Pimpurin

    Orð og lag: Terji Messell og Jógvan Funding Madsen

    200 eiga Gimpin
    Eg eigi Pimpin
    Spælir hvønn ein dag
    føroyskt blúslag

    Kirkjufólk eiga kirkjutíð
    Syngja vakurt lag
    men bert sunnudag
    tá er Tór Verland í bað

    Hómóð

    Orð og lag: Terji Messell og Jógvan Funding Madsen

    Nólsoyggjin liggur trúgv og føst
    uuh ja
    á sama stað
    dag um dag
    men konufólk!
    hu!
    man burdi verði homoseksuel

    Borðan vísir altíð røttu leið
    Mannfólk siga sjálvdan, ongantíð nei

    Teit Blús

    Orð og lag: Terji Messell

    Tað er so synd í Teiti
    hann eigur ongar pengar
    Hann gongur runt og murrar eitt neiligt lag

    Tað er so synd í Teiti
    øll halda hann er ríkur
    men góði fitti Teitur
    tak tað róligt
    ikki gráta
    tú kann lána frá mær

    Blúsmaður

    Orð og lag: Terji Messell

    Eg eri eingin hóbó
    eigi onga módjó hond at halda monnum frá konuni hjá mær
    tó eri eg ein blúsglaður Føroyskur blúsmaður

    Havi bert verði
    í krossgøtu í Havn
    og mín gittar stemmar heilt vanligt
    Eg eri ein blúsglaður Føroyskur blúsmaður

    Eg eri krita hvítur
    og lík bleikur
    tað einasta eg havi pilka er síl
    Eg eri ein blúsglaður Føroyskur blúsmaður

    Heim

    Terji Messell
    Orð og lag: Terji Messell

    Eg græt av longlsi í morgun
    tá Guðrun sang fyri mær
    Eg havi ikki gráti so illa síðani eg var smádrongur
    tá ketta mín var yvirkoyrd og doyði
    Eg kenni tað inn á bein og merg

    Heim
    Eg má heim
    Hoyra málið hvønn dag
    síggja fjøll, hav, á ja!
    Heim, heim, heim

    Blús

    Orð og lag: Terji Messell

    Í Amerika spæla tey blues
    Í Føroyum spæla vit b l ú s

    Úr Sumba til Sørvágs
    úr Sørvági til Sands
    allan vegin úr Havnini heilt til Íslands
    hey hey
    vit spæla blús
    Vit spæla saltan norðuratlantshavsblús

    I Bandaríkinum spila þeir blues
    à Íslandi spilum við b l ú s

    Nakin?

    Terji Messell
    Orð: Terji Messell og Ova
    Lag: Terji Messell

    vilt tú gera alt fyri meg ?
    hvat eg so bið teg um ?
    vilt tú sita her hjá mær –

    nakin ?
    uttan klæðir ?
    bera húð ?
    við sálini uttaná ?
    so eri eg tín

    vilt tú vera í kvirru við mær ?
    hyggja meg í eyguni ?
    vilt tú liggja her hjá mær –

    vilt tú avduka títt innasta ?
    siga sannleikan fyri mær ?