Tórshavn

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Trakk’ upp Tórshavn, staturin setur støðið enn
    Stoltur havnarmaður hetta er rapp frá Inga Sørensen
    Men líkaglaður nokk, fuck hvussu eg uppføri meg
    Tað tættasta vit koma uppá seyðin, er at halda í ølini
    (Ja) Kom blotta teg, tá meiningin er lítil, til biltúrar í náttini við skeivum kompaníi
    Tað er har politikkarnir satsa uppá landið
    Men fyltir við meira pissi enn handan spannin hjá Astu! Hetta er Tórshavn

    Trakk’ upp, plássið er 1., har helvtin hava pick-up-lines á støði hjá Bigga.
    Monkey night, skilið bananas, har tíkir stritta,
    Har dagurin er Halleluja, men náttin fær fólk at skifta.
    Vit byggja tað hampiligt, men maskan yvir potthøvd,
    Vit baby-rockarar, sum standa í Steinatún sum ”fuck øll”.
    Umringaður av blackmail sum rykkjari,
    Tað einasta vit mangla, eru vápnaloyvi og stripparar.

    Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

    Eg eri komin upp aftur við Okkara á bakinum og tunaðum scootarum, ”fuck-tað”-attitudini og buldur frá stuðlinum.
    Ein fingur upp í kuldanum, so búrhundur í huganum, tí sjangrirnar í rútinum fyllast við reyvpularum.
    Landsdyst, bakkast upp, Havnin finnir lagið. Frá Tórshøll til Tórsvøll, lættari at vitna tapið.
    Frá Rex og so til Mimir, leggja Sirkus’ið til hendurs. Frá Glitnir upp til Cleo bara barrvørðurin er kendur.
    Úlvarnir nú svangir, nakka hjallar fyri gull, meðan slaturin fer runt, og dekkar gøturnar sum bums.
    Smábørn frá Deep standa á toppi til tað bíliga, og hagin er ein samling til fløskur við silvurpapíri á.
    Skíti á, studentarnir teir forma seg sum kong, meðan gjeikarnir við trongd sita og goyma seg í Hvonn.
    Har mammudreingir renna runt og mangla disiplinið, og stressið kemur av at royna at skaffa medisinið.

    Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

    Staðið tú kannst rocka cowboy-buksur og tufflur, nikka høvdið til hetta beatið, meðan tú pimpar tín sjuss her.
    Sama gamla staðið, lítið broytist uttan veðrið, teir somu gomlu-bumsarnir í Steinatún við veskuni Hjartavinir í býnum men eingin heilsar næsta dagin, eyguni venda hinvegin, eg veit tú kennir slagið
    Big shots ganga runt betrakta seg so nógv, ja øll eru kunstnarar bara eftirnavnið er kent.
    Hipstarar so øðrvísi og teir verða ikki færri, og allir hava sama smak (kotilettirnar frá Karli).
    Kom fylg mær nærri til, har sólin aldrin skínur á. Konur sólbrillur á og mennirnir teir skifta frá klædningi til wifebeaters, ja, tú kennir slagið. Keða okkum í hel við hvørjum útvatnaða lagið.
    Stemmur sum ikki eingongd kunnu brúkast til hetta valið, avstað við tí gamla, opnað oyruni tá eg tali.

    Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn
    Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

    Kalla tað swangah

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Við Swangah á mínum ryggi, metaforiskt sum bókstavliga
    Tey stemplaðu meg sum ræðuligan og kvæðið hevur sama lag í dag
    Tí síggi eg tað, so taki eg tað, koyri lív í tað og tali eg tað
    Um mállæran var betri, var hetta fanimi sæð sum prædika
    So leikandi eg kom upp og tveiti snipe’andi eitt look, við crime á heila sum ein crook, tí alt er eitrandi korrupt
    The White House er Al Qaeda og alt tey deila er bara fupp
    Og tey sum meina at hatta er hype’a burdu peilað sær fornuft
    Eg síggi, at grísurin manglar doughnut shop, tí rópar hann roks sum loco fuck
    Og postar upp við mót so stolt, men photoshopped frá fót til topp
    So takið eitt róligt puff, og njótið gott ólógligt pott, tí Robocop er homo tough, og torir ikki nakað solo stunts
    Fuck eina framtíð, eg flýggi til tað gamla, tá lookið segði nada bara spýttið legði fakta
    Tá khakys vóru baggy, meira stílur í at rappa, meðan bimbos høvdu tilboð, sum vóru rímilig nokk at nakka
    Skot ímóti toppi, teir í Swangah royna at byggja eitt trend
    Og opna eyguni tí føroyingarnir pimpast enn
    Vit traðka fram, tað eru bæði havnarmenn og bygdafrell, og allir kasta millumfingur upp til Jørgen Niclasen
    Tað er satt, mín vision er tað spliffin ber, so crystal clear
    Men lætt at mixa her, hvør bitchin er sum missioner
    Eg kom upp sum fyrstu ferð, skriftligt optimistiskir, so teir sum eri kritiskir, gleðiliga verða dripnir her!

    So vit taka rein skot, lada til hart rok og kalla tað Swangah!
    Alt ferð í sor, tá ljóðið ferð for frá, tey kasta tær upp!
    Tá alt er fucked up, blanda tað gott nokk og kalla tað Swangah!
    Tað er einki tvætl her, vit siga hvat satt er og bakka tað upp!

    Við Passion of The Christ, eg gangi á flowi til ein miðflokk.
    Stoned og hangi út, og vendi aftur eftir re-up,
    Svangur og vil nokk, rap-junkie í krisuhjálp.
    Urbanus beats, vit leggja linjur inn for dope til detox.
    So triðja fingur í triðja eygað, um tað er pláss, so blakið tveir inn.
    Við krossi á triðja degi, eg rísi upp og vaki heimin.
    Sum politikk, tað er fokkin lygn, eingin snakkar um stykkið, alt er fjalt, sjálvsagt. Tey fokkin kalla tað “Tingið”.
    So eg brenni vilt, sum pessimist. Óendaligt, sum Frelsarin í Genesis. Uttan endasprint, eg renni shit.
    Sendi hits sum bank og spliff, for langt í sikt, men lendi trygt.
    Swangah er sum ein Russian Roulette, kom hoyr eitt deadly click.
    Uncut sum snuff, blóð og tonn fuckin’ spýtt út.
    Tann reyða tráðin um hálsin, eg havi knýtt knút.
    Kvali mediuhorur til síðsta orðið er trýst út.
    Alt á borðið, spælið í sori, vit bresta inn sum lýst, krút.
    Stíl fyri míl, so fokk yolo og títt swagpiss! Bitchslap frá Rag. Í hiphop-statinum, eg eri ein fasist, marsjeri í Jack-boots gjøgnum markina av classics. Hetta er kapring av høvdum, sum ikki lurta yvirfladiskt.

    So vit taka rein skot, lada til hart rok og kalla tað Swangah!
    Alt fer í sor, tá ljóði ferð for frá, tey kasta tær upp!
    Tá alt er fucked up, blanda tað gott nokk og kalla tað Swangah!
    Tað er einki tvætl her, vit siga hvat satt er og bakka tað upp!

    MK-Ultra

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Djúpt í eitt endaleyst hol, vendi orð.
    Paranoia og terror, eg leggi á títt borð.
    Mítt remedy lov, tú hooked, skrivi resept fyri score,
    fólk keypt seg í sor,
    mítt gift selt til kollektivt morð.
    (Demon)
    Inn í hugsjón, eg stýri tankagongd.
    Mic-check sum heilatest, eg spýti til síðsta andadrátt.
    LSD syraður, patientar á trip,
    eingin grensa, mítt eksperiment gevur universinum panikk.
    Í einsemi við penni, út til øll við øði.
    Undir jørðini, foreiningin planlagt endan á søguni.
    Swangah, mín agenda fer at venda øll í grøvini
    og revsa følilsir. Lat meg tendra og fanga teg við røðuni.
    Mikrofon í greb, eg bori kroniskt hol í teg,
    rippi, sum hvíta snittið, heilatikið, fuckin’ stolið teg.
    MK komið við boðskap, eri í zone’ini,
    fróðskap til tjóðskap, Ground Zero blást í gronini.
    Hond í reyv sum Kermit,
    Puppet-service,
    front figurar í ørviti.
    Geri míni moves, so fuckin’ hvørvi eg.
    Á hjørninum á Hell’s Kitchen, mixi sum Gottlieb,
    toxic, sadistiskt. Tú sært, hvat eg eri í holt við.
    Kontórið er underground, fylt við klór á veggunum,
    krukkur við djórum og hjernum í flótandi veskum.
    Manifesto, mín rímbók, top secret,
    ultraviolet ljós tá eg lesi tekst upp,
    stongt district.

    Við hondini yvir býir og skýggj
    Eg vendi verðina sum gleðina – smílið er mítt
    Tað er her eg yvirdoyvi oyruni við ríki so blítt,
    men stýri sum Bush í kríggj til mit 1950
    Komplekst nýtt, meðan pínan er spísk og trýnið er lýst, við røddini so lítið er víst
    hondteri psyko sum blýggj, roteri dýrið so flýggj’
    Tað eru sýrir og slíkt í spýt sum kanylir við trýst,
    eg heilavaski nervavrak yvir flowið av líkbylgjum
    við knív’ á lívslinjuni sum dovnast á mínum fingrum
    Rópi mítt ýl inn um ungdómin við rýmkynstrum,
    ið bíta á tína meining við sýn frá príslinsum.
    Eksperimenteri við menniskjum gjøgnum blinda sjón,
    og finni ró i skrálandi drápinum til tey svimja í blóði
    Men goymi minnið, yo, seriumorð á diashow
    og tvingi at familjan skal vitna tað gjøgnum myndatól
    (Neyðardýr) Vilst sál, leiddir út úr kirkjugongd,
    lagt i hjernacellir har tankarnar doyggja á fyrstu nátt
    Gloymdir sum munurin millum myrkt og nátt
    innistongt, hidsidpropp! Grundin til minni pláss inni í frystiboks
    Hypnosumetodir, ið skelka Manson
    Í streyminum sjokeri mítt offur sum Ewan Camron
    Phantom, cutthroat random sum tantrum
    Runt mælir spælið, hvar peikar nálin við samplum?
    Psycotic, deilt svakt so fleir’ ræddust
    Suprise, praktist, nice rapp til meir’ slakting
    Við Poison Yvi sum drop dead, men reint taktist
    til mind kanning mín leið lagt á heimsmanning
    Ja makt svangir sum fast vendir til rús
    leggi alt i mínar hendur og hart spenni í knús
    hatta ljósið í tínum tunli reflekterar mítt headset

    “Next step” skil á rúsevnum sum x-merkt

    Undirgangstónar

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Í storminum vit hyggja at tsunami-flow til hugaheim.
    Toran slær í kranium, úr kaosinum vit buldra meir.
    Morgunball í restunum, apostlarnir í hettunum,
    Eldvatn í hondunum, tá vit sleppa konsikvensunum.
    Dómur fall, klokkan slær í spot-light av ljóskast,
    vápnaður við tanktop. Speakerphone broadcast,
    live frá anarchy. Niðurfall hjá Rothschild,
    hóttarnir frá Kim Jong Un, staddur í crossfire.

    Eg rópi á mín undirgang, spaseri gjøgnum afterschok á tippitos
    Lyfti tol og lati hann reagera, drepa frá fyrstu sjón
    Stingi mót, butterfly til hálsin – eingin Breckmann
    Fór inn at turna planina, Bilderberg rópa steðga
    “mæli runt og runt”, tungan blund
    Eg lukti fupp frá servay
    Nú Gud kom upp frá undirgrund við buldrinun til earthquake
    Frá control freaks, vit strikast út sum cocain
    Vónleys fakta, at tann fyrsti frystir sum coldcase

    Dansa við deyðanum til dómadags tónar!
    Syngið við bumbum, tá tær lýsa upp! (Tær lýsa upp!)
    Sleppið dreymunum tá myrkursins-mugur rópar
    byrjan uppá endan, úr kaos vit rísa upp!

    Staddir millum warzones og mastri ljóð
    Trampi flow, fyltir marsjerandi hoyr mítt lock ‘n load
    Eg brast mítt tól, hi-def eygamál, kamakazi mót
    Flashi blóð smykkur frá slavum, brúktar við jantelov
    Nú tyrlurnar blenda, fólki tirrandi grenja
    Patronir bindast og sendast runt til tær finna sín enda
    Tað er einki skift til ein kendan og eingin Krist til tann frelsta
    Tey royna at flýggja fyri lívinum, sum um tað nyttar at renna

    Kom so og vitna tað síðsta,
    fylg mær ígjøgnum kríggj og grát.
    Skála við tárum til endabrest,
    árið á bálið, tá vit skeinkja.
    Line-dance leinkjur sum mind-trance,
    keypa frælsi úr dós, og selja lív uttan price-tag.
    Info-junkies fáa gullkorn ígjøgnum nálar-eygað.
    5 krónu pupillir, bíligt vín, fylla sálarliga.
    Endaball, pre-fix, 12 trin til gleði,
    men 6 fót undir har, eg finni mína megi, kom !

    Dansa við deyðanum til dómadags tónar!
    Syngið við bumbum tá tær lýsa upp! (Tær lýsa upp!)
    Sleppið dreymunum tá myrkursins-mugur rópar
    byrjan uppá endan, úr kaos vit rísa upp!

    Frá bygd to bý

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Niðurlag: Hetta fer út til alt Føroyar, 18 oyggjar, vit liva og doyggja har, so minst til! Hetta fer út til alt Føroyar!
    Gev mær meira grind (kom!), fokk um tað er synd (kom kom við!).
    Hetta fer út til alt Føroyar, 18 oyggjar, vit liva og doyggja har, so minst til!
    Hetta fer út til alt Føroyar! x3

    1. Cren: Eg var føddur i 80´unum, við tí skeiva roykinum i lungunum, ein 9mm i munninum.
    Aldrin runnið, fari aldrin at renna! Skrivi til min pennur fer at brenna, hoppi i mítt track-suit og
    aftur at selja, lat meg fortelja:
    Eti svín uttanfyri hjá Muldi, Suðuroy, Norðoy, Brixton Bully, eitt sinnisjúkt hospital, eg renni runt við!
    Nakrir kaldir klettar (Steen: Cren er fokkin svangur) og flettir alla kappingina upp, sum veðrar.
    Og hetta prentar SD á New-Era keppar. Hjarta bankar, tá vit eyguni senda.
    Tí sjálvt um flogfarið ikki lendir, fer mín høgra hond altíð at gera tað betur.
    Fokk eitt fróðskaparsetur, fái karakterir ígjøgnum øll míni problemir.

    2. Steen: Vælkomin til Føroyar har tjaldrið er eitt beist, seyðarhøvd, skerpikjøt, føroyska húgvan situr skeivt.
    Vit liggja nr. 1, greitt krevjandi. Vit tóku tað, sum Elin í Stórustovu kenni eg positiónina.
    Eingin betur her, ja, tað hevur tú rætt í. Frá Vestmanna til Skopun, og skund til Klaksvík.
    Alt mítt er svakt rím, sum hjartað er lagt í. 24/7 mín vakt tíð er altíð.
    Vit hanga í, so kom og fokkin fylg okkum. Øll Føroya fólk siga: (FOKK PAUL WATSON!)
    Sjúkur, djúpur føroyingur við grindaknív, trúgv mær, eingin vil síggja eina mynd av tí.
    Vit koma stormandi við fullari ferð og um barrin er opin, so drukna vit her.
    Swangah Dangah – tríggir leysir búrhundar, og pulsurin í rappi er tað, ið nú dundrar.

    3. Ragnar: Við Tórshamarinum í hond, vit smekka beint á høvd,
    so tað verður fest fast, orðini vera ei gloymd!
    Føroyskt rap, ja, vit gera eina roynd og sláa alt niður sum hoyggj.
    Representera hvørja bygd, og hvørja oyggj! (Hvar eru vit staddir?)
    62 norð, 6, 45 vest. Hoppa umborð, tær tørvar ein bjargingarvest.
    At royna at flowa við okkum, er sum ein vitleys test,
    tí alt vit gera, er gjørt av mót og respekt.
    Kaldar føtur møta sjálvsálit og intelligens,
    víkinga blóð, tríggir kleyvarir og eitt sindur Írskt held.
    (Øll eru blást her,) vit skylda bara uppá veðrið.
    Fokk Black Sheep, eg drekki blóð úr einum veðri!
    Standi við rættum ryggi, sum Nólsoyar Páll,
    brenna torv og blæsa Risan og Kellingina um koll!
    Hetta er føroyskt, hetta er mergjað, hetta er rátt,
    tit snerkja tí hetta er “in your face” sum tit merkja.
    So kooom núúú!

    Sprutt Akutt

    Orð og lag: Swangah Dangah

    1. Ragnar: Fokk um glasið er hálv tómt, ella hálv fult, tað skal bara tømast.
    Her sum pessimistar og optimistar møtast og forførast.
    Jack er á odda, Morgan er næst, dupultan sixpack ígjøgnum eina trakt,
    Og alt er oyðilagt, tá mítt rap heldur vakt. Tað er so kalt og brutalt, gev mær rætt, halt so kjaft!
    Fokk Elefant, gev mær mammut, bumsa holdning sprutt akutt. Servi skot, lagt upp til drukk –
    Veðr, Black Sheep, Gull og Slupp.
    Mamma segði, eg skuldi læra meg at drekka – stadivekk í læru, nær kann eg steðga?
    Dumpi hvørja fer prógvið er farið, 5,8 er miðal talið.
    Lat meg hoyra Swangah Dangah (Swangah Dangah), fáa høvd at banga!
    Fólkið rópar hatta eru teir, vilja hava meir og meir.
    Tað er fokkin nokk við roksut pop, fyll hiphop frá botn til top,
    og øll verða bangin fyri at verða skotin, tá vit rópa Body-shooot!!

    Niðurlag: 1 skot, 2 skot, 3 skot, 4, 5 skot, 6 skot (Botna Botna!), hálvnaknar gentur, blondinur, brunettir hungra eftir
    Meir, og vilja smakka Swangah Dangah (kom!)
    Fyll í x5 (kom!)
    Botna x5
    Starta Mosh-pit og syrg fyri, tú stendur mitt í!

    2. Steen: Hvørt vikuskifti prógva vit, at Darwin hevði rætt: Gorilla stíl, hang í og sving’ armin nú í takt,
    converta til tað villa, fá gólvið til at rista. Um endin er for flatur, so hevur tú bara at stritta!
    Depressjón glas, tað fer upp og tað fer niður. Og vit steðga ikki bara, tí vit síggja politiið her.
    Tónleikur var fínir, nú er hann bara rotin, tað feita blev sukað út, sum hjá James Olsen. (fyll í)
    Rom og Cola, fokk at fara í song at sova, ikki hugsa um hvat tit tola, ella um tit spýggja tá tit ropa, lova
    Mær í tína beinagrind, føroyskt rap designarin! So kulka, bukka áðrenn vit dukka upp. Nei fokk tað, lat meg nú drukna!!

    Fyll í Aquavitt í, kom inn, kom inn við Gin, Jæger-bumbur í tín munn, ja, glasið verður fylt. Rom og Cola til at skola, Absinth er fokkin farligt, Tequila slær gott til, bara øl er for ansvarligt!
    3x Fyll nú heilt upp, tak títt fokkin glas, og fyll nú heilt upp. Tøm tað, føl tað og fá tær –

    Almenn hypnosa

    Orð og lag: Swangah Dangah

    Vers 1.

    Steen: Eg forklári poetiskt, eg komi sum penis;
    orgasmiskt, fantastiskt, beint út konkret shit,
    klókt, akademiskt, eitrandi, kemiskt.
    Eg eri harrin, tú ert ein reyvslikkari, Jenis.
    Lívið er ein frek bitch, snýtir teg so snedigt,
    tí tað er so nógv lort i luftini, sum Elis.
    Tað er ringt, og tað er keðiligt, hald teg saman sum tetris.
    Klárar tú ikki stríðið, so sit inni sum Cren.
    Einki nýtt, men tað er djúpt tá tað sjúka verður brúkt
    at forhindra fólk frá sannheitini, og at liva lívið ríkt.
    Vísdóms orð á títt borð, tí við pengum og hor
    kemur gleðin umborð, men alt skilið fer i sor.
    Vit eta ein bita fyri at liva, onnur liva fyri ein bita,
    men tað er eingin krisa, bara tú kanst búkin fita.
    Finn tær eitt pláss at sita og lurta eftir tí, vit vita
    um hel á jørð. Ragnar fortel teimum hvussu vit liva –

    Vers 2.

    Ragnar: Demoniskt og komiskt, rættari sagt hopleyst,
    í skugganum hava vit funnið ljósið við torv og alkoholi.
    Fokk átta til fýra, vit fýra átta joints og stýra
    okkara shit og blíva við at ríma – ikki fyri tað ríka,
    men fyri at fáa fólk at lurta, og spyrja, um tað er ein grund til at smílast,
    um tað ikki er Djevulin, sum er við endan og bíðar
    eftir tær og mær, og tað er avgerandi hvat tú gert og nær,
    tí tú veit ikki, fyrr enn tú ert endaður har,
    fólk selja sína sál, fyri at røkka sítt mál –
    joina eina kult og fokkin dansa um eitt bál.
    Sjúkir leiðarir sum leiða okkum í tað sjúka.
    Tað, vit byggja upp, er til teir at brúka.
    Tað er okkum teir knúsa, so teir kunnu rúsast
    av makt, ímeðan vit ganga í takt, og gera sum verður sagt.
    Okkara frælsi er tikið, hvat fokk verður næst?

    Vers 3.

    Cren: Boðskapurin larmar sum ein 12 gauge (blaauw!).
    Pilka høglini úr høvdinum, og so tak av –
    tú endar sum ein slava, eitt produkt av, hvat eg var
    áðrenn robottar vóru eitt government tilfar.
    Global Warfare er alt tað man sær,
    heldur ein kúla, enn ein mikrochip í hjartanum hjá mær.
    Fongslini fyllast, atmosferan verður fokkað,
    so lat eyguni opna, tí hypnosan má stoppa.

    Vers 4.

    Ragnar: Problemið er systemið! Ren meg,
    tað eru klovnarnir á toppinum, sum missa okkara pengar, men vinna premiu.
    Pengar; eitt sataniskt meistaraverk! Bara lat inn títt CV,
    um tú ert høgt uppií føðiketuni.
    Stýrur tú lortinum við kortinum tú ert givin,
    ein Jokari við Essinum burdi fokkin verðið sligin.
    Men tú veist ikki fyrr, enn tú ert blivin rivin niður
    av Satan og gongur blindur runt, sum øll hini.

    Vers 5.

    Steen: Eg eri púra samdur, líka mikið hvat man gerð
    og um man ikki trýr uppá hokus-pokus og gandir.
    Fokk tín aldur, alt for ungur og óvandur,
    og eitt lætt offur til alt tað, sum hann ger stand her.
    Vakna, og fokkin sig stoppa
    tí tað fyrsta er egoisma, so tú botnar eitt shot.
    Tú verður lokkaður við narkotika, lokkaður við erotika.
    (Men verður alt betur?) Eg veit ikki, eg hopi tað!
    Alt handlar um pengar, Dollarar, og Euro’s.
    Smábørn vilja blíva Al Capone og DiNero.
    Tað eg sigi er grót hart, og tí er tað ósmart
    at lata Djevulin uppfostra børnini ígjøgnum eitt sjónvarp.
    Verði klár til kríggj! (Vit eru klárir til kríggj!)
    Og øll sum standa fyri, sleppa at smakka blýggj.
    Alt er svart og hvítt, einki okkara, bara mítt!
    Fólkini verða snýtt, men hatta er einki nýtt.

    Belials synir

    orð og lag: Swangah Dangah

    Sjúrður: – Djevulsins børn. Ja, børn Belials. Belials synir, tú.

    Satans børn, hvørki meir ella minni.
    Eg segði við tey: “Belials synir”!
    Satans besett pakk, alt sum tað er.

    Swangah Dangah- skuldi verið forboðið við lóg
    – Noynoynoy, Jesus kemur aftur, tað kemur ein dómadagur, og tit verða øll dømd!

    Steen: Vit eru teir sum –
    Ragnar: Kasta við nevunum, illar andar á herunum,
    praktikantar hjá Djevlinum frá tí svarta profetinum.
    Binda jakslar við ketunum, so tú aktar systemið, sum
    fokkin traðkar fyri metrunum til eitt altar frá strevinum –
    Steen: Tínar hjernasellir spreingjast, og doyggja til mína rødd.
    Óhóskandi fyri børn, so kroystandi i mitt høvd, at meiningin er oyðiløgd.
    Designaður sum eitt trøll, við beinagrind sum ein bjørn.
    Aleinaður sum vit øll. Eg –
    Ragnar: Práti, og fái glóð –
    Steen: Í látri, eg tári blóð. –
    Ragnar: Eg spýti fokkin eld, –
    Steen: Hoppi í bálið og fái sól. Ein heimagjørd orðabók. –
    Ragnar: Tað ljóðar sum toran slóð, tí Swangah eru restir av teimum, Jehova tók. –
    Steen: Og tvey djór renna leys, her i Tórshavn. Hungra eftir tínum blóð-smakki i góman. –
    Ragnar: Løgreglan ræðir, fyri at fólk verða inni, tí hesir menn hava einki sympati i sinni. –

    Niðurlag
    Hvat er tað, sum eg hoyri? hvør er tað sum snakkar? (hahahahahahahaaa!)
    Onkur sig mær, at eg droymi! Hvør gevur mær hesar tankar? (hahahahahahahaaa!)
    Hjálp mær, hvat skal eg gera? Okkurt í mær lokkar meg til at drepa!
    Eg klári ikki meir, má leggja meg niður!
    Men hvat fer at henda, tá teir taka yvir?

    Ragnar: Mítt operatións borð við blóð-sporðum.
    Og orðini leiða til morð, sum CSI leypa um – eingin torir!
    Mentalt klárir at taka teg, fysiskt, úr tínum kroppi.
    Parteri og samanseti, við mikrofon og stokki.
    Eg lokki, men fyrimyndarligur við krossi um hálsin.
    Mamma tín við silikon pattum veit einki
    um tað, eg fylti í var av eitrandi stoffum
    frá mínum báðum nossum.
    Tit eru mínir patientar, spentir í reimum,
    fyltir við sýru og slept avstað við varandi meinum.
    Eg veit um deyðiligar sjúkur,
    men einki er meir skaðiligt, enn hetta í brúk her.
    Oyralæknin – ja, eg tjekki títt oyra,
    sum tinitus – tit sleppa ikki av við tað, tit hoyra.
    Sproytu ímóti æðrum,
    innspræning av mínum slevi, bíti merkir av mínum fokkin jakslum.

    Niðurlag

    Steen: Eg brutalt onaneri tín háls,
    eg avmonteri tín puls,
    eitt skrúvublað í skallan, dekoreri ein svulst.
    Ja fokkin, her er ein grund, accelererað við skund,
    at drepa. Eg má kasterera og fokkin eta alt ungt.
    Eitt so sjarmerandi sprund, men eg vil skera hana upp
    og isolera við ull, so arrangera ein fund
    við køksborðið har míni offur eru plaseraði runt.
    Og alt hetta sker, um eg fantaseri ein blund.
    Tú bløðir so lekkirt, í øgi dementur.
    Rópi eftir siggarettini: “Hvat gløðir tú eftir?!”
    Klæddur sum rappari, við orði so tit agta tað,
    men sæddur sum slagtari, hjá fólki, í mínum kjallara.
    Ein kannibal, gev mær blóð, blóð, eg hungri!
    187 deyðaslurk, beinagrind i munni!
    Eg blundi og hoyri, onkur snakkar runt um meg!
    Sum eg drukni, forvirraður eg hugsi:

    Niðurlag