Ástarkvæði

    Orð: Petur Mohr Dam
    Lag: Thomas Michael Smith

    1. Tá hendur vára finnast
    og eingin okkum sær.
    Á, vistu tey, vit ynnast,
    og alt í okkum lær.

    2. Tey sussa har og tvinna
    um mat og Per og Pól.
    Men eydnulín vit spinna
    og byggja borg úr sól.

    3. Og brosið títt og bráið
    og bivið í tær er,
    er himmal mín og skái
    og ævintýr og verð.

    4. Nú einki eigur sælu
    sum stjolna handakín
    – tá uttan orð og talu
    grør hægsta kensla mín.

    Nánd

    Orð: Arna Paasche-Aasen
    Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe
    Týtt: Thomas Michael Smith

    1. So rótleyst er sinnið títt, altíð á ferð
    tað tykist sum gloymir tú virðini her.
    Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
    enn síggja tað vakra, sum er í nánd?

    2. Tær tykir at lívið er keðiligt – grátt,
    hvønn er tað tú saknar – hví falla í fátt?
    Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið,
    fæst onki at grógva við tína lið.

    3. Far innar í stovuna, um hon er trong
    og lurta – hon syngur ein stillan song;
    hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
    har vantar bert tað – at tú varnast tí.

    4. Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
    hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
    Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
    men lært teg at elska tað, sum tú sært.