Torir Jesusi tú fylgja?

    Victor Danielsen
    Orð: George F. Root
    Lag: Johannes Poulsen
    Týtt: Victor Danielsen

    Torir Jesusi tú fylgja?
    Hetta spurt so mangan er;
    hoyr tó nú ein annan spurning,
    sum mín songur til tín ber:
    Torir tú at vraka Jesus,
    tá ið hann nú býður tær
    frið og náði, fyrigeving,
    stað í Himlinum hjá sær?

    Torir tú at velja deyðan?
    Gud tær býður lív frá sær;
    torir tú at lata Jesus
    venda sær við sorg frá tær!
    Torir tú at venda bakið
    til ta hjálp, ið Gud tær beyð,
    og við opnum eygum renna
    inn í endaleysa neyð?

    Kanst tú halda á at droyma
    um eitt lív í lukku her?
    Kanst tú hada á at gloyma,
    hvussu tóm tann lukkan er?
    Ríkidømi ongan gleðir,
    lívsins rósur følna brátt,
    og tú ert á deyðans sjógvi
    eins og vrak í ódnarnátt.

    Vilt tú vága uttan Jesus,
    liva lívið her á fold,
    uttan Gud og uttan vónir
    fara í ta svørtu mold?
    Minst, at um á jørð tú vrakar
    Jesus sum tín Frelsara,
    skalt tú hann við ræðslu síggja
    einaferð sum dómara!

    Well, I…

    Orð og lag: Benson
    Finst á fløguni Eina við tær hjá Tiðnað

    Well, I, I’m gonna meet my lovin’ saviour,
    oh, I, I’m gonna meet my lovin’ saviour
    one of these days, hallelujah!

    Well, I, I’m gonna sit at the welcome table,
    oh, I, I’m gonna sit at the welcome table
    one of these days, hallelujah!

    Well, I, I’m gonna feast on milk and honey,
    oh, I, Im gonna feast on milk and honey
    one of these days, hallelujah!

    Well, I, I’m gonna meet my lovin’ saviour,
    oh, I, I’m gonna meet my lovin’ saviour
    one of these days, hallelujah!

    Hugsa tær dagin

    Dagny Tróndheim
    Orð: Dagny Tróndheim
    Lag: Pætur við Keldu

    Menniskjan, hon livir stutta stund,
    sum blóman fellur hon.
    Ungdómstíðin rennur skjótt
    avstað, alt hevur skund.
    Sig, kendi tú ta tíð, tá vitjað tú var?
    Sig, vinur, hvar ber leiðin?

    Hugsa tær dagin tann, tá Harrin kemur,
    hugsa tær tíman, tá hann svar títt krevur.
    Hvar fór tín tíð, hann gav tær her at liva,
    gavst tú far,
    tí orði, hann á leiðina tær bar?

    Bústaður í Himli gjørdur er,
    Guds fólk skjótt hagar fer.
    Kanst tú glaður syngja nú:
    “Mín leið mót Himli ber?”
    Og møta skalt tú teim, tú kendi so væl,
    tey fóru heim til staðin.

    Dag um dag

    Orð og lag: Pætur við Keldu

    Tíðin fer, og líðandi
    hvørt veldi legst í grús,
    hvat er fast og vert at byggja á.
    Maður kemur, maður fer,
    spyrjandi, hvar vissan er at fá.
    Harrin aldri broytist.

    Dag um dag
    hans náði er at fá,
    bíðar dag um dag,
    í vón hann tolin sá
    mannaætt og fólkasløg, sum leita
    dag um dag.

    Menniskjan í myrkri leitar
    har, sum vindur fer,
    hugsanin skal fáa frið í lag.
    Vísur kemur, vísur fer,
    skiftandi, hvør til sín gudin bað.
    Jesus aldri broytist.

    Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur

    Jógvan við Keldu
    Orð: Jane Crewdson
    Lag 1: Jógvan við Keldu
    Lag 2: Ira David Sankey
    Lag 3: F.L. Benjamin
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: A little while

    1. Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur,
    ger lívsins oyðimørk til urtagarð,
    ta trúgv, ið stendur, tá ið broytast tíðir,
    og alt sum leyv um heystið skakað varð!

    2. Til einkis royndi eg mítt bróst at fylla
    við gleði hesum turra landi í;
    men har skal Jesus ævigt tostan stilla,
    har flýtur lívsins kelda klár og blíð.

    3. Eitt skeið so stutt er sett mær her at renna,
    við gráti bera sáðið fyri hann;
    men sorg og harm skal sál mín ikki kenna,
    tann dag eg beri grøðina, eg vann.

    4. So stutta stund mítt lívsljós enn skal lýsa –
    Gud, lat tað lýsa fyri teg ta stund!
    Og unn mær besta vitnisburðin vísa,
    tann dag tú stevnir mær við teg á fund!

    Kom, barn, og elska Jesus

    Orð: Ókend/ur
    Lag: Theodor við Keldu
    Týtt: Petur William Háberg

    1. Kom, barn, og elska Jesus,
    sum teg so elskaði,
    at hann til tína frelsu
    seg sjálvan ofraði.

    2. Gakk somu leið sum Jesus,
    ið deyðan yvirvann,
    so alt títt lív og virki
    ber vitnisburð um hann.

    3. Lít eina, barn, á Jesus,
    hvat enn tær henda kann,
    lat tína tráan vera
    at æra hann, bert hann.

    4. Ver Jesusi nú trúgvur
    og fylg hans boðum her,
    so skalt tú krúnu bera
    í dýrd, har Jesus er.

    5. Nú, barn, fylg Jesu boðum
    og undir krossin far,
    tá vil hann hátt teg heiðra
    í Himlinum hjá sær.