Eitt er landið, so ljóst og so gott

    Orð: Victor Danielsen
    Lag 1: Joseph P. Webster
    Lag 2: Leivur Guttesen

    1. Eitt er landið, so ljóst og so gott,
    sum í trúnni vár andi kann sjá,
    har Gud savna skal børn síni brátt,
    har hann sjálvur skal búgva teim hjá.

    Niðurlag: :,: Lívsins nátt
    svinnur brátt,
    og í Himlinum alt verður gott. :,:

    2. Hann skal turka av eyga hvørt tár,
    har ei deyðin skal valda sum her;
    hann skal grøða hvørt svíðandi sár,
    eingin sorg, eingin pína har er.

    3. Ja, um portrið av perlum vit tá
    ganga inn, har sum gøtan er gull;
    og frá Jesusi klæði vit fá,
    hvít sum kava og hvítastu ull.

    4. Og nú siga vit Jesusi takk
    fyri heimið, hann gav okkum har,
    fyri drykkin hin beiska, hann drakk,
    fyri krossin hin tunga, hann bar.

    5. Tá várt eyga hann einaferð sær,
    tá vit náa hin himmalska stað,
    eina Jesusi prísa vit har –
    tí vit gera hitt sama í dag.

    Jesus, bert hugsanin um teg

    Orð: Bernard úr Clairvaux
    Lag: John B. Dykes, Norman Tomblin
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Jesus, bert hugsanin um teg,
    hon gleðir hjarta mítt;
    hvat verður tá ei fyri meg
    at síggja andlit títt!

    2. Ei mannahugsan hevur føtt,
    ei muður talaði
    eitt ljóð sum dýra navn títt søtt,
    áh, Jesus, Frelsari!

    3. Áh, náði, tú mót teimum gert,
    sum eyðmjúkt boyggja seg!
    Hvør góður tú mót falnum ert,
    mót teim, sum søkja teg!

    4. Og tá at finna, hava sæð!
    áh, sælur tann, teg fann!
    Tín vinur bert kann vitna tað,
    hann veit tað, eina hann.

    5. Jesus, vár gleði øll ert tú,
    í tær vit eiga frið,
    tú ert várt rós, vár æra, nú
    og allar ævir við!

    Lívsins størstu lukku tú aldri fáa kanst

    Orð og lag: Ira F. Stanphill
    Týtt: Øssur Berghamar

    1. Lívsins størstu lukku tú aldri fáa kanst,
    um tú vrakar Frelsaran,
    alt tú leitar eftir,
    og alt tú finna manst,
    einki metast kann við hann.

    Niðurlag: Tríati seklar av silv’ri fyri Frelsaran,
    tríati seklar av silv’ri góvu teir fyri hann.
    Tó mítt alt hann er vorðin,
    hann, sum gav alt hin dag.
    Undurfult hann hevur meg elskað
    og ofrað seg í mín stað.

    2. Jesus, eina Jesus mítt hjarta hevur fylt,
    sál mín syngur frelst og glað.
    Ert av synd tú bundin,
    áh, um tú bara vilt,
    hann teg loysa vil í dag.