Frá himmalsins einglum

    Orð: Dagny Tróndheim
    Lag: Pætur við Keldu

    Frá Himmalsins einglum boðskapur kom,
    til tykkum í dag Gud sendi sín son.
    Hann frelsa skal fólkið út úr tí syndaneyð,
    heimur beyð.
    At koma til sín hann øllum beyð.

    Frá manni til mann tín boðskapur fann,
    og mangan ein træl úr vónloysi vann.
    Tá ljósið upprann, við krossin hann boygdi seg,
    kom tann veg,
    ið lagdur varð fyri tær ein dag.

    Jesus segði: „Hvør og ein sum vil,
    (komið til mín øll,)
    trúgv á meg, og mær tú hoyrir til!“

    Við frøi í hjarta ferðist eg heim,
    í Himlinum njóta gleði og gleim.
    Um vit skulu møtast har uppi einaferð,
    frelstur verð,
    nú opin enn favnur hans er her.

    Eina við tær

    Orð og lag: Pætur við Keldu

    Her eina við tær,
    eina við tær, har altíð sólin sær,
    tú yvir bylgjur trygt meg bar.
    Ja, her orðið meg lær,
    her lyftir tú trygt mítt far.
    Takk, at tú altíð hjálpir mær!
    Takk, at tú altíð ert mær nær!

    Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur

    Jógvan við Keldu
    Orð: Jane Crewdson
    Lag 1: Jógvan við Keldu
    Lag 2: Ira David Sankey
    Lag 3: F.L. Benjamin
    Týtt: Victor Danielsen
    Upprunaheiti: A little while

    1. Gev mær tann frið, ið stilt sum flóðin stígur,
    ger lívsins oyðimørk til urtagarð,
    ta trúgv, ið stendur, tá ið broytast tíðir,
    og alt sum leyv um heystið skakað varð!

    2. Til einkis royndi eg mítt bróst at fylla
    við gleði hesum turra landi í;
    men har skal Jesus ævigt tostan stilla,
    har flýtur lívsins kelda klár og blíð.

    3. Eitt skeið so stutt er sett mær her at renna,
    við gráti bera sáðið fyri hann;
    men sorg og harm skal sál mín ikki kenna,
    tann dag eg beri grøðina, eg vann.

    4. So stutta stund mítt lívsljós enn skal lýsa –
    Gud, lat tað lýsa fyri teg ta stund!
    Og unn mær besta vitnisburðin vísa,
    tann dag tú stevnir mær við teg á fund!

    Kom, barn, og elska Jesus

    Orð: Ókend/ur
    Lag: Theodor við Keldu
    Týtt: Petur William Háberg

    1. Kom, barn, og elska Jesus,
    sum teg so elskaði,
    at hann til tína frelsu
    seg sjálvan ofraði.

    2. Gakk somu leið sum Jesus,
    ið deyðan yvirvann,
    so alt títt lív og virki
    ber vitnisburð um hann.

    3. Lít eina, barn, á Jesus,
    hvat enn tær henda kann,
    lat tína tráan vera
    at æra hann, bert hann.

    4. Ver Jesusi nú trúgvur
    og fylg hans boðum her,
    so skalt tú krúnu bera
    í dýrd, har Jesus er.

    5. Nú, barn, fylg Jesu boðum
    og undir krossin far,
    tá vil hann hátt teg heiðra
    í Himlinum hjá sær.