Í Guðs húsi

    Orð og lag: Terje B. Vestergaard

    Í Guðs húsi har er gleði
    Lovsongur har ljómar hátt
    Tá ið Andans fylling kemur
    Og av nýggjum gevur mátt.
    Har í nærveru hansara
    Vit frælsi kunnu fá,
    Vit við gleði vilja heiðra
    Hann, sum øllum valdar á.

    Kom verð við í hesi gleði,
    Komið lovið honum við,
    Tí ein frelsara vit eiga,
    Ja, ein faðir himli í.
    Við vár lovsongi vit byggja
    Eina trónu her í dag,
    At vit hann av hjarta elska
    Vísa Honum vilja glað

    Kom og dansa, kom og klappa
    Kom ber heiður til vár kong.
    Okkar hjørtum frá vit bera
    Til vár Guð ein nýggjan song.
    Fyri nútíð, fyri framtíð
    Harri okkara hann er.
    Ja, hann yvir øllum ræður,
    Alt í Síni hond hann ber.

    Jól eru kærleiki og vón

    Orð og lag: Terje B. Vestergaard

    Jólini nærkast
    Dagarnir styttast
    Skjótt liggur landið
    Klætt í kavaskrúð
    Klokkur ið ringja
    Smábørn ið syngja
    Tónar ið lívga
    Fjálgt um bygd og bý

    Hugnin seg breiðir
    Gleðast eg og tú
    Í okkar hjørtum Kærleikin fær bú

    Jól eru kærleiki og vón
    Ein tíð til at fjálga og bera gleðiboð.
    At geva til onnur av øllum sum er mítt
    Eins og kærleikin av himli givin frítt.

    Mong sita stúrin
    Eina og kúrin
    Myrkur vil fjala
    Vónin svunnin er
    Glóðin tó glógvar
    Kærleikin prógvar
    Boðskapur mildur
    Boð um hetta berð

    Lat ljós títt skína
    Vinur teirra verð
    Úr hjarta tínum kærleik teimum ber.

    Jól eru kærleiki og vón
    Ein tíð til at fjálga og bera gleðiboð.
    At geva til onnur av øllum sum er mítt
    Eins og kærleikin av himli givin frítt.

    At geva til onnur, eins og givið mær
    Eins og kærleikin av himli givin var.

    Tíðin fer

    Orð: Hans Jacobsen (Hans á Bakka)
    Lag: Terje B. Vestergaard

    Sum áarstreymur tíðin fer
    So mangan harður strongur
    Og nærri fossinum tað ber
    Tess skjótari tað gongur

    Tað farna eingin broyta kann
    Og orð sum vórðu talað
    Ei heldur nakað megna mann
    At fáa ørv at snara

    Bert dagurin eg fekk í dag
    Tann einasti eg eigi
    Í honum alt mítt eyga sær
    Á rættan veg meg leiði

    Tá signað verið alt mítt verk
    Um hetta eg kann skoða
    At dagurin eg frá tær fekk
    Til onnur meg kann náa

    Sum áarstreymur tíðin fer
    Og harður strongur vunnin
    Tá verið tað ein sigursferð
    Og skeiðið er fullrunnið

    Bert dagurin eg fekk í dag
    Tann einasti eg eigi
    Í honum alt mítt eyga sær
    Á rættan veg meg leiði

    Trúgvin ber

    Orð og lag: Matt Hooper
    Týtt: Terje B. Vestergaard og Birna Vestergaard
    Upprunaheiti: We believe

    í hesi tíð, hvar vónin svinnur,
    ivi, ræðsla tyngja sinn,
    er ein grundvøllur tó stinnur
    trúgvin ber, trúgvin ber.

    mannaættin særd og brotin
    í myrkrinum ver tú várt ljós
    ein er frelsan til os sprotin
    trúgvin ber, trúgvin ber.

    trúgva eina á guð faðir, trúgva á guðs einkason.
    trúgva á heilagan anda, sum av nýggjum gevur lív.
    trúgva á krossfesting, deyða, trúgva deyðans vald hann sló.
    trúgva hann úr grøv var reistur, at hann aftur koma skal.
    trúgvin ber.

    meira enn bert orð vit syngja
    altíð trúgv vár vera má,
    um so roynd og freisting tyngja.
    trúgvin ber, trúgvin ber.

    tey fortaptu finn, tey deyðu vek, kærleiks streymar send í hesi tíð.
    lat frá kirkjum berðast frelsuboð, trúgvin ber, trúgvin ber.
    lat ei helheimsportur sigur fá, nei guðs kraft kann ríva slørið frá
    at tín kærleiki ei sigrast kann, trúgvin ber, trúgvin ber.

    Fyrigev mær, veit mær náði

    Orð og lag: Terje Vestergaard

    Fyrigev mær, veit mær náði
    Miskunna mær Faðir mín.
    Tí eg falli, og eg snávi
    Á mínum veg heim til tín

    Tak Tú mína hond
    Leið meg á tín veg
    Tí í mær sjálvum
    Onki eg orki
    Vón mín hon stendur til tín

    Nú eg komi fram til tín Guð
    Falli á knæ fyri tær
    Tak mítt lív nú, birt tú aftur
    Eld tín av nýggjum í mær