Klókari við tíðini

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Um vit gerast klókari tess longri vit liva
    Um tað eru undantøk eg stríðist við mín iva
    Er tolsemi tað sama í tómgongd vit mæla
    Tærd av lívsins lærdómi tøgnin er tín tala

    Sólin handan támið verðin øll í menning
    Rann av tárakeldunum tíðarinnar kenning
    Brendar vóru bøkur blýantar ei hvestir
    Í heimi tínum líkasælan oftani var gestur

    Tá dagurin yvirgav valdið
    Til myrkrið og longsulin fjaldi
    Sum vil sveima og droyma
    Í øgn við himmal og hav
    Av øllum tú varar av

    Tú smíða vildi vónir og tíðarbilið grípa
    Meiningin tú hevði við árunum er slípað
    Stilla gamla sendaran sum í tínum degi skróvar
    Tað er ein annar boðskapur samtíðin nú bjóðar

    Tú kanst fáa talitíð og stemma tínar streingir
    Fólk tey broyta søguna og gloyma tínar sangir
    Tað er eitt spei við lívinum sum mannabarnið hevur
    Ein ógingin og ójavnur og endaleysur vegur

    Politikarin

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Mín vinur hvar er tín revsandi rødd
    Títt dirvi og livandi sangur
    Mótmæli tíni um geilar og tún
    Í býnum ein eftirklangur
    Frá hjartanum orð um fólksins kor
    Um heimin og samfelagsvirði
    Tín provokatión og samfelagvón
    Ja alt sum tú brendi fyri

    Mín vinur slagorð um frælsi og breyð
    Brátt tagnaðu tínar kanónir
    Sum tíðin alt lagar og føðir so tey
    Sum hava ambitiónir
    At koma sær fram flokkin tú fann
    Sum tú vildi reformera
    Eitt hugsjónartap at sleppa framat
    Og ávirkan tína gera

    Mín vinur tú vildi koma á ting
    Og verða tað fríska lotið
    Men politiskir vindar mala í ring
    Úr skotgrøvum verður skotið
    Hvat leiðir á mál og hvør eigur moral
    Á valdsins uppboðssølu
    Rødd tín varð kvirr og ikki sum fyrr
    Tí á tindunum er kølið

    Ei vald og kærleiki ganga í takt
    Í leiki hvønnannan at dálka
    Og tíðindafólk standa ikki á vakt
    Men í gerðini sær válka
    Fólkið er við leiðslan fær frið
    Journalistarnir svølgja sín iva
    Er yrkið til fals ella tíðindi fræls
    Øll royna at yvirliva

    Um maktin mín vinur er súr ella sølt
    Er søtur hvør sigandi sigur
    Á vegnum beiskar kamelar fekk svølgt
    Tað meirlutin át og fekk niður
    Um kósin er bein og samvitskan rein
    So fortíðin ikki teg fangar
    Men ein nýpussað mynd ongin avgomul synd
    Tí søgurnar eru so mangar

    At seta í fokus sín egna persón
    Og sína meining markera
    Og fella yvir mótpartin dóm
    Hvønn annan at niðurgera
    Okkara ting lít teg í kring
    Tað mesta er tokutala
    Politisk visión og kritisk missión
    Er nú bert líkasæla

    Mín vinur hvar er tann dreymur í tær
    Tað sum tú einaferð vildi
    Vælkomin til valdið nú situr tú har
    Er hugsan tín í gildi
    Øll vilja alt og gera sær dælt
    Hvør megnar har ómegdin ræður
    Er demokrati vel og bind frið
    Tí Føroyar er besti staður

    Eitt allarsíðsta ár

    Orð og lag: Ola Nordskar
    Týtt: Steintór Rasmussen

    Um mín lækni ein vakran dag álvarsliga segði
    Einans hetta árið eg nú á foldum hevði
    Eitt summar er hugsandi
    Hálvtannað ár kann henda
    Men tíðin hon er avmarkað
    Títt lívskeið er at enda

    Eitt allarsíðsta ár er for ólukkan tó nakað
    Men eg hugsi hvussu fór eg boðini at taka

    Kanska ein familjuferð í friði nakrar dagar
    Flent og grátið um várt lív
    Og hvussu alt seg lagar
    So kundi eg farið upp á fjøll
    Við tubakki og víni
    Og sungið síðsta ørindi
    Av tíðarvísu míni

    Eg kundi eisini bannað so
    Ella foldað mínar hendur
    Rópa út í einsemi
    Fingið svar við hesar strendur
    Hví eg skuldi stríðast so
    Og hvat var rætt at gera
    Men lívið tað ger altíð mun
    Og órættvíst vil verða

    Eitt allarsíðsta ár er for ólukkan tó nakað
    Men eg hugsi hvussu fór eg boðini at taka

    Eg kundi eisini farið heim og byrgt meg inni
    Latið eldin doyggja út og havt ilt í mínum sinni
    Men tað er ikki fyrstu ferð eg mín egna loga køvi
    Kanska meira ein støðumynd í míni líðingarsøgu

    Eg kundi flutt ein leik afturat
    Ella valt at leggja kongin
    Tikið gamla gittaran og skrivað síðsta songin
    Um eg í sálarkvøl ein deyðans vals fekk skrivað
    At uttan nakran enda er tað meiningsleyst at liva

    Eg kundi gingið vestur við tí trúgv sum tá var eftir
    Og notið sólarmegina til dagurin var settur
    Kanska eg fekk mettuna av lívsins beiska breyði
    Men eisini frið í sinninum eg tá umsíðir hevði

    Eitt allarsíðsta ár er for ólukkan tó nakað
    Men eg hugsi hvussu fór eg boðini at taka

    Kom aftur Jesus

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Kom aftur Jesus at vitja hendan stað
    Høvdu vit trúð á teg í dag
    Vildu fólk sæð undur
    At vatnið varð til vín
    Og komu tey fátæku til tín
    Vart tú boðin í bønhús innum kirkjugátt
    Á gøtuni vart hildin fyri spott
    Hvør fór frá sínum húsi
    Og fygldi tíni slóð
    Um tú millum okkum aftur stóð

    Kom aftur Jesus og valla foldum á
    Var tað boð um frið og kærleika
    At elska hvønn annan í trúnni vera sæl
    At geva og at vilja væl
    Í heiminum Jesus eitt túsundára stríð
    Um glatan og frelstu allatíð
    Las tú úr skriftum um myrkur og dóm
    Ella komst tú við gleði og vón

    Situr tú í himli hoyrir tú mín sang
    Øll ørindi úr míni verð til tín
    Eg undrist yvir lívið og ivist manga stund
    Nær kemur tú og kemur til mín

    Kom aftur Jesus ferðast vítt um lond
    Hví er verðin enn so vánd
    Í neyðini og ótta fólk liva í tí bøn
    Títt ríkið er loysing og løn
    Í moskum í templum ert tú teimum nær
    Og hvussu er við menniskjum sum mær
    Nær munnu vit skilja tíni góðu boð
    Hví stúra og stríðast vit so

    Kom aftur Jesus hvat vildi tú havt sagt
    Har trúgvin er vitloysið og makt
    Til leiðarar kring heimin og deyðans sølumenn
    Í Mekka og í Jerusalem
    Eg biði teg Jesus, sum mangur hevur gjørt
    Kom aftur! Tað hevði verið stórt
    At prædika um lívið og um hesa verð
    So satt sum nakað er