Her glaður eg ferðist

    Orð: Brynleif Hansen
    Lag: Poul Færø

    1. Her glaður eg ferðist á ungdómsins veg,
    tí eg eigi Jesus og Hann eigur meg. 

    Ja, Jesus meg elskar, seg sjálvan Hann gav, 

    og synd mína søkti í djúpasta hav.

    2. Ja, glaður eg ferðist við Jesusi her,
    Hann vegurin, lívið og sannleikin er. 

    Bert eina ferð sært tú ta ungdómsins tíð.
    Á, kom tí til Jesus, kom kallinum lýð.

    3. Her glaður eg ferðist mót himmalsins strond,
    og eingin meg rívir úr Frelsarans hond,
    tann hondin, sum særd var, hon eisini ber
    til staðin, sum Jesus til reiðar mær ger.

    4. Um portrið av perlum eg stíga skjótt skal 

    og síggja av sonnum, Hann leiddi meg væl. 

    Har sólin ei setur, eg krúnu skal fá
    og fylgjast við Jesusi gullgøtum á.

    Eg sá reistan langt burtur ein vanvirdan kross

    Gorge BennardVictor Danielsen
    Orð og lag: George Bennard
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Eg sá reistan langt burtur ein vanvirdan kross,
    eitt merki um pínslur og háð;
    og eg elski tann kross, har hin Elskaði hekk,
    og øll syndin lá á honum tá.

    Niðurlag: Ja, eg elski hin vanvirda kross,
    har mín sál hevur frelsuna sæð,
    haldi meg til hin vanvirda kross
    og hann býti við krúnu ein dag.

    2. Áh, hin krossur, sum vanvirdur, vrakaður er,
    so heilt hann meg dregur at sær!
    Tí, áh, Jesus, hvat fekk teg at bera tann kross!
    Tað var dómurin, syndin hjá mær.

    3. Áh, tú krossur! Teg fargaði blóðið so dýrt;
    hvør vakur, hvør kærur tú er!
    Tí á tær var tað, Jesus hin sigurin vann,
    sum heilagan, reinan meg ger.

    4. Áh, tú vanvirdi krossur! Lat aldri ein dag
    meg skammast at bera títt spott,
    inntil Jesus skal turka hitt seinasta tár
    av tí eyga, sum mangan var vátt!