Rottujól

    Orð: Sverri Egholm
    Lag: Pauli Hansen

    Inni undir gáttini í hjallinum hjá Óla,
    har er heitt hjá rottuni, sum stákast enn til jóla.
    Tú sært ongan rottumann, tí kettan hevur etið hann,
    men fýra rumputungar fittar rotturungar.

    Rottugubbin vitjar inn við tingenest í skjáttu,
    gevur øllum sleikipinn og slíkt, sum dámar rottu.
    Síðan spælir hann fiól, og hini syngja við um jól,
    dansa runt í ringi um jólatræ úr lyngi.

    Men tá kemur Óla Hans í hjallin eftir kjøti,
    hoyrir rottugnis og dans, ivast eina løtu.
    So fer hann at dansa við, ynskir øllum jólafrið.
    Slíka jólanátt, tað gloymir eingin rotta.

    Anna Joensen

    Orð: Jacob Hjelte
    Týtt: Sverri Egholm

    1. Tá vit arbeiddu her saman, Anna Joensen og eg
    tá komu nógvir sjeikar inn á okkara kafé
    men so ein dagin síggja vit ein sera spelknan mann
    grisk andlitsgrein og yvirskegg, ein gjørdur Don Juan.

    2. Anna Joensen var pjakut men tá hann so kom á gátt
    fleyg hon straks ímóti honum, smikrut sum eitt frell og spott
    tó eg royndi alt eg kundi, næstan rann hvørt fótaspor
    so var tó altíð Anna Joensen tann fyrra til hans borð.

    3. Men hann vitjaði so javnan og so spentar royndu vit
    at fáa meira at vita um fýrin – tó við fyrilit
    og so ein dagin segði hann seg hava væl lønt starv
    á virkinum hjá pápanum og væntaði ein arv.

    4. Anna Joensen og eg, vit droymdu hvør í sínum lag
    dreym um hús og bil og pengar og ein mann av góðum slag
    men eg tordi ei at vóna, at hann hevði hug á mær
    tí sjálvsagt hevði Anna Joensen tann besta kjansin har.

    5. Hann var høviskur og hevði stóran ring við diamant
    vit gingu so við oyrnaklips og øðrum pynt og fjant
    og varrapynt og neglalakk á fingrum og á tóm
    í sunnudagsklæðum yrkadag og okkara bestu skóm

    6. Anna Joensen var vøkur, yndislig í brúm og brá
    nøsin hennara var bein, men mín var greflig, reyð og skrá
    hon var kløn og snøgg, men eg var meira at siga prúð og rund
    so eg kundi einki vænta mær, so tað skilti eg um stund.

    7. So ein dagin kendi eg mær ein so meinan hjartasting
    tí tá kom Anna Joensen og vísti mær sín ring.
    Tá tók eg av mær oyrnaklips og neglalakk og alt
    og tað sum síðan hendi, tað er stutt og skjótt fortalt.

    8. Anna Joensen seg iðraði, tað skilja vit jú øll
    tí hann royndist stórur svindlari, og hann er horvin nú.
    “Og eg standi enn við diskin og eg eri bara glað,
    tí hevði hann havt biðið meg, so hevði mestur eg sagt ja.”