Byrur er, skipið fer

    Orð: Carl Borenius
    Lag: Finskt fólkalag
    Týtt úr svenskum: Símun av Skarði
    Viðmerking: Álendskur fólkasangur

    1. Byrur er, skipið fer
    langt til onnur lond,
    og kæra genta sjómansins
    hon syrgir eftir á strond.

    2. Grát ei, genta góð,
    turka burtur tár
    og hugsa um meg og ta eydnustund,
    sum kemur um eitt ár.

    3. Silvur og gull, kistan full,
    alt er gáva frá mær,
    ja, eg havi silkið og skrúð og skreyt,
    og alt samalt gevi eg tær.

    Hoyberingardagur III

    Símun av Skarði
    Orð: Símun av Skarði
    Lag: Vísulag (Tað lýsir um fløtur)

    1. Og hygg nú í garðin,
    har eru tey farin
    at gera des.
    Har eru øll somul,
    bæði ung og gomul,
    av nøv og nes’.
    Við skemtan har arbeiðið gongur skjótt.
    Er eingin látur? – Tú mátti bøtt!

    2. Hvør skal nú kjala?
    Ei um at tala,
    vit hava víst
    tveir dreingir so reystar –
    teir giftast til heystar –
    teir kjalaðu síðst.
    So ernir teir daga mót himli hátt.
    – Men dagurin líður, brátt verður nátt.

    3. Og hoyggj er at bera
    og bendlar at gera –
    loys henda knút.
    Gakk tú og snara,
    og “gamla” kann fara
    at geva út.
    So gongur tað alt við rúkandi ferð;
    brátt kunnu vit siga, at liðugt er.

    4. Og nú eru svangir
    væl allir smádreingir
    og gentur við.
    Við blíðmæltum orðum
    tey bjóðast at borðum
    øll lið um lið
    har heima í stovu í góðum lag,
    tí desasneið hava vit í dag.

    Hoyberingardagur II

    Símun av Skarði
    Orð: Símun av Skarði
    Lag: Vísulag (Stígum sterkir)

    1. Komið, børn, og berið hoyggj!
    Her nýtist bæði sveinur og moyggj!
    Síðsti klúkur fór í sátu ígjár,
    nú er liðugt at hoyggja í ár.

    Fuglar syngja í líðum.

    2. Systir ger okkum morgunmat,
    gevur okkum kjøt upp í stórafat
    og mjólk at drekka omaná
    aldri kunna vit betri fá.

    3. Vit dreingir fara allir í senn
    at binda byrðar sum aðrir menn;
    tí vit eru sterkir allir samlir,
    hóast vit ikki eru rætt gamlir.

    4. Tit gentur, takið leyp á nakka,
    so kunna tit aftan á okkum fjakka.
    Tit skulu raka hvønn sátustað,
    tí ógvuliga nógv er at gera í dag.

    Fuglar syngja í líðum.

    So fórt tú inn um grindina

    Hans Andrias Djurhuus
    Orð: Hans Andrias Djurhuus
    Lag: Vísulag (Nú liggur ein kavafonn tindi á)
    Viðmerking: Yrktur við deyða Símunar av Skarði í 1942.

    1. So fórt tú inn um grindina,
    tað lýsir í fótafari.
    Sannur og sterkur í verki tínum
    vart tú, Símun av Skarði.

    2. Føroyar áttu ei frægari son,
    tað fara øll at sanna –
    sinnisríkur og fevnandi vítt
    og serstakur millum manna.

    3. Borin tú vart undir Kunoyar fjøllum
    í Norðhavsins mikla veldi,
    fostraður upp við djúpum søgnum
    um ljósið, sum myrkrið feldi.

    4. Bygdi tú borg fyri hesa tjóð,
    og henda borg fer at standa.
    Valla verður av grundum tikið
    virkið, borið av anda.

    5. Nú verður fátt undir merkisstong,
    har fækkast, sum dagar líða,
    tó er at standa, sum tú hevur staðið,
    og vaka, verja og stríða.

    6. Høvdingar falla, tó fylking ei
    má gloyma stavnin at verja.
    Lítið maktar tað ørnaslag,
    sum letur seg fanga og skerja.

    7. Føroyar áttu ei betri son,
    sanna tað, kvinna og maður.
    Verk títt voldi, at her í niðu
    aftur tendraðist dagur. –

    8. Stinnur fórt tú um grindina,
    tað lýsir í fótafari. –
    Føroyingar drýpa høvur í tøgn:
    Teir takka tær, Símun av Skarði.

    Fólkið í Føroyum

    Orð: Símun av Skarði
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Ludvig Mathias Lindeman
    Viðmerking: Yrktur 22. februar 1913.

    1. Undir tungum trælaoki
    fólk í Føroyum leingi var,
    hatrið heitt seyð undir loki,
    tordi tó ei geva svar.
    Fyri mongum donskum fúta
    máttu Føroya bøndur lúta
    her á síni egnu jørð.

    2. Besta ogn, sum fólkið átti:
    móðurmálið dýrt og kært,
    úr hásætu víkja mátti,
    valdsmenn trokaðu so hart.
    Føroya tunga gamla, góða,
    ei í kirkju mátti ljóða;
    danska málið sessin tók.

    3. Minnist eg á sorgartíðir,
    tá ið fólkið trælkað lá,
    tá ið valdsmenn illir, stríðir,
    settu hælin omaná -,
    tá ið fólk í eymd her bløddu,
    meðan útlendingar gøddu
    seg av fólksins dýru ogn.

    4. Horvið er nú reystmans dirvi,
    sum í fornøld treivst so væl.
    Ei er løgið alt er stirvið;
    lívið beyð ei leik og spæl.
    – Tó sæst tjóðin enn at bragda,
    og vit síggja gøtu lagda,
    sum ber fram á ljósa leið.

    5. Tungt mangt takið enn er eftir,
    mangt eitt sár má verða grøtt,
    ruddast burt má mangur klettur,
    áðrenn gøtan verður sløtt –
    gøtan, sum vit mugu ganga,
    um vit eftir ótið langa
    vilja vinna fullan rætt.

    6. Fullur rættur er fyrst vunnin,
    tá ið Føroya tunga hvøll,
    upp úr sálardýpi runnin,
    ljómar rein í kirkjuhøll,
    – ljómar rein í skrift, í orðum,
    so hon nú eins og í forðum
    hásæti her skipa má.

    7. Vilja vit í semju møtast
    til at verja væl várt mál,
    tá kann gamal skaði bøtast,
    tá kann birtast upp eitt bál,
    sum skal lýsa bjart í Føroyum
    fyri frælsum manni hvørjum,
    ið vil vera føroyingur.

    Navnið eitt av øllum ber

    Símun av Skarði
    Orð: Símun av Skarði
    Lag: Kvæðalag (Frægir funnu Føroya land)

    1. Navnið eitt av øllum ber,
    eiggiligt og frítt,
    kunnugt hvørjum barni
    og ritað í hjarta mítt.

    Niðurlag: Føroya navn, Føroya navn!
    Hevj teg hátt mítt mál:
    Allar ævir eg teg goymi í míni sál!

    2. Dýrdarveður, skínur sól,
    roðar fjøll so fríð,
    blikalogn á firði
    og blómubros í líð.
    Føroya dýrd, Føroya dýrd!

    3. Dunar stormur, leikar brim,
    ódnarrok um fjøll,
    brakar hart í homrum,
    tá nøtra fólk og trøll.
    Føroya ódn, Føroya ódn!

    4. Menn og kvinnur aldust her,
    eyðkent ættarlag,
    alt frá Grími Kamban
    og til henda dag.
    Føroya fólk, Føroya fólk!

    5. Fólksins starv á land’ og sjógv
    lívgar kropp og sál,
    starv til Føroya frama
    tað veri hægsta mál.
    Føroya starv, Føroya starv!

    6. Føroya søgn á mannavørr
    goymd um avreksverk,
    søgn um djarvar dreingir
    og søgn um sprund so sterk.
    Føroya søgn, Føroya søgn!

    7. Føroya mál so lýtt og blítt
    loysir tungubond,
    ber á veingjum sínum
    út Føroya kvæði um lond.
    Føroya mál, Føroya mál!

    8. Navnið eitt av øllum ber,
    eggjar hug og lund,
    trúgv vit fylkjast um tað
    til vára síðstu stund.
    Føroya navn, Føroya navn!
    Hevj teg hátt mítt mál:
    Allar ævir eg teg oymi í míni sál!

    Hvar er at finna fornaldarbrøgd

    Símun av Skarði
    Orð: Símun av Skarði
    Lag: J.P.E. Hartmann

    1. Hvar er at finna
    fornaldarbrøgd?
    Ei man meg minna
    søgan varð søgd.
    Hví er so vorðið?
    Verkið og orðið
    – eru í gloymsku tey løgd.

    2. Spurdu so mangir
    menn her um leið.
    Dagarnir langir
    svaraðu ei.
    Tøgn var um landið,
    eykaðist vandi,
    sárt tað at hjartanum sveið.

    3. Mangur ein maður
    tungur ú lund
    trúði ei dagur
    lýsti á sund,
    gav ikki gætur,
    andar so mætir
    komnir tá vóru á fund.

    4. Birtist á fundi
    ljósið so bjart,
    lætti av sundi
    myrkrið so svart.
    Reis tá upp dagur
    ljómandi fagur.
    Kvæðið tá dundi so hart.

    5. Hvar tú enn hyggur,
    fagurt og frítt
    landið enn liggur,
    lokkandi blítt.
    Hug mín tað dregur,
    hjartað mítt hevur
    landið, sum mítt er og títt.

    6. Unglingaflokkur,
    vónríka lið!
    varðveitir okkar’
    føroyska sið,
    goymir í barmi,
    bjargar úr harmi
    málið og søguna við.

    7. Føgur í Føroyum
    sund og so fjøll!
    Grøðast í hvørjum
    sárini øll.
    Kvøða vit kvæðið,
    kunnugt gerst lagið
    bæði í smáttu og høll.

    Sig tú ikki av at stúra

    Johann Anastasius FreylinghausenSímun av Skarði
    Orð: Longfellow
    Lag: Johann Anastasius Freylinghausen
    Týtt úr enskum: Símun av Skarði

    1. Sig tú ikki av at stúra:
    “Lívið er ein dreymur bert!”
    Deyð er sál, ið helst vil dúra,
    kennir ei, hvat lív er vert.

    2. Kæti bert er ikki lívið,
    grøvin er ei endamál,
    “Mold tú tert, til mold tú blívi!”
    var ei sagt til vára sál.

    3. Ikki gleðin, ikki sorgin
    havast skal til niðurlag,
    men stór brøgd, so vit í morgin
    eru fremri enn í dag.

    4. Nógv at læra! Tíðin rennur!
    Hjartað – hóast stint og sterkt –
    spakuliga slær og kennir,
    lívið er til deyða merkt.

    5. Víða um á stóra vali,
    har ið stríðið er á leið,
    ver tú ei sum djór í dali,
    ver ein kempa, lív tær ei!

    6. Freistast ei av vøkru framtíð!
    Fortíð hava virði sítt!
    Arbeið í tí stuttu nútíð!
    Harrin yvir alt sær vítt!

    7. Mikla manna lív oss læra
    endamál at seta hátt,
    so at slóðin – hvar vit fara –
    týðulig sæst dag og nátt.

    8. Hesi slóð – tað kann væl henda –
    mangur maður fylgja vil;
    mangur, sum ei kundi lenda,
    fær av henni betri skil.

    9. Legg tí hondina á verkið,
    mót í bróstið, magn í arm!
    Harrin førir sjálvur merkið
    bæði gjøgnum frið og larm.

    Tann Guð, sum valdar ævum øllum

    Símun av Skarði
    Orð: Símun av Skarði
    Lag 1: Regin Dahl
    Lag 2: Hamburg 1690
    Lag 3: Nýggjari danskt snið

    1. Tann Guð, sum valdar ævum øllum
    og mansins dagar hevur talt,
    hin sami, sum á Sinai fjøllum
    læt ljóða: «Tú skalt ei, tú skalt!»
    – hann árið eitt nú enda læt
    og leggjast míni lívstíð at.

    2. Hvat er eitt ár, ein mansins aldur
    í øldum øllum ótaldum?
    Hvat er ein maður einsamaldur
    í endaleysa rúminum?
    Eitt fon, ið hvørvur burt sum hjóm,
    men Guð er út um tíð og rúm.

    3. Tó sær hann meg, sítt barnið veika,
    hans eyga altíð vaka man,
    og tá ið ódnir um meg leika,
    hans faðirhond best hjálpa kann;
    tí var eg tryggur síðsta ár,
    mær fylgdi sjálvur faðir vár.

    4. O, undur størsta, gleði mesta!
    at Guð, sum valdar rúmi, tíð,
    mær foni lítlum, gav hitt besta –
    gav boðskapin, tey orð so blíð:
    «Tú ert mítt barn, eg faðir tín,
    um ævir allar ert tú mín!»

    5. Hvat nýggja árið vil mær veita,
    tað fjalt og dult er fyri mær.
    Men, Guð mín, eg vil á teg heita
    og biðja eina bøn av tær:
    Lat verk mítt, lítið ella stórt,
    til tína æru verða gjørt.

    6. Mín Guð, sum valdar ævum øllum
    og av ger mansins dagatal,
    tú varði væl mín fót frá føllum
    ta stuttu stund, eg liva skal.
    Og kallar tú meg heim til tín,
    so leið meg, kæri faðir mín.

    Tá ið kvøldini eru long

    Orð: Símun av Skarði
    Lag: Vísulag (Rudisar vísa)

    1. Nú liggur ein kavafonn tindi á,
    og gler er í áum og tjørnum,
    og stormurin leikar um fjøllini há;
    nú er einki veður hjá børnum.

    2. Nú dagur er stuttur, og nátt er long,
    og glerpípur hanga úr taki,
    og títtlingur høvur sítt undir vong
    nú stingur, hálvdeyður í raki.

    3. Nú sita smábørn í stovu still
    og lurta so væl eftir søgum
    um menn so góðar og trøll so ill,
    sum livdu í avgomlum døgum.

    4. Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann,
    ið kongsdóttur vann sær til brúður,
    um Krákudóttur, sum fekk ein mann,
    ið var sær ein kongssonur prúður.

    5. Og vit hoyra sagnir úr fornu tíð,
    um Trónd og um Sigmund hin reysta,
    um bardagar miklar og harðligt stríð,
    um vápnaleikin hin mesta.

    6. Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl,
    tær leggja vit okkum í minni,
    tær læra vit fegin í hópatal
    á kvøldi í stovuni inni.

    7. Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
    á fagrasta hásummarsdegi,
    og blómubros leikar um víðan vøll;
    – tá fáa vit almikla gleði.