Yngra ættarlið

    Orð og lag: Teitur Lassen

    Tey ungu hava ringa húð
    duga ikki at vera kul
    tey koyra runt á skutarum
    elska alt tey ikki kenna
    aftan á studentaprógv
    fara tey til India
    at spara hvørja krónu
    kasta seg út í krisur

    Men kanska er yngra ættarlið
    í veruleikanum nógv meira við
    enn landsins tungu dreingir
    og teirra drúgvu roynar

    Tey bora ikki berghol
    tey koyra ongar langar turar
    tey eta ikki seyðahøvd
    í gomlum bondastovum
    tey eru sum í øðrum londum
    tosa onnur mannamál
    skíta á hvør er babs ella pins
    googla tað sum ikki finst

    Ímeðan mamma pyntar stovuna
    við flottum prýðislutum
    og pápi lesur bløðini
    har ið lesarabrøv eru tíðindi

    Er alt sum tað skal vera
    í húsinunm við ferð á?
    yngra ættarlið eru fyri seg
    á eina helt aðari planet

    Góði harra tingmaður
    kunnu tey ikki fáa eitt stað at vera
    tey tíma ikki uttanlands nú
    og hava nógv meira visjón enn tú!

    Hugsa positivt

    Teitur Lassen
    Orð og lag: Teitur Lassen

    tað var við blandaðum kenslum at elefanturin fór
    ein fílur kom í staðin og undranin var stór
    síðan komu nógv onnur djór
    tað var rok í djóragarðinum

    men eg kalli ein spaka fyri ein spaka
    ein apa fer altíð at vera ein apa í mínari frumskóg

    tað nýggjasta orð í bókini er “jaligt”
    tey flestu royna longu øll at brúka tað
    men at fara “jaligt” til verka merkir ikki nakað
    at vera “jaligur” er jú bara at siga “já!”

    eg havi valt at hugsa positivt
    halda eyga við hvørjum tað endar við
    ímillum fólk eg møti

    tað eru ikki nógv fólkasløg sum
    fegin læra sítt móðurmál av nýggjum
    mitt í hesum hurlivasanum
    vita ikki øll hvat ið tey tosa um

    eg havi valt at hugsa positivt
    halda eyga við hvørjum tað endar við
    ímillum fólk á gøtuni

    Ongir pengar

    Orð og lag: Teitur Lassen

    Eg eigi ongar pengar í dag
    hvørki kreditt ella kontantir
    koyri á mínum síðsta bensini
    í einum læntum bili

    Øll halda at eg eri ríkur
    men eg eigi ikki eitt oyra
    eg arbeiði sum ein hundur
    og eg vil hava meira

    Skattavaldið kom inn á gátt
    eg bjóðaði teimum innum
    men tey vóru ikki blíð móti mær
    hóttu við at fara við øllum

    Øll halda at eg eri ríkur
    men eg eigi ikki eitt oyra
    eg arbeiði sum ein hundur
    og eg vil hava meira

    Tú ert ein eingil

    Orð og lag: Teitur Lassen

    tú ert ein eingil
    dottin av himni

    tú osar av tí góða
    tú ert ómøgulig at hata

    tínir fingrar dansa
    alt gerst so livandi

    tú ert ein eingil
    eftir øllum at døma

    eg síggi tína mynd
    á mínum spegli
    eg biði til tín
    ímóti tí onda

    tú ert ein eingil

    Far ongantíð frá mær

    Teitur Lassen
    Orð og lag: Teitur Lassen

    tú ert eitt gott glas av vin
    sera sjáldsom við djúpum farvum
    eg vil altíð vera tær nær
    um okkurt serligt skuldi hent

    tú durvar í mínum kjallara
    sum ein góður árgangur eigur tað
    sum teir flestu dreymar í lívinum
    ið eru undir stjørnum og mána

    – far ongantíð frá mær

    einaferð segði tú við meg
    at alt sum eg geri er skeivt
    men góða, nú er tað ov seint
    eg havi vaksið meg ov stóran

    eg siti her sum ein gletsjari
    ið ikki ber til at flyta
    lova mær at hjálpa til
    um allur kavin bráðnar

    – far ongantíð frá mær

    Sangir í moll

    Orð og lag: Teitur Lassen

    “Sangir í moll geva mær the blues”,
    segði hon við meg og skrúvaði upp.

    Dovið øl og stearin
    rundan um James Dean,
    tann fyrsti var dottin av í rúsinum.

    Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman,
    stjólu hvønn annan til sangir í moll.

    Tá eg raknaði við var hon farin heim,
    hurðin hjá mær stóð víðopin.
    Ein friðarlig akkord, ið eingin annar hoyrdi,
    summaði millum fløskurnar í stovuni.

    Bert eitt kann henda, tá ið ljósið er tendrað
    við tveimum, sum dansa til sangir í moll.

    Vit yptu øksl saman, sukku niður í bláman,
    stjólu hvønn annan til sangir í moll.

    Havnin er ein lítil bygd

    Teitur Lassen
    Orð og lag: Teitur Lassen

    útvarpið sendir eitt tilvildarligt lag
    sum sveimar ígjøgnum eitt vindeyga
    úr einum húsi sum sigur
    “vit hava tað gott!”

    Havnin er ein lítil bygd
    klaverini tey standa still
    ímeðan fólk fara í býin
    so seint gongur tíðin

    onkunstaðni spælir mítt yndisorkestur
    í einum høli har ung eru samlaði saman
    men eg vil ikki droyma, eg vil bara kenna

    bíði eftir bussinum
    bara eg og mínar vónir
    eg havi hendur í lumma
    og sjeytan krónur

    Havnin er ein lítil bygd
    ein viti mítt í havinum
    nú fari eg at vitja
    ein góðan vin

    skip sigla út til fremmand lond
    eg síggi meg sita á eini heitari strond
    tí her hendir svarta onki
    hesin forbannaði bussurin kemur ikki

    Havnin er ein lítil bygd
    her er so trongligt, men eisini so trygt
    eg vil bara gloyma at tað finst nakað annað

    Káta hornið

    Teitur Lassen
    Orð og lag: Teitur Lassen

    Gangi ofta túrar eftir gongugøtuni
    bara tí mær dámar at vera onkunstaðnis á veg

    Eg steðgi altíð við tað Káta Hornið
    práti við onkran ið dámar væl at práta
    tað er einki Picadilly ella Piazza Navona
    men ein sera góður vinur ið er so mangt annað

    Eri komin fram á eina niðurstøðu her
    tað er best at liva imillum onnur
    ið vita hvar og hvør tú er

    Eg steðgi altíð við tað Káta Hornið
    har forvitnir bilar seta ferðina niður
    fólk heilsa upp á meg og tey unna sær at náa
    ein tilvildarligan túr ið gongur beint ígjøgnum hjartað

    Útisetin

    Orð og lag: Teitur Lassen

    Hvat skal við í mítt kuffert
    um eg flyti heimaftur?
    er pláss fyri tí
    sum eg eri vorðin?

    Eg havi fylgt við í kjakinum
    skrivað undir í mótmælinum
    kann ikki broyta hugburð
    gloyma alt eg havi lært

    Eg vendi aftur til ódnarveður
    vánaligar fløguútgávur
    eina árliga blokering
    av Kaldbaksbotni

    Hampafólk í samkomu
    sum eru útbúgvin í bíbliu
    men rodna tá eg syngi
    um samkynd og nekarar

    Er himmalin og Atlantshavið
    eitt vandamikið útsýni?
    eru vit nærri Jesusi
    enn onnur fólkasløg?

    Tað kitlar í búkinum
    av spenningi og iva
    eg havi alt tað við mær
    sum eg sóknaðist eftir

    Eg eri antlitið úr heiminum
    tú kanst lesa tað í eygunum
    eingin kann steðga mær
    mínar røtur eru festar

    Alt skal við í mítt kuffert
    um eg flyti heimaftur
    eg vendi aftur av virðing
    fyri tí sum eg eri

    Tokspor

    Orð og lag: Teitur Lassen

    Vit hava bygt henda stóra býin
    har streymurin ferðast sum eiturkoppaspinn
    fær alt við sum rørir seg á ein og hvønn hátt
    frá harraleysum djórum til tjóvar á nátt
    tokspor røkka víða út og mær leingist heim
    at strekkja míni troytu bein

    Fólkini ganga eftir vegnum í frakka
    her hevur verið so kalt at áirnar frysta
    ísurin bítur allastaðni hann kann
    sjálvt tokini venja seg aldrin við kuldan
    klokkan fylgir trúføst við tíðini
    skjótt rými eg herfrá, til gongu um eg má

    Mær tørvar at venda aftur til at liva smærri
    at vera einsamallur við teimum eg kenni
    har eingin hyggur eftir mær við undran
    har eg dugi fuglanna sang frammanundan
    tokspor finnast ikki har, men eg veit ein veg
    ið tó krevur tolsemi