Sigarettir, whisky og villar gentur

    Orð: Eyðbjørn Jakobsen
    Lag: Phil Spector

    1. Eg holdin var maður, eg førdi stilt lív,
    hevði nógvan penging og hartil gott vív
    So hitti eg gentu so von var at sjá
    hon lærdi meg at roykja og smakka mær á!

    Niðurlag: Sigarettir, whisky og villar gentur
    tey gera ei gott, nei lít á mítt orð
    Sigarettir, whisky og ørar gentur
    tey leggja tær lívið og lagnu í sor.

    2. Mítt hold tað er farið, eg líði nú neyð
    havi ei pening til dagliga breyð.
    Hygg at mær tú sær, at her gongur eitt vrak
    ansa tær sjálvum ella sannar tú at:

    3. Ritið á grøv mína, høgg í mín kross:
    “Av kvinnum og whisky hann hevði sítt knoss,
    tó var hann eitt hampafólk, tað veit hvør kleyv,
    men trælur av kvinnum og whisky hann bleiv!”

    Sigarettir, whiskey og villar gentir

    Orð: Eyðbjørn Jakobsen
    Lag: Phil Spector

    Eg holdin var maður, eg førdi stilt lív,
    hevði nógvan penging og hartil gott vív
    So hitti eg gentu so von var at sjá
    hon lærdi meg at roykja og smakka mær á!

    Sigarettir, whisky og villar gentur
    tey gera ei gott, nei lít á mítt orð
    Sigarettir, whisky og ørar gentur
    tey leggja tær lívið og lagnu í sor.

    Mítt hold tað er farið, eg líði nú neyð
    havi ei pening til dagliga breyð.
    Hygg at mær tú sær, at her gongur eitt vrak
    ansa tær sjálvum ella sannar tú at:

    Ritið á grøv mína, høgg í mín kross:
    “Av kvinnum og whisky hann hevði sítt knoss,
    tó var hann eitt hampafólk, tað veit hvør kleyv,
    men trælur av kvinnum og whisky hann bleiv!”

    Fagra blóma

    Orð: Poul Frederik Joensen
    Lag 1 (fyrra ørindi): Hanus G. Johansen
    Lag 2 (seinna ørindi): Fred Rose

    1. Fagra blóma tú sum prýðir
    fjallatindar berg og skørð,
    bø og ong og grønar líðir,
    hvat er fagrari á jørð?
    Eina blómu tó eg kenni,
    fagrast hon av øllum er,
    sjálvt ei rósan líkist henni,
    tað er hon eg valdi mær.

    2. Blómur spretta móti vári,
    følna, tá ið heystið er,
    mín, hon blóma man alt árið,
    um so kalt og kavið er. –
    Einaferð hon bert kann blóma,
    følnar hon, eg følni við.
    Fylgja skal eg blómu míni,
    til tann síðsta hvíldarfrið.