Tú, sum okkum lívið gevur

    Orð: Chr. Richardt
    Týtt: Steingrím Niclasen

    1. Tú, sum okkum lívið gevur,
    tú várt lógvatak nú hevur,
    Jesus teg vit trúgva á.
    Millum heimsins røddir allar
    einans tín til lívs oss kallar,
    lat oss ganga tær íhjá.

    2. Okkum hjálp á mjáum rásum,
    styðja oss, á ups og ásum,
    deyðmøtt hjarta ger tú stilt!
    Væl á slýgróti oss varða,
    ugga, tá vit stúrin stara,
    tú, sum hjálpa kanst og vilt.

    3. Gev, at tær vit fylgja fegin,
    styrki veit, tá veik er megin,
    viljan bend og treisknið bræð.
    Lat títt navn í hjørtum brenna,
    so vit teg á foldum kenna,
    og tú okkum evsta dag.

    Einsamalt á fjørusteini

    Orð: Steingrím Niclasen
    Lag: Hans Jacob Højgaard

    1. Einsamalt á fjørusteini –
    hyggjandi um hav –
    situr tú, mítt síðsta tjaldur,
    nú ið vitjanin er av.

    2. Ferðaglaðir fóru grændur
    flúgvandi um sjó,
    eftir situr tú og kúrir –
    einsamalt í sævarflóð.

    3. Veingir vildu ikki bera
    aftur teg um sund –
    unnast tær á vársins degi
    seta farnum frændum fund?

    4. Vilja ikki villir vindar
    unna tær ta stund,
    gævi teir tá høviskliga
    bera teg í síðsta blund.

    Av lívinum lítið tú lærdi

    Orð: Steingrím Niclasen
    Lag: Gunnar Justinussen

    Av lívinum lítið tú lærdi
    um ikki tú lærdi tað
    næstanum hond at rætta
    áðrenn hann bønandi bað

    Av lívinum lítið tú skilti
    um tú – tá ið sól fer í kav
    einki av øllum tær untist
    neyðstædda næstanum gav

    Av lívinum lítið tú skilti
    um tú teg í yvirflóð
    klæddi í purpur og visti
    at næsti tín nektaður stóð

    Av lívinum einki tú skilti
    um tú tá ið nátt ber á
    frá vøgguni át teg mettan
    og næsti tín matleysur lá

    Av lívinum einki tú lærdi
    um løtu á tindinum stóð
    men hómaði ikki næstan
    sum niðri í fjøruni vóð

    Av lívinum einki tú skilti
    um borin á tindar eitt bil
    og lætst har í øllum tú gjørdi
    sum var ikki næsti tín til

    Men lærdi teg lívið at rógva
    við næstanum streymharðan sjógv
    tá kannst av sonnum tú siga
    at lívið tað lærdi teg nógv

    Sum harðveður, tá ódn ber á

    Orð: Steingrím Niclasen

    1. Sum harðveður, tá ódn ber á,
    kom Halgi Andi himni frá
    á hvítusunnudegi;
    sum eldur hann seg setti fyrst
    á lærusveinar Jesu Krists
    og gav teim mátt og megi
    til at boða Harrans vilja,
    so øll skilja,
    hvat teir siga,
    fólk úr Pontus og Judea.

    2. Tá undraðust mong fólk í senn,
    men onnur søgdu: drykkjumenn!
    Tá stígur fremstur Pætur:
    «Tit gevið ljóð og lýðið á
    tey orð profeti Jóel frá,*
    og gevið teimum gætur:
    Profetera skulu synir,
    døtur, vinir –
    ja, hvør maður –
    áðrenn kemur evsti dagur!

    3. Tit Jesusi úr Nasaret
    ei eirdu lív, men Guð hann sett
    við sína høgru hevur,
    og halgan anda í sín stað
    hann hevur okkum sent í dag –
    og andin frelsu gevur;
    latið tykkum øll tí skíra
    drotti dýra
    ogn at vera –
    tá skal leið at himni bera.»

    4. Í túsundtali tyrptust tá
    um dópin bæði stór og smá
    og andans gávu fingu.
    Í semju síðan hittust tey
    í halgidómi – brutu breyð –
    og fram í trúnni gingu;
    halgi andin, hann aleina
    kann sameina
    fólkafjøldir –
    verði hann tí allar øldir.

    5. Sum harðveður, o, Guð, lat tú
    tín halga anda floyma nú
    út yvir heimsins meldur;
    hann lat í okkum taka búgv
    og stimbra vára veiku trúgv,
    so eimur verður eldur;
    tá skal altíð millum manna –
    lond og granna –
    semja valda,
    burtur hvørvur hatrið kalda.

    Sí sólin fríð

    Orð: Steingrím Niclasen

    1. Sí sólin fríð
    í fjallalíð
    í veldi sínum roðar;
    hon sigursæl
    um fjall og dal
    so sera væl
    Guðs mekt og mæti boðar.

    2. Hoyr fuglaljóð
    um land og sjó
    í lýggjum loti aldar;
    hoyr takkarsong
    um bø og ong
    sær vinna vong
    til Guðs, ið øllum valdar.

    3. Vær tøkkum, Guð,
    at oss í lut
    ein morgun aftur fellur;
    vær tøkkum tær
    o, Harri kær’,
    at tú oss var
    í nátt vár verndarsellur.

    Sí, meistarin hann kemur

    Orð: Bernhard Severin Ingemann
    Lag: J.P.E. Hartmann
    Týtt: Steingrím Niclasen

    1. Sí, meistarin hann kemur,
    so kærleiksfull er ferð,
    við bræðsluovnin hann situr,
    til silvurið reinsað er.

    2. Hann bíðar teirri løtu,
    sum honum er so kær,
    tá ið mynd hann av sær sjálvum
    í silvurskorpuni sær.

    3. Sí, meistarin hann kemur,
    sum bræðir sál og sinn,
    við hjartamunnan hann situr
    og sær í sálirnar inn.

    4. Um hann í hjartadýpi
    mynd av sær sjálvum sær,
    tá frøist meistarin mikli –
    hans gerningur ávøkst bar.

    O, sigursæla náttarstund í forðum

    Orð: Steingrím Niclasen
    Lag: Hans Jacob Højgaard

    1. O, sigursæla náttarstund í forðum,
    tá einkarsonur Guðs í heim varð borin!
    Vær tøkkum tær, o, Guð, á himni høga,
    tú son tín sendi syndasár at grøða.

    2. Á himnahválvi stjørnusól sást roða,
    og einglar hoyrdust seyðamonnum boða:
    Í Dávids stað í einum lítlum fjósi
    er fyri tykkum tendrað lívsins ljósið.

    3. Í dag um allan heimin ljósið skyggir
    og brú frá jørð at himnaborgum byggir;
    ja, sama magn er enn í hesum ljósi,
    sum tendrað varð á nátt í lítlum fjósi.

    4. Tí aldar gjøgnum rúmið kenda ljóðið
    av túsund kirkjuklokkum, Jesus góði!
    Ja, heimur allur kvøður sigurskvæði,
    tí ljósið vann á myrkrinum alt ræðið.

    Jesus, tíni sár og pína

    Johann HeermannNikolai Frederik Severin Grundtvig
    Orð: Johann Heermann / Niels Christensen Arctander / Nikolai Frederik Severin Grundtvig
    Lag: Genéve
    Týtt: Steingrím Niclasen
    Upprunaheiti: Jesu, deine tieffe Wunden

    1. Jesus, tíni sár og pína
    og tín deyði krossi á
    mær til ugga fagurt skína,
    tá ið neyðin liggur trá;
    herja syndaríðir meg,
    minna tey meg øll á teg,
    hoyri, at tey á meg tala:
    Ikki er við synd at spæla.

    2. Tokar fram at heimsins trogi
    syndaskerdi hugur mín,
    krossin tá eg bjartan skoði,
    hjartað vendir sær til tín;
    gongur Sátan hart á meg,
    eg sum skjøldur havi teg,
    tíni suff, tín stríðsdag langa,
    tá má hann av vali ganga.

    3. Vil meg heimur at sær draga,
    sýnir mær sítt skrúð og skart,
    har hann hevur tað so lagað,
    at tú ongan ormin sært;
    stundar hugur heimin á,
    síggi eg títt syrgna brá,
    kann eg tá upp á teg hyggja,
    loyniráð í ljósi liggja.

    4. Móti øllum, mær er bági,
    eru tíni sár mær góð;
    tá eg meg í teimum tvái,
    finnur sál mín frið og ró;
    eigi eg mín lut í tær,
    víkur hvør ein neyð frá mær,
    tá ið tú til mín inn kemur,
    gleðin góða verk sítt fremur.

    5. Øll mín vón á kross tín stendur,
    grøv tín hvíldarstaður mín,
    deyðin varð í deyðan sendur,
    tá tú doyði deyða tín;
    grøtt mítt banasár tí er,
    frið tað tínum børnum ber,
    og við tær til lívs vit fara
    inn í himmalljósið skæra.

    6. Vellir tú bert mær í hjarta,
    sæluheimsins kærleikslind,
    óttist eg ei deyðan svarta,
    síðsta ísakalda vind;
    um eg skjóli meg hjá tær,
    fíggindin meg ikki fær.
    Mær kann deyðin einki gera,
    tú til lívs vilt barn títt bera.

    Eg haldi saman hendur, Guð

    Orð: Thorbjørn Egner
    Týtt: Steingrím Niclasen

    Eg haldi saman hendur, Guð,
    í tøkk og bøn til tín.
    Gev øllum heimsins børnum lut
    í tí, sum var til mín.

    2. Verj øll við tíni sterku hond
    mót hungurs harða deyð’.
    Gev børnum um øll heimsins lond,
    at eingin líður neyð.

    3. Halt kríggi, sóttum, svulti við,
    o, faðir, okkum frá;
    og veit tú øllum trygd og frið
    í hvørji heimsins vrá.

    Eg sá hann sum barn við teim vónríku eygum

    Orð: Vilhelm Birkedal
    Lag: Norskt fólkalag
    Týtt: Steingrím Niclasen

    1. Eg sá hann sum barn við teim vónríku eygum,
    tá sólgeislar spældu á heimligum heygum,
    tá kysti hann meg, og við stjørnu vit spældu,
    í fjarleika krossurin stóð honum fjaldur.

    2. Eg sá hann sum unglingi várljósan morgun,
    tá andin fleyg hátt móti skínandi borgum,
    hann veittraði til mín, og himin varð heiður,
    í hansara ljósi eg sá allar leiðir.

    3. Eg sá hann sum maður á hásummardøgum,
    tá syndarin skalv fyri dómara høgum,
    tá hjartað sló tungt, og mín ryggur var bogin,
    og deyðin meg ræddi, so veikur brann login.

    4. Tá fyrstani kendi eg, hann vil mær náða,
    tá fyrstani gátan um krossin varð ráðað,
    tá fyrstani fevndi mítt hjarta ta byrði,
    sum hann hevur rætt mær, mín algóði hirði.

    5. Tá fyrstani honum eg takkaði glaður,
    at hann er mær hjá, meðan her líður dagur,
    um tung verður rás mær, og brøtt verður bylgja,
    í lívi og deyða eg honum vil fylgja.

    6. Tá segði eg honum, í hansara hendur
    eg legði mítt lív, hvussu víkur og vendir,
    hjá honum eg meg og mín vesaldóm fjali,
    bert tá liggur leið út úr glatanar dali.

    7. Eg veit, eg hann einaferð aftur skal síggja,
    tá falli eg honum eyðmjúkur til kníggja,
    tá far mítt fer undir í seinasta nosi,
    tá heilsi eg honum við lívsvónar brosi.