hon sá ein dagin gjølliga,
    hann heilur aftur bleiv.

    14. Hon hørpustykkini saman bant
    við sínum fingrum smáum,
    og ung varð væna Sjóvarmoy
    av dýrgripunum báðum.

    15. Treyst situr unga Sjóvarmoy
    í skarlaksbúna prúða,
    fró hon heldur hørpu í hond
    og leikar av fullum huga.

    16. Lýðið á tann hørpuslátt,
    moyggjar og so kallar:
    fornan arv tit goymið væl
    innan og uttan hallar.

    Hugveking

    Jógvan við Keldu
    Orð: Simon Michael Zachariasen
    Lag 1: Jógvan við Keldu
    Lag 2: C.E.F. Weyse
    Lag 3: Vísulag

    Føroyingar, landsmenn! Hvar vit koma saman,
    lat’ okkum samlast til gleði og gagn;
    lat’ okkum tala við skemtun og gaman,
    lat’ okkum uppliva Føroyalands sagn.

    Væl man tað loyvast, at landinum bjarta,
    her hvar vit spældu sum piltar í líð,
    goymsla enn veitist í okkara hjarta,
    bæði í leiki og gerandis stríð.

    Lítið er landið, tó væl ber tað høvur,
    fjøllini standa so høg og so stinn;
    skurvut tey eru, men grønur er bøur,
    fagur er dalur, og føgur er kinn.

    Streymurin rennur frá nesi til tanga,
    trokar seg inn gjøgnum sund, gjøgnum fjørð;
    brimið tað sjóðar um veturin langa,
    stormurin leikar um klettar og skørð.

    Norðlýsið blaktrar, og ísurin glinsar,
    fjøllini skína sum silvur í skál;
    hamrarnir prýðast við glerpípufrynsar,
    tá hoyrist ljóðfagrast Føroya mál.

    Føroyingar, landsmenn! Vit málið ei gloyma,
    hvar vit so ferðast í bygd ella stað,
    altíð í barmi vit trúfast tað goyma,
    rópið tí øll nú eitt fýrfalt “Hurrá!”.

    Nú sólin aftan fyri fjall

    Elias Blix
    Orð: Elias Blix
    Lag: Hardenack Otto Conrad Zinck
    Týtt: Simon Michael Zachariasen

    1. Nú sólin aftan fyri fjall
    sítt ljósa andlit goymir,
    og myrkrið yvir heimin fall,
    og jarðarríkið droymir.
    Send tína náði, Guð, til mín,
    so friður tín
    inn í mítt hjarta stroymir.

    2. Kom, Jesus, inn og hjá mær ver,
    nú tað at kvøldi stundar,
    og lat tín eingil standa her,
    tá trygt mítt eyga blundar;
    og varðveit væl vár’ hvíldarstað,
    vek okkum glað
    á morgni tær til fundar.

    3. Gev frið í hjarta, sál og sinn,
    nú lívið um meg tagnar,
    og á ta síðstu stund meg minn,
    tá ikki meir tað dagnar,
    tá sólin næsta morgun sær
    um fjallaskarð,
    men mær hon einki gagnar.

    4. So ferðist eg, mítt arma støv,
    í ódn mót streymi stríða;
    hvørt spor ber móti míni grøv,
    eg her á foldum stígi.
    Eg beri Ádams hold í mær,
    o, Harri kær!
    eg náði tínar bíði.

    5. Eg gevi meg í Jesu hond,
    eg ikki ráð skal sakna,
    hann førir meg til lívsins lond,
    hvar allir stormar tagna.
    Um vit í moldum eru huld –
    for Kristi skuld
    vit lívsins morgun vakna.

    Nú dagur steig úr eysturleið

    Elias BlixLudvig Mathias Lindeman
    Orð: Elias Blix
    Lag: Ludvig Mathias Lindeman
    Týtt: Simon Michael Zachariasen

    1. Nú dagur steig
    úr eysturleið,
    hann lívið upp man yngja.
    Burt myrkur flý!
    Dagsglæman ný
    bjart gyllir ský,
    og túsund tungur syngja.

    2. Tú sannleiks sól,
    sum ranst um jól,
    mín morgunstjørna bjarta!
    Lýs mær á leið
    og vegin greið,
    um dagsins skeið
    verj meg mót myrkri svarta.

    3. Í míni gerð
    á lívsins ferð
    títt orð mítt ljós skal vera.
    Um tíð gerst vánd,
    í Harrans hond
    at himnastrond
    so skal mín bátur bera.

    4. Enn komin er
    ein dagur her
    við sól um skuggadalir.
    Hin myrka nátt
    hvarv burtur brátt,
    og songur hátt
    berst upp til himnasalir.

    Í Betlehem í Dávids stað

    Orð: Simon Michael Zachariasen
    Lag: C. Balle / Nú ringja klokkur jólafest

    1. Í Betlehem, í Dávids stað
    har birtist ljós til kláran dag;
    tað lýsti yvir myrku vrá
    og hirðar mundu undur sjá.

    2. Og himnaljósið skein so bjart,
    so alt varð ljóst, sum fyrr var svart.
    Har einglar sungu jólaboð.
    Lær Jesus meg at syngja so.

    3. Tað ljómaði so milt og søtt:
    “Maria hevur Jesus føtt”
    Har hirðar hoyrdu einglasong
    um miðja nátt á grønu ong.

    4. Tey gleðiboð frá himna høll
    bar einglaskarin vítt um vøll;
    um náðiboð úr Dávids stað
    tí syngja vit enn hjartans glað.

    5. Um jólaboð úr Dávids bý
    vit syngja nú við tungum ný’,
    tað einglar áður sungu út:
    “Lov, tøkk og prís tær veri, Guð”

    Dagsins eyga sløknar nú

    Orð: Elias Blix
    Lag: Knút Olsen
    Týtt: Símun Mikal Zachariasen

    1. Dagsins eyga sloknar nú,
    og tað móti kvøldi líður;
    náttin breiðir myrkrið út,
    skuggin undan fjalli stígur.
    Jesus, hjartans sól so bjørt,
    ver mítt ljós, tá nátt er svørt.

    2. Hvørja kvøldstund, tá ið eg
    eftir dagsverk hvíld man leita,
    kæri Jesus, varðveit meg,
    tú vilt hjálp og trygd mær veita.
    Jesus, sum mær alt ger gott,
    ver mítt ljós á hvørji nátt.

    3. Lýs tú yvir meg tín frið,
    Jesus, sól og stjørna bjarta;
    ver mítt ljós og hægsta mið,
    verj meg móti myrkri svarta.
    Stjørna, yvir húsi statt,
    Jesus, ver mítt ljós í nátt.

    4. Tá ið lívið sloknar út,
    og eg undir mold man sova,
    lýs mær tá, mín góði Guð,
    – eg skal tær í ljósi lova.
    Myrkurs veldi hvørvur brátt,
    Jesus, lýs í deyðans nátt.