Vandaleys er eingin løta

    Orð: Lina Sandell
    Lag: Ókend/ur
    Týtt: Símun Absalonsen
    Upprunaheiti: Aldrig är jag utan fara

    1. Vandaleys er eingin løta,
    trygg tó kennist lívsins gøta.
    Altíð hóttir neyð – men tó,
    Frelsarin við lið mær stóð.

    2. Aldri loyst frá syndastríði,
    Gud er troyst mín, tá eg líði,
    stútt er stríð við mína lið,
    aldri sakni eg Guds frið.

    3. Mangan trongd og ræðslutikin,
    aldri tó av Gudi svikin.
    Mangan uttan kraft og ráð,
    aldri uttan hjálp og náð.

    4. Ei eg Faðirs sinn kann skilja,
    hann meg sær við góðum vilja.
    Altíð finnast brek við mær,
    sæla einans er í tær.

    5. Sorg og gleði ferðast saman –
    stundum tregi, stundum gaman.
    Søtt og beiskt er lutað mál,
    drekka má eg lívsins skál.

    6. Tá ið tár á kinn mær renna,
    Jesus, lat meg troyst tá kenna.
    Gleðin, hóast synd og deyð,
    vigar meir enn sorg og neyð.

    Við Jordans á mítt eyga sær

    Orð: Samuel Stennett
    Lag: Amerikanskt
    Týtt: Símun Absalonsen
    Upprunaheiti: I am bound for the promised land

    1. Við Jordans á mítt eyga sær
    við langtan Kána’ansland.
    Við Jesus og tey kæru har
    er knýtt eitt ævigt band.

    Niðurlag: Eg stevni mót tí føgru strond.
    Áh, kemur tú við mær?
    Vit knýta bróðurfelagsbond,
    ævig sæla bíðar har.

    2. Og aldri dagur enda fær
    tí sæla landi í,
    og Sonur Guds er kongur har
    um endaleysa tíð.

    3. Ei neyð og nakað ilt kann ná
    tað dýrdarríka land;
    um sorg og sjúku her eg sá,
    har finst ei trældómsband.

    4. Skjótt standi eg á heimlandsstrond
    og síggi Jesus, teg.
    Títt andlit kært, ta særdu hond
    í ævir skoði eg.

    Tá morgunsól alt gyllir

    Joseph BarnbySímun Absalonsen
    Orð: Ókent týskt sálmaskald
    Lag: Joseph Barnby
    Týtt: Símun Absalonsen
    Upprunaheiti: Beim frühen Morgenlicht (When morning gilds the skies)

    1. Tá morgunsól alt gyllir,
    meg tøkk og undran fyllir:
    Tær, Jesus, veri dýrd!
    Í verki og í orði
    eg prís tær vildi borið.
    Tær, Jesus, veri dýrd!

    2. Tá sorgin nívir sinnið,
    ein griðstað her eg finni.
    Tær, Jesus, veri dýrd!
    Og svinnur heimsins heiður,
    mín sál her troyst tó eigur.
    Tær, Jesus, veri dýrd!

    3. Vit Himmalin bert hóma,
    men ein dag har skal ljóma:
    Tær, Jesus, veri dýrd!
    Nú flýtur prís av munni,
    tí myrkurs vald er vunnið.
    Tær, Jesus, veri dýrd!

    4. Enn brennur lívsins logi,
    mót Himli nú eg skoði.
    Tær, Jesus, veri dýrd!
    Bert fagnaður har ræður
    í øldir og í ævir:
    Tær, Jesus, veri dýrd!

    Var tað ikki vegna offur títt

    Orð og lag: Katrine Hogenhaug
    Týtt: Símun Absalonsen

    1. Var tað ikki vegna offur títt,
    enn í fjøtrunum eg var.
    Men tú komst og gavst títt egna lív,
    og tín krossur lív mær gav.

    2. Um tú enn í deyðans valdi lá,
    eingin vón var fyri mær.
    Men tá tú hin sæla morgun reis,
    fekk eg ævigt lív í tær.

    Niðurlag: Halleluja, deyðin vunnin er,
    halleluja, øll æra til tín,
    halleluja, Jesus, tú ert alt hjá mær,
    og um ævirnar tú allan lovsang fær.

    3. Uttan mikla valdið, ið tú ber,
    gekk eg blindur, veikur her.
    Men í tær hin veiki finnur mátt,
    og tú lýsir myrku nátt.

    4. Um eg ikki fann inn á tín veg,
    enn eg friðleysur her gekk.
    Eitt heim í tíni hond nú eigi eg,
    og tín kærleika eg fekk.

    Sig Harranum takk

    Orð og lag: Chris Tomlin
    Týtt: Símun Absalonsen

    1. Sig Harranum takk, vár’ Kongi og Gud’,
    hans náði varir í ævir.
    Tí góður hann er, í øllum valdar hann,
    hans náði varir í ævir.
    :,: Sig takk, sig takk. :,:

    Niðurlag: Í ævir Gud er trúgvur,
    í ævir er hans vald,
    í ævir er hann við mær,
    um aldur og ævir, í ævir.

    2. Við sterkum armi og veldishond,
    hans náði varir í ævir.
    Ja, eitt umbroytt lív okkum gevur hann,
    hans náði varir í ævir.
    :,: Sig takk, sig takk. :,:

    3. Frá sólarrisi, til sól fer í kav,
    hans náði varir í ævir.
    Og við góðsku hans vit halda fram,
    hans náði varir í ævir.
    :,: Sig takk, sig takk. :,:

    Her eg komi, Gud

    Orð og lag: Andrew Ulugia
    Týtt: Símun Absalonsen

    Her eg komi, Gud,
    mítt offur beri fram,
    og alt mítt lív skal halgast heilt til tín.
    Mín trá er til tín, Gud,
    tann vónin, eg fann í tær,
    endurnýggjar meg.

    Nú eg ásjón tína søki,
    Gud, meg tínar keldur lívga.
    Nem við meg,
    við miskunn tíni leska meg,
    í náði tíni finni eg frið.
    Gjøgnum stormin hond tín styðjar,
    og í trúgv eg stevni mót tær,
    tí eg veit,
    at handan kross og stríð ein dag,
    har líkur skal eg verða Tær.

    Stórmenni og kongar vit æra

    Símun Absalonsen
    Orð og lag: John W. Peterson
    Týtt: Símun Absalonsen

    1. Stórmenni og kongar vit æra,
    myndir teirra prýða borgir her;
    móðurnavnið kæra
    elska vit og æra,
    men eitt navn av øllum ber.

    Niðurlag: :,: Tí yvir teim øllum
    er navnið Jesus, :,:
    tí yvir teim øllum
    er navnið Jesus,
    tungur og hvørt knæ
    skulu sanna tað,
    at hann er Alvaldsgud.

    2. Hann steig úr tí høga at frelsa,
    áh, hvat sorg og kvøl hann toldi her,
    svikin varð og seldur,
    upp á krossin negldur,
    Jesu navn av øllum ber.

    3. Tá í bøn eg teski hetta navnið,
    lykil náðitrónunnar tað er,
    einglar teir tí fagna,
    Satans álop tagna,
    Jesunavnið sigurin ber.

    Í Jesu navni savnað

    Símun Absalonsen
    Orð og lag: John W. Peterson
    Týtt: Símun Absalonsen

    1. Í Jesu navni savnað
    eitt veikt og fáment lið,
    millum okkum Harrin stendur,
    birtir ein halgan frið.
    Kom, Harri Jesus,
    kom við okkum á fund,
    tolin vænta vit og bíða,
    halga nú hesa stund.

    2. Navni tínum tær til æru
    savnað vit eru her,
    lær tú hjarta várt at biðja,
    muður vár lov fram ber.
    Kom, Harri Jesus,
    ver nú gestur her.
    Andi tín nú fylli okkum,
    signing til hjartað ber.