Vónin

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Kári Jacobsen

    Fyrst kom vónin í verðina inn
    so orðið og ljósið til várt sinn.
    Tendra fyri mær eitt lítið ljós
    í niðuni er tað dýra drós.

    Latið ikki vónina doyggja.
    Latið ikki vónina doyggja.

    Hvussu lítil vónin enn er
    hon skapar mær eina nýggja verð.
    Vit lítla loga skapi eg mær
    øgn av tí lívi ið er hjá tær.

    Mannahiti og gott hjartalag
    kann geva heiminum nýggjan dag.
    Set ljós á hvørja óbótagerð
    mannarætturin hómast tá her.

    Gott ókeypis bað

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

    Regnar, regnar, regnar í dag
    oysir niður, við sama lag
    lat tað regna, lat tað bert tað
    eg so fái eitt gott ókeypis bað

    Eri á kroppi køst etandi vát
    men líka glað nú, so hoppandi kát

    Tú kanst ganga nú sum tú vilt
    glopraregnið regnar, men tað er stilt
    á mær hvør lýs á kroppi er
    gurgul og slurk og ein fossandi verð

    Fiskatáknir skjótt fái eg
    meðan tú ert inni og drekkur te
    svimji eg so burtur í lond
    fari upp á land á aðrari strond

    Tá babba kemur heim

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen

    Tá tú kemur heim
    og tú aftur er hjá mær
    hjá okkum báðum alt sum fyrstu ferð
    í frið og náðum svevur tú við mína lið.

    Og tú spyr og spyr um alt
    og eg tær sigi frá
    um stórt og smátt, sum hendi heima her
    sum ein fittur drongur, ið lurtar eftir søgum.

    Bara tað, at tú ert inni
    vit fáa ein temunn saman
    og kanska tosa um hvat vit vilja gera
    tað er gott at tosa við onkran
    tað er gott at kenna, at tú ert hjá mær.

    Tá babba kemur heim
    vit bæði verða glað
    tá aftur hann er her hjá tær og mær
    hann hevur okkurt heim til tín, lítli mín.

    Vit rógva

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Russiskt fólkalag

    Og vit rógva, illa sjógvað,
    Hey, bylgja bláa, og hey!
    Aldri í frið vit við tína lið,
    landið sum ein fuglur fleyg.

    Upp og niður, eingin friður,
    Hey, bylgja bláa, og hey!
    Vit vilja fá’, vilja landið ná,
    landið sum ein fuglur fleyg.
    Landið sum ein stórur fuglur fleyg.

    Lítli mín

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Anette Bonde

    Eitt lítið djór í einum búri
    rennur í einum jóli
    nú støðgaði tað og hvílir seg
    nú rennur tað sín runda veg
    gott tað er ikki tú og eg
    rennur og rennur í sama stað
    sleppur tað aldri niður av
    er tað synd í tí
    o lítli mín.

    Fólkið frælst

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: Spanskt fólkalag

    1. Tíðin var myrk, korini trong,
    fólkið í Føroyum fekk so ein song.

    2. Sangin um frælsið, áræðið og mót,
    dugur var í tí føroysku rót.

    3. Sangur um frælsið nørdist og vaks
    bliknaði myrkrið, búgvið stóð aks.

    4. Tíðin er myrk, málini mong,
    aftur skal fólkið syngja ein song.

    5. Mót til at stríðast einaferð enn,
    framburð til fólkið frælslyntir menn.

    6. Standa vit saman einaferð enn,
    vinna vit vónina, verða til menn.

    Staddur á sjónum

    Orð: Steinbjørn B. Jacobsen
    Lag: High Upon the Mountains

    Staddur á sjónum,
    – góða syrg ikki meg.
    Staddur á sjónum,
    – góða syrg ikki meg.
    Staddur á sjónum,
    – góða syrg ikki meg,
    tú skalt ongantíð syrgja um meg.

    Fiskurin er nógvur,
    – góða…
    Fiskurin er nógvur
    – góða…
    Fiskurin er nógvur
    – góða syrg ikki meg,
    tú skalt ongantíð syrgja um meg.

    Aldan hon ferðast,
    – góða syrg ikki meg
    osfr.

    Vindurin er frælsur
    – góða syrg ikki meg
    osfr.